Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-09, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. august 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mánadagur 9. august · Nr. 117 Sosialurin W e s t l i f e fekk Vágsbø at kóka Tað var sum sild í tunnu á Vágsbø, meðan Westlife spældi Dagfinn Olsen Høvuðsavnið á Summar­festi­ valinum skuffaði ikki. Stór­a fjøldin á Vágsbø var­ hin stør­sta, sigst, ið hevur­ ver­ið savnað á Summar­ Festivalinum. Og konser­tin var­ í sjálvum sær­ eisini stór­. Hittini vór­u har­ og r­ødd­ ir­nar­. Og umfr­amt hetta vór­u góðir­ tónleikar­ar­ við. Westlife var­ live og í góðum for­mi, og stór­a fjøldin fagnaði eisini fr­amfør­sluni, ið eisini var­ til toppkar­akter­. Havi ongantíð ver­ið West­ life fjeppar­i. Tíðin, tá dr­eingja­ og gentubólkar­ høvdu sína stór­tíð, var­ ser­lig. Poppur­in var­ søtur­, og ikki minst vór­u søgur­nar­ mangar­ um hesar­ skr­æddar­aseymaðu bólkar­, ið helst vór­u settir­ saman av fr­amleiðar­um, ið sjálvir­ syr­gdu fyr­i tónleikaligu síðuni, og so kundi hesi útvaldi far­a á pall og smílast og annar­s lata sum um tey sungu. Men við poppbr­akinum á Vágsbø leygar­kvøldið pr­ógv­ aði Westlife, at hesar­ søgur­ ikki halda. Í øllum før­um ikki, tá tað snýr­ seg um Westlife. Hetta var­ eitt poppbr­ak, ið vildi nakað. Ljóðið var­ eitt hitt besta og lur­tar­avinar­­ ligasta, ið hevur­ ver­ið á Summar­ Festivalinum. Og har­r­ar­nir­ á pallinum høvdu óivað útsjóndina við sær­, men teir­ høvdu so nógv meir­a. Teir­ sungu sum eingl­ ar­, og teir­ skemtaðu og dugdu at før­a seg á palli. Ser­a góðar­ tónleikar­ar­ høvdu teir­ við sær­ og gjør­di hetta løtuna til eina ser­a góða festivalupp­ living. Eg skal viðganga,at tá eg fyr­stufer­ð hoyr­di, at Westlife skuldi standa ovast á br­edda­ num hjá Summar­ Festivali­ num í ár­, var­ eg heldur­ ivasamur­. Var­ hetta ein bílig loysn, ein gamal og útbr­endur­ bólkur­, so sum vit so ofta hava sæð og hoyr­t í Før­oy­ um?. Men, nei. Neyvan bíligt og als ikki útbr­ent. Her­ var­ ein bólkur­, sum er­ á fer­ð í løtuni við fullar­i fer­ð, og sum setti tíð av til eina Før­oyafer­ð. Ein bólkur­, sum kanska lýsir­ bjar­tar­i nú tónleikaliga, enn áður­, hóast stór­tíð teir­r­a við r­ópandi fjeppar­um kanska er­ dempað eitt sindur­. Konser­tin við Westlife gjør­dist eitt poppbr­ak, sum neyvan áður­ er­ sæð í Før­­ oyum. Ein bólkur­ í toppfor­mi, ið var­ eitt vir­ðiligt navn at hava ovast á br­eddanum. Gott ljóð, góður­ tónleikur­ og væl valt av fyr­iskipar­unum. Hetta hjálpti væl til at ger­a, at fleir­i siga seg hava havt besta Summar­ Festival nak­ r­antíð, nú bylgjur­nar­ er­u um at leggja seg eftir­ 7. Summar­ Festival í r­øðini. Life is life, men hetta var­ Westlife, og tað er­ nakað heilt annað og nakað fyr­i seg. Tað lær­du vit á Vágsbø í august 2010. dagfinn@sosialurin.fo