mánadagur 9. august 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
34
Sosialurin
Shu-Bi-Dua duga
– Har Hittini Hittast
Ein sonn fólkslig løta var tað, tá Shubidua fór á pall á Vágsbø fríggjakvøldið
Dagfinn Olsen
Har komu øll hittini síðani
fyrst í sjeytiárunum og til
dagin í dag. Tónleikurin rigg
aði væl, svingaði og pall
framførslan var sum hon
skuldi vera .
Væl kryddrað við humøri
allan vegin, og ikki minst
rock’n roll. Tað riggaði og
swingaði. Lagt var út beinan
vegin við vælsvingandi rock
tónum og so komu løg sum
Vuffelivov, Minus til Plus og
Folkevogn. Guitar og urga
vóru í hásæti, meðan rock
maskinan koyrdi við fullari
ferð. Steðgað varð ikki á
millum løgini og tað so at
siga koyrdi bara.
Keks
Stundin var so komin til sang
in Hvalborg. Ferðin bleiv tik
in eitt sindur av framførsluni
og ljóðið var so gott sum
sjáldan. Og sjálvsagt var
løtan so komin til at kasta
keks upp á pallin, sum siður
er, tá hesin sangur verður
spældur.
Og so setti Bundesen tíð
av til beinleiðis samband við
fólkið. Saman var sungið
“halelujah”, meðan armar og
hendir veitraðu til høgru og
vinstru. Ja, fólksligt og huga
ligt, at stúgvandi fullur Vágs
bøur samdur lat Shubidua
leiða seg hesa tónleikaligu
hugnaløtu.
Bert tveir eru eftir av upp
runamanningini, men hinir
eru eisini dygdargóðir tónleik
arar, og bólkurin er tí sera
góður á palli. Tað kom eisini
fram, tá guitarleikarin og
ljómborðleikarin fóru í ein
tónleikadyst, eina duel, har
teir fingu víst sínar dygdir.
Dámur á pall
Og Bundesen smæddist ikki
við at bjóða vøkrum føroysk
um konufólkum á pallin. Og
so kom sangurin um Kære
Lone. Harnæst McArine og
so Den Røde Trad, har fjøldin
slapp at byrja.
Samspalið við fjøldina var
ein sonn fragd alla tíðina.
Full ferð kom aftur á við
Stærk Tobak, og guitarrock
urin rullaði aftur.
Tá stílfulla og trygga fram
førslan hjá Bundesen & Co.
var av, kravdust eykanumm
ur, og endað var við Sex
chikane, har lagið jú er av
afrikanskum uppruna, og
tískil swingaði eyka væl.
Frásøgumaðurin Sjúrður
Skaale tók kenda tjóðskapar
hugaða figurin hjá sær fram
og staðfesti, at hetta var
ússaligt danskt pjatt, men
máti sanna, at hetta var ikki
so galið viðhvørt.
ShuBiDua fingu Vágsbø
at svinga og synja við. Hetta
ar undirhald, væl spældur
tónleikur, og hugni. Teir
duga!!! Shubidua duga!
Einsamallur
stórur maður
á stórum palli
Fólkasangari nummar eitt í Føroy
um, Hanus Johansen stóð einsa
mallur á stóra pallinum á Vágsbøi
kl. 20.45 fríggjakvøldið.
Sissal Kampmann
Pallurin tóktist óendaliga stórur, og mitt á honum
stóð maðurin við guitarinum, sum hvørt mannsbarn í
landinum kennir tónleikin hjá. Hanus megnar altíð at
undirhalda og fylla rúmið, hvar hann enn er við sínum
tónleiki og sínum framferðarhátti, sum tey flestu av
okkum hava eina meining um, kenslur fyri og seta í
samband við okkurt serstakt.
Hanus í nýggjum hami
Serliga eru tað løgini frá útgávuni, “Gaman og Álvara”,
sum eru tey mest populeru, eins og “Fagra blóma” er
tað. Men tað, ið var tað besta við konsertini hjá Hanusi
í ár var tá hann framførdi lagið “So long Marianne”,
hjá Leonard Cohen fyri einum nærum fullum Vágsbøi.
Hanus kom ótrúliga væl frá síni útgávu av sanginum,
og vísti eina aðra síðu av sær sjálvum í hesi framførslu
Hetta var ein stór uppliving, sum gav kenslu av onkrum
heilt serligum. Eisini vóru løg sum “Vónsvikin” og “Fagra
blóma” sjálvsagt væl móttikin av áskoðarunum, sum
eiga at vera glað og takksom fyri, at vit eiga ein so
ótúligan listarmann sum Hanus í Føroyum.
Festligi Robert
Robert McBirnie hevði eina undirhaldandi og
stuttliga framførslu á Føroya tele pallinum
Óli Jákup Jacobsen
Maðurin hevur staðið á palli
fyrr. Tað var eingin ivi um
tað. Hóast fólkið stóð langt
burtur frá pallinum, so fram
førdi Robert hegnisliga og
professionelt – og undir
haldandi.
Styrkin hjá gamla V4
manninum er uttan iva hans
ara eginleiki at tosa millum
sangirnar. Hvør sangur fekk
eina ’søgu’, sum Robert for
taldi á ein humoristiskan
hátt. Eitt nú tá Robert sang
kenda sangin hjá Gerry Mars
den Ferry cross the Mersey,
innleiddi hann við at greiða
frá, hvussu hann altíð hugsar
um gomlu ferjuna, ið sigldi
tvørtur um báðar armarnar í
Klaksvíkini, tá hann sang
henda sangin.
Í stuttum hevði Robert
eina stak góða framførslu,
har hann á besta hátt megn
aði at undirhalda áskoðarnar.