mánadagur 9. august 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 9. august · Nr. 117
Sosialurin
Sissal Kampmann
Bæði ung og gomul, kvinnur
og menn stóðu klos upp at
pallinum og sungu við, tá
Tinganest fýrdu øll síni
kendu løg av í Flags Tjaldi
num fríggjakvøldið. Konsert
in hjá Tinganest var lýst at
byrja kl. 24.00, men bleiv
framskunda til kl. 20.00. Av
hesi orsøk vóru mong, sum
ikki fingu høvi til at hoyra
fólkakæru tónleikararnar úr
Vágunum. Antin tí tey ikki
vistu, at konsertin var flutt,
ella tí tey høvdu aðrar ætl
anir hetta tíðspunktið. Tað er
heldur ongin ivi um, at kon
sertin hjá Tinganest hevði
verið nógv betur eydna, um
hon var á miðnátt. Tónleik
urin hjá teimum er tónleikur,
ið hóskar seg best seint á
kvøldi, tá fólk eru komin í
veitsluhýri, klár at syngja
við.
Hittmaskinan
úr Vágunum
Hóast konsertin var tíðliga á
kvøldi, fóru Vágamennirnir
ikki galið í býin, tí tá teir
diskaðu upp við øllum hitt
unum sum “Vágagellan”, “Upp
á tá”, “Annan sang” og “Síðsta
dans”, vísti tað seg, at hetta
vóru sangir, øll kendu og øll
sungu við. Stemningurin var
góður, og teir tríggjir á palli
num, Jóan Jakku Guttesen,
Magnus av Stongum og
Finnur Joen Jacobsen vóru
ótrúliga væl samanspældir
og høvdu gott samband við
fjøldina, hóast guitaristurin
Holgar Jacobsen ikki var við,
vegna fráfall, tá teir á sín
avslappaða, men yvirskots
agtiga hátti spældu og undirh
ildu okkum, ið vóru so hepp
in, at hoyra teir spæla. Men
kann man annan enn elska
tónleik og tónleikarar, ið
skriva kærleikssangir, har
niðurlagið er soljóðandi: “Tú
var mín dreymur, bjørt sum
eitt jólaljós”?
Skinu sum bjørt jólaljós
Kultbólkurin Tinganest fekk sjón fyri søgn um at teir
røkka vítt bæði tónleikaliga og aldursmessiga.
Barnslig byrjan
Ársins summarfestivalur legði út við einum barnatiltaki
á lítla Føroya tele pallinum
Óli Jákup Jacobsen
Veðrið var gott, og fitt av
fólki var savnað til barna
tiltakið, sum fekk heiðurin at
byrja summarfestivalin 2010.
Fimm flottar og dugnaligar
gentir
byrjaðu
við
eini
dansiframførslu, áðrenn ein
klóvnur kom á pallin. Saman
við klóvninum sungu børnini
onkran vælkendan barna
sang.
Fólk legðist so stútt aftrat,
og skjótt var lítla økið uttan
fyri Føroya tele kjokkfult av
børnum og vaksnum. Eftir
klóvnin kom gyklarin Ás
bjørn á pallin, og framførdi
hann nøkur stuttlig gykl.
Børnini vóru heilt berg
tikin av Ásbirni. Mitt í tí heila
tók Ásbjørn og gyklaði Meylu
fram, sum fór at framføra
hittið hjá sær ”Slikksjúk”.
Í ein heilan tíma sungu,
flentu
og
róptu
børnini
saman við Ásbirni, Meylu og
øllum hinum. Ein góð barns
lig byrjan.
Størsta talent
í Klaksvík
síðstu 10 árini
So avgjørdur var frásøgumaðurin, Ólavur
Presley, tá hann presenteraði 15 ára
gamla Rógva Jacobsen í Flags tjaldinum.
Óli Jákup Jacobsen
Og tað var einki at taka feil av. Rógvi hevði eina ótrúliga
hugtakandi og góða framførslu. Einsamallur við guitara
megnaði Rógvi við síni sterku og hásu rødd at fylla
tjaldið.
”Hatta var fantastiskt. Fólkini vóru við upp á tað, og
ja – tað var bara fantastikst. Eg var ræðuliga nervøsur,
men tá eg var byrjaður, koyrdi tað bara,” sigur Rógvi í
stuttari viðmerking eftir sína framførslu.
Fitt av fólki hevði leitað sær inn í teltið at lurta eftir
Rógva, men tað merktist, at festivalurin ikki veruliga er
komin á glið enn. Vónandi – og væntandi spælir unga
stjørnuskotið úr Klaksvík ikki ’bara’ sum upphitari
næsta ár.
Bara smáir
skaðar
Randi Jacobsen
Skaðastovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevði nógvar
vitjanir undir Summarfestivalinum. Sjúkrabilarnir
koyrdu stútt millum festivaløkið og sjúkrahúsið. Men
eingin álvarsligur skaði hendi.
Fyri mesta vóru tað fólk, sum høvdu skorið seg ella
vóru dottin, og nøkur beinbrot vóru.
Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
sigur, at eingin skaði var so mikið álvarsligur, at neyðugt
var at senda sjúklingin á Landssjúkrahusið ella víðari.
Ein sjúklingur varð sendur til skanningar á Lands
sjúkrahúsinum,
men
viðkomandi
bagdi
einki
álvarsligt.
Nakrar styttri innleggingar vóru, og bara ein við
beinbroti liggur enn, tí hann skal undir skurð í morgin,
sigur Jákup Petersen.