mánadagur 9. august 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
36
Sosialurin
Carlsen systrarnar
í fínum formi
Leygardagin fyltu Carlsen systrarnar Vágsbø við frálíkum sangi
Dagfinn Olsen
Ein frálík sangløta við systr
unum Carlsen. Við ameri
kanskum sletti í, høvdu tær
eina frálíka góða framførslu,
har góðu røddirnr verulga
komu til sín rætt.
Fleiri høvdu óivað glett
seg til hesa løtu, tí tað er ikki
gerandiskostur
at
hoyra
Leilu, Barbaru og Vanju á
palii í Føroyum. Saman við
manninum
hjá
Barbaru,
Noah Chaparro, komu tær á
pall saman við tónleikarum,
og gjørdist hetta eisini ein
sera góð løta, ið var fragd fyri
oyruni.
Tær eru tiltiknir góðir
sangarar og eru eisini av
familju, har sangurin fyllir
nógv, og har góðir sangarar
teljast ímillum. Kendar eru
tær og familjan eisini frá
mongum útgávum.
Carlsen systrarnar hava
eisini í nøkur ár verið á ferð í
USA við tónleikinum, men
nú var tað so Summar Festi
valurin, ið fekk vitjn. Og
hetta gjørdist ein løta við
góðum huglag, har ein bleiv
tikin við, tí vónleyst var at
lurta, uttan at hetta kom
innum og nart við.
Framúr væl sungið og
spælt. Heilt einfalt sera, sera
gott!
dagfinn@sosialurin.fo
Fantastiskt Guðrið
– Fantastiskt!
Guðrið Hansdóttir hevði í kvøld
eina av teimum allar bestu
konsertunum – um ikki ta bestu
- sum hava verið á ársins festivali
Óli Jákup Jacobsen/Dagfinn Olsen
Har var einki at seta fingurin á. Guðrið sang sum ein
dreymur, og tónleikararnir spældu sera væl. Um ein
ikki visti betur, so hevði man trúð, at framførslan var
playback. Men tað var tað ikki. Tann hálvfulli Vágsbøurin
fekk eina eminenta konsert, sum fær teg at gloyma bæði
tíð og stað.
Í glitrandi reyðum kjóla megnaði Guðrið at røkka
langt út um Vágsbø við síni framúrskarandi – næstan
guddómligu – rødd. Hon náddi ómakaleyst upp á
hægstu tónar, og varð man sum áhoyrari borin gjøgnum
konsertina.
Guðrið hevur sjáldan veruið betri. Hon er bara blivin
betri og betri, síðani hon kom fram av álvara fyri nøkrum
árum síðani. Og áhoyrararnir fegnaðust eisini og tað sást
og kendist, har her fekk fjøldin nakað, ið henni dámdi.
Sjáldan hevur ein tími gingið so skjótt. Guðrið, hatta
var fantastiskt.
Birgit sang best
Fríggjadagurin byrjaði við eini
karaoke kapping, sum klaksvíks-
gentan Birgit Sivertsen vann.
Óli Jákup Jacobsen
Kappingin byrjaði við tveim
um gentum, ið sungu Queen
klassikaran We will rock
you. Eftir tann sangin gekk
lang løta, har eingin meldaði
seg til. Veðrið var fínt, tá tað
var turt og vindstilt, og
nakað av fólki var savnað
rundanum pallin.
Tá tað byrjaði at nærkast
endanum, vóru tað tó fleiri,
ið hóast alt vildu syngja. Tá
kappingin var av, høvdu
fimm luttakarar verið, har
Birgit so streyk avstað við
sigrinum. Birgit sang sangin
hjá Bette Midler the Rose.
”Hetta var ordiliga kul.
Eg hevði ikki væntað at
vunnið, so hetta er ordiliga
stuttligt,” sigur Birgit.
”Eg havi altíð sungið, og
elski eg at syngja. Sum 7 ára
gomul luttók eg á barna
prixnum, og annars syngi
eg til ymisk høvi. Men hetta
er fyrstu ferð, eg vinni,”
sigur ein glað Birgit.
Eftir karaoke kappingina
framførdi
dansibólkurin
Hóps tveir dansir.