mánadagur 9. august 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. august · Nr. 117
38
Sosialurin
Steintór heiðraður
Oddafiskurin í Summar Festivalinum
hevur øll árini verið Steintór
Rasmussen, tónleikari, skald og
ígongdsetari , og endabrakið á
festivalinum í ár var heiðran av hesum
manni, sum fyri stuttum fylti 50 ár
Dagfinn Olsen
Teir eru nakrir, men ein hin
fremsti
fyriskiparin
av
Summar
Festivalinum
er
Steintór Rasmussen. Hann
hevur gjørt seg galdandi á
føroyska
tónleikapalinum
síðstu 25 árini sum limur í
bólkinum Frændur, hevur
sett gongd á og verið við í
mongum øðrum verkætl
anum og so er hann ímyndin
av Summar Festivalinum.
Og tá Dynamitt endaði
ársins festival við einum
braki, komu mong kend
tónleikanøvn
á
pallin
–
umframt Steintór –at heiðra
hesum undangongumanni,
sum fyri stuttum fylti 50 ár.
dagfinn@sosialurin.fo
Væl eydnað tiltak
Skal takast samanum ársins
Summar Festival, so má sigast,
at tiltakið eydnaðist framúr.
Dagfinn Olsen
Met varð sett í talinum av
vitjandi, veðrið var á góðari
leið og veðrið gjørdist bara
betri, sum fráleið, og so var
tónleikaskráin góð.
Alt gekk sum eftir ánni,
og eiga fyrireikararnir rós
fyri at megnað at hava eit
tiltak koyrandi í fleiri dagar,
uttan at tað merkist strongd
ella ruðuleiki. Væl fyriskipað
og greitt. Frá regnið fyrsta
kvøldið, til turt og mjørka og
so til bakandi sól. So leiðis
leið 7. Summar Festivalurin,
og tá tey seinastu mundu
leggjast
sunnumorgunin,
skein morgunsólin.
Sjálvt festivaltiltakið má
sigast at hava nátt hædd
irnar í ár. Talið av vitjandi er
tað hægsta higartil, fyri
skipanin var fyrimyndarlig
og fólk tykjast væl nøgd við
vikuskiftið, ið fyri mong setti
eitt gott punktum fyri sum
marið og summarfrítíðina.
dagfinn@sosialurin.fo
Fult hús á Summar Festivalinum
10.000 fólk hava um vikuskiftið verið á Summar Festivalinum í Klaksvík, og størsta
konsertin á festivalinum nakrantíð var leygarkvøldið, tá ið Westlife spældi
Tann sjeyndi Summar Festi
valurin gjørdist tann størsti.
Summar Festivalurin hevði
fult hús við 10.000 gestum, og
tá ið Westlife leygarkvøldið
spældi sína konsert, var talan
um størstu mannfjøld á Vágs
bøi nakrantíð.
Eitt sterkt brand saman
við stórum nøvnum lokkaðu
hesaferð enn fleiri fólk á
Summar Festival. Gestirnir
hugnaðu sær óført á festi
valinum hesaferð, og fólk
skikkaðu sær sera væl.
Fyrireikararnir av Sum
mar Festivalinum vilja gjarna
takka øllum, sum hava verið
við til at gjørt ársins festival
til tann størsta og besta
nakrantíð.
– Og øll verða sjálvsagt
boðin aftur á festival næsta
ár. Summar Festivalurin 2011
verður hildin í døgnum frá 4.
til 6. august. Takk fyri hesa
ferð – og vit síggjast næsta
ár, siga fyrireikararnir.
Ikki at Kim`sa at
Kim Hansen hevði frálíka
famførslu á Summarfestivalium
fríggjgakvøldið.
dagfinn@sosialurin.fo
Kim Hansen framførdi á
Føroya Telepallinum. Kim,
sum fyri mongum árum
síðani hevur sungið seg
inn í føroysk hjørtu, oysti
av teim mongu hittunum,
sum hann hevur lagt rødd
til og ikki minst frálíkt
klaverspæl.
Kim ljóðaði, sum
vóru fleiri á palli
Lítli pallurin gav rúm
fyri sambandi við fólkið,
og
umframt
slagarar
sum Knút, Fagri Flokkur
og Mara, so var talan um
ynskikonesrt. Hvat vilja
tit hoyra?, spurdi royndi
tónleikarin,
fólkaognin,
úr Nólsoy, og tey fingu
verulga ein meistaramann
at hoyra.
TÚÚÚ...ERT...
EIN.....siiigoynari,
sigoynari......
Tann spruttkókandi grýtan á
Vágsbøi kókaði fullkomiliga yvir,
tá Páll Finnur Páll trivu í síni allar
størstu hitt, so sum Mín russiski
vinur og forelskaður sjónleikari
Óli Jákup Jacobsen
Teir eru komnir fyri at vera,
og fólkið elskar teir. Páll
Finnur Páll fingu allan
Vágsbø at hoppa og dansa til
sínar sera kendu sangir.
Vágsbøur
var
næstan
fullur, og veðrið vísti seg frá
síni bestu náttarsíðu, tá popu
leru havnamenninir skuldu
seta punktum fyri dagsins
festivaldag
fríggjakvøldið.
Og tað gjørdu teir við manér.
At urið vístið hálvgum trý, tá
byrjað varð, hevði eftir øllum
at døma púrt einki at siga.
Hvørki fyri Páll Finnur Páll
og enn minni fyri áhoyrara
fjøldina.
Teir skuldu spæla í trý
korter, men tað varð skjótt
funnið útav, at tann tíðin ikki
fór at halda. Í staðin spældu
teir í hálvan annan tíma.
Í mun til í fjør spældu Páll
Finnur Páll á stóra palli, har
teir í fjør spældu í tjaldinum.
Ein vansi við at spæla á stóra
palli er, at nærleikin við
áhoyrarnir minkar nakað
samanborið við tjaldið. Hóast
hetta megnaðu Finnur og
Páll Oddur alla tíðina at
koma út til áhoyrararnar og
halda sambandið við teir.
Tað sást og hoyrdist, at
Páll Finnur Páll elskaðu at
spæla.
Og
áhoyrararnir
elskaðu at hoyra teir.
Dialogos og Gudloysi
– ja, og Sølvará
Tað var lagt upp til eina undirhaldandi
framførslu, tá ein av landsins fremstu
vísusangarum skuldi á pall.
Óli Jákup Jacobsen
Hans Hjalti Skaale sang og
undirhelt í ein hálvan tíma
á Føroya Tele pallinum. At
tað var tíðliga um dagin
merktist á tí ikki so stóru
áhoyrarafjøldini.
Men
tað merktist ikki á Hans
Hjalta, sum væl upplagdur
framførdi sínar kendu og
stuttligu vísur.
Prikini hjá Hans Hjalta
fullu í allar ættir. Men mest
fullu tey á tað andaliga økið.
”Fyrr var tað so lætt at bólka
tað andaliga lívið. Tá var man
babs, kuffi ella gets. Tað var
ikki so nógv at tosa um. Men
í dag er tað nógv roksutari,
har vit hava Dialogos og
Gudloysi. Ja, so hava vit eisini
Sølvará, sum vit øll kenna,”
segði Hans Hjalti, áðrenn
ein sangin hjá sær, meðan øll
mannamúgvan flenti.
Í stuttum var talan um
eina
fríska
og
stuttliga
framførslu, har Hans Hjalti á
besta hátt megnaði at halda
samband við áhoyrararnar.