Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. august 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 9. august · Nr. 117 Sosialurin Heðin Mortensen Formaður Kommunusamskipan Føroya Tað var ein ikki sørt avgjørdur og sannførandi løgmaður, sum í hesi ólavsøkurøðuni proklameraði, at nú skuldi kommunali geirin reformerast. Hin 1. januar 2013 skulu kommunurnar leggjast sam­ an í 7 kommunalar eindir. Eldrarøktarøkið skal leggjast til kommunurnar at umsita samstundis og fólkaskúlin 1. august sama ár. Eisini segði hann, at kommunurnar skulu fíggja hesi málsøkini við at javnað verður í lutfallinum millum lands­ og kommunu­ skatt, og at ein samhaldsføst útjavningarskipan skal set­ ast í verk. Í fyrstu syftu greiður boðskapur, sum gav ábending um eina heildarætlan, og at løgmaður hevði tryggj­ að sær politiska undirtøku fyri samlaða kommunu­ reforminum – í øllum førum í samgonguni. Eingin heildarætlan og eingin semja Men eftir orðaskiftið í ting­ inum og við at hyggja í løg­ listan til røðuna, so er hetta langt frá veruleikanum. Í løglistanum er nevniliga bert eittans uppskot, ið beinleiðis hevur við sjálvan kommunureformin at gera, og tað er uppskot til løgtingslóg um kommunusamanlegging, hvørs endamál er (sitat): “at skipa landið í 7 kommunuøki” (sitat liðugt). Tá lógin um kommunu­ samanlegging, ið skal hava gildi frá 1. januar 2013, partú skal í gjøgnum tingið á vári 2011, so varð væntandi, at hinar lógirnar, sum skulu leggja eldrarøktarøkið og fólkaskúlan til kommun­ urnar, eisini komu í tingið tá. Men har er einki at finna. Tó verður í røðuni boðað frá, at fólkaskúlareformurin skal samskipast við komm­ unureformin, tvs. komm­ unalu eindirnar, meðan eldrarøktarøkið kring landið nú skal skipast av nýggjum, har øll umsiting verður sentraliserað undir Nærverkinum. Einki av hesum gevur tó nakra ábending um yvirskipaðaða ætlan um útlegging tíansheldur polit­ iskum vilja til at styrkja kommunala fólkaræðið, kanska tvørturímóti. Viðgerðin av ólavsøku­ røðuni hevur eisini enn einaferð avdúkað, at í tingi­ num er als eingin semja ella heildarætlan um komm­ unureformin at hóma yvir­ høvur, og tað tykist meira og meira greitt, at fleiri løgtingslimir síggja komm­ unureformin í sjálvum sær vera samanlegging av kommunum. Veruligur vandi er tí fyri, at tann annars alneyðugi kommunureformurin verður reduseraður til, at nakrar strikur verða broyttar í kommunala landakortinum – og so einki meir. Her liggur tískil eingin ætlan ella nakað yvirskipað endamál við samanleggingunum annað enn samanlegging. Heildarætlan og semja neyðug – nú! Hetta er beinleiðis í and­ søgn við eina av høvuðs­ niðurstøðunum í Komm­ unuálitinum farna heyst. Nevndin metti, at tað tænti ikki nøkrum endamáli at leggja kommunur saman við lóg, um hetta ikki var partur av eini heildarætlan, har kommunurnar fingu fleiri uppgávur og ábyrgdir. Um talan ikki varð um eina heildarætlan, so mælti nevndin staðiliga frá, at so týðandi inntriv vóru gjørd mótvegis kommunala fólkaræðinum. Kommunusamskipan Føroya fer tí enn einaferð at heita á landsstýrið og løgtingið um at fylgja teirri reformtilgongd, sum øll kommunustýri í Kommunu­ samskipan Føroya komu ásamt um í Klaksvík 26. februar 2010, og sum var savnað í sokallaða Klaksvíks­ skjalið, serliga: “At løgtingið tekur eina prinsippiella politiska av­ gerð um høvuðstættirnar í umskipanini soleiðis, at landsstýrið og kommunurnar greitt vita • hvørjar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar, • hvussu hesar skulu fíggjast, og • hvussu kommunali bygnaðurin skal skipast. Og ikki minst, at øll umskip­ anartilgongdin verður gjørd í neyvum samstarvi og samráðing millum land og kommunur. Kommunurnar skulu vera við í allari til­ gongdini – ikki bert sum hoyringspartur, men sum politikkformulerandi, t.v.s. sita við borðið, har loysnir­ nar verða tilevnaðar og avgerðirnar verða tiknar. Eftir ólavsøkurøðuna sær Kommunsamskipan Føroya stóran vanda í, at hendan samgongan ella ein meiri­ luti í løgtinginum bert kann semjast um at leggja kommunurnar saman í størri eindir, og síðani hendir einki komandi nógvu árini. Kommunusamskipan Føroya vil enn einaferð undirstrika, at samanlegg­ ingar av kommununum er ikki ein fyritreyt fyri øðrum reformum á kommunala økinum, og enn minni er samlegging av komm­ unum tað sama sum ein kommunureformur. Samanlegging av komm­ unum í størri og burðar­ dyggari eindir er hinvegin ein samanrunnin partur av einum samlaðum kommunu­ reformi – eini heildarætlan fyri kommunala geiran í Føroyum og ábyrgd­ og uppgávubýtinum millum land og kommunur. Áðurnevnda kommunu­ álit er eitt gott grundarlag fyri politisku støðutakanini, sum hevur skund. Lat okkum nú landspolitikkarar og kommunupolitikkarar seta okkum saman og finna eina politiska semju um eina heildarætlan fyri kommunala geiran, øllum borgarum landsins at frama. Hendan leist hevur Komm­ unusamskipan Føroya áhald­ andi mælt til, og einki er at bíða við. Fáa vit semju millum land og kommunur um eina heildarætlan – ein samlaða kommunureform, so ivist eg onga løtu í, at eitt samt løgting hevði tikið undir við ætlanini, og vit høvdu komið burturúr tí endamálsleysa kjakinum, vit hava verið vitni til í tinginum seinastu dagarnar. Kommunureformur ella bert kommunusamanlegging? Skal kommunala sjálvræðið bara syndrast, ella hava landsins kosnu yvirhøvur eina hugsan ella ætlan um, hvussu vit í framtíðini skulu skipa okkum fólkaræðisliga í hesum samfelag? Fyri okkum í Kommunusamskipan Føroya er hetta stóri spurningurin eftir Løgmansrøðuna 2010 og viðgerðina av henni síðan ólavsøku Útvarpið visti at siga í tíðindum í gjár, mikudagin 4. august, at lesandi uttan fyri Norðurlond eru tey einastu, ið kenna sviðan av neyðugu sparingunum. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, heldur fast við sparingarnar, tí aldur­ ingarnar ávirka bert teir óhepnu tretivu næming­ arnar, ið leita sær útbúgving uttan fyri Norðurlond. Hon sigur enntá í lesarabrævi, at »stuðulsskipanin til føroyingar, sum lesa uttanlands er framvegis ein tann besta í øllum heiminum.« Og tað er nakað, vit kunnu vera errin av. Men sparingin er bert tann fyrsta av tveimum, sum Mentamálaráðið frem­ ur í einari størri ætlan. Áður var hægsta stuðuls­ upphæddin 120.000 kr., men hon verður lækkað til 100.000 kr. í august í 2010, og so lækkar hon niður til 80.000 kr. í 2011. Útisetar Orsøkirnar til neyðugu sparingarnar er tó ikki, sbrt lesarabrævinum hjá Helenu Dam á Neystabø, at mentamálaráðið skal spara pengar, men, og her siteri eg landsstýriskvinnuna við mentamálum, at: »yvir 60% av okkara ungdómi, sum lesur hægri lestur, fer uttanlands at útbúgva seg. Av hesum koma bert uml. helvtin heim aftur. Tað er trupulleikin.« Men hvussu definerar Helena Dam á Neystabø »heim aftur«. Krevur hon, at øll lesandi skulu koma heim aftur beint eftir loknan lestur? Um hon ger tað, so fáa nýklaktu bachelor­vitini ikki neyð­ uga arbeiðsvitanina, sum er týdningarmikil í teirra arbeiðstilgongd. Um vit hugleiða víðari í fløktu definitiónini, meinar hon so við, at helvtin av teim­ um “60%” koma aftur eftir eitt, tvey ella fimm ár? Ella hvussu við tíggju? Er tað týdningarmikið fyri menningina av føroyska arbeiðsmarknaðinum, at lesandi »koma aftur« uttan arbeiðsroyndir? Ætlan Hvussu breiðir og um­ fevnandi alduringarnir fara at verða í august mánað í 2011 er ógreitt. Men ikki er tað óhugsandi, at ringarnir fara at ávirka væl fleiri enn teir gott og væl tretivu lesandi, ið primert lesa í Amerika. Tískil er spurningurin, um stuðulsskipanin fram­ vegis verður ein tann besta í øllum heiminum í 2011? Verður stuðuls­ skipanin framvegis tann besta í 2011? Hanus Samró formaður HUXA Huxa er harðliga í móti, at Mentamálaráðið ger mismun á lesandi úti í heimi