mánadagur 9. august 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mánadagur 9. august · Nr. 117
Sosialurin
Hamferð vísti
á Summar
Festivalinum
einafer enn,
at bólkurin
umboðar
tað tyngsta
í føroyskum
rocktónleiki
Tungt, sint, svart. Hamferð
er gott og ærligt og heilt
víst tað tyngsta, sum er á
føroyska pallinum í løtuni.
Til slíkan tónleik krevst
gott ljóð. Ljóðið var í ordan,
men bólkurin hevði kanska
fingið betri ljóð, um hann
var á stóra pallinum.
Bólkurin er nýggjur,
men hann er tungur, og
hevur avgjørt uppborið teir
festivalmøguleikar, sum
hann hevur fingið í ár.
Eg hevði viljað hoyrt
hendan bólkin á størri
palli og størri ljóði, tó at
framførslan í tjaldinum á
Summar Festivalinum ikki
var heilt OK.
Bólkurin er goður og
gjøgnumførdur. Tað er so
gleðiligt, at tað av og á
koma slíkir bólkar, sum
ikki bara eru harðir og
myrkir,men har tað býr
okkurt undir, so að merkist,
at bólkurin meinar tað hann
fæst við.
Hesa ferð flaksaði
Flagstjaldið. Góð framførsla
og væl var tað, at hon var
flutt frá klokkan 20 til
00:00. Tað hóskaði betri
til myrka tónleikin og
skýmandi festivalin. Ærlig
framførsla!
-do-
Randi Jacobsen
Hildið verður, at umleið 900
fólk hildu til á økinum, sum
sett var av til húsvognar á
Summar festivalinum.
Alt økið livdi av tónleiki
og hugna, fólk sungu og
ballaðust, og børnini høvdu
tað eisini gott.
Sum heilt lótu fólk væl at.
Økið var beint við festi val
øk ið, mitt í býnum og stuttur
veg ur var til handils, har nóg
mik ið var at fáa. Økið kundi
ikki verið betur valt, søgdu
kamp ist arnir.
Í einum vogni hittu vit
Demmus
Ellendersen
úr
Øðra vík og Tommy Tausen
úr Vági. Tveir aðrir menn
búðu í vogninum eisini.
Hetta tiltakið er sera
væl fyriskipað, men saniteru
viður skiftini kundu verið
betri. Ov lítið vatn hevur
verið í brúsubaðnum. Vesini
hava riggað, men tey vóru ov
fá, og tí kundi tað taka ein
tíma at sleppa framat, søgdu
teir báðir, sum annars hildu
alt vera ótrúliga deiligt.
Hittu nógv fólk
Fólk ganga framvið, og við
at búgva upp á henda mát an,
kemur man at kenna nógv
fólk. Nógv fólk hava eisini
vitjað okkum. Eina ferð vóru
eini 25 fólk inni hjá okkum í
senn, ssøgdu suður oy inga r
nir.
Í einum stórum tjaldi upp
at einum húsvogni var eitt
størri ferðalag. Har búðu
ellivu fólk, og tey vóru úr
Dali, Kirkjubø og úr Havn.
Hetta er eitt deiligt pláss,
eitt paradís, søgdu tey.
Fingu parkeringsbót
Tó gramdu tey seg um, at ov
fá vesi vóru og ov lítið vatn í
brúsuni. Tað má man kunna
vænta , tá ið man rindar 1200
krón ur fyri plássið.
Tey høvdu havt eina
óvænt aða løgna uppliving,
við tað at tey valdu at koma
longu seinasta sunnudag.
Mánamorgun kom ein
park er ingsvakt til okkara og
segði, at vit vóru komin ov
tíð liga, og hann gav okkum
bót. Onnur høvdu eisini fing
ið bót, men vit søgdu korta
nei at gjalda bótina, fóru á
kunn ingarstovuna at klaga,
og so var tað í lagi.
Ov myrkt og óslætt
Hesi fólkini kundu annars
hugsað sær, at gøtuljós vóru
á plássinum, tí ilt var at finna
húsvognin aftur í ským in g
ini.
Onnur fólk peikaðu á,
at kommunan kundi havt
slætt að økið betur við at
koyra skerv á. Holini vóru
so djúp, at trakkaði onkur í
eitt av holunum, fekst upp í
skógv ar nar, og tað var meira
enn so, at børn fingu karm.
Við brúgvarnar á Stong
un um var eitt serligt um
hvør vi við bátunum, og tjald
pláss vóru ymsa staðni.
Alt beint við
Oman fyri KFUM var eitt
økið ætlað til familjur burt
ur av.
Har hittu vit Peter J. Jen
sen og Jóannes Guttesen,
sum sótu uttan fyri og hugn
aðu sær, meðan børnini spæl
du. Fimm húski vóru sam an.
Her er gott at vera, og
bóndin er blíður. Hetta er
mitt í býnum men kortini
friðar ligt, søgdu teir.
Eitt kvøldið høvdu nakrir
ungir dreingir hug at garta,
men bóndin var kvikur at
reka teir burtur, tí tað skuldi
vera friður á familjuøkinum.
Teir báðir hildu økið vera
væl valt. Handil var beint
við. Børnini kundu fara á
spæliplássið
við
KFUM,
og stuttur vegur var yvir í
svimji høllini.
Fríggjakvøldið var fót
bólts dystur, somuleiðis beint
við.
Tað kundu verið fleiri
vesi, men vit kundu brúka
ves ið hjá bóndandum, so tað
var til at liva við. Alt er gott,
bara tað er so nøkulunda
turt.
Tað er heilt vist, at vit
koma aftur, søgdu teir báðir.
Og tað sama søgdu fleiri
aðrir gestir.
Sissal Kampmann
– Tað eru fýra ár síðan eg
havi spælt á SF seinast. –
Fyri trimum árum síðan
bleiv konsertin avlýst vegna
veður, so tað er gott at vera
aftur og spæla og njóta góða
stemningin á festivalinum
Brandur hevur alt!
Ein tónleikakønur áhoyrari
helt fyri undir konsertini,
at ”Brandur hevur alt, ein
tónleikari skal hava”. Hann
var eisini í toppformi, tá
hann fór á Føroya Tele pallin
leygarkvøldið. Við sær hevði
hann beiggja sín, Trónd Enni,
Heiðrunn Petersen á violin
og Henning Nicodemussen
á
slagverki.
Framførslan
bjóðaði
fyrst
og
fremst
løg av nýggjastu fløguni,
”Sometimes truth needs a
lie”. Løgini hjá Brandi vóru
væl móttikin av fólkinum,
ið vóru komin at lurta eftir
barnastjórnuni,
sum
nú
avgjørt er blivin vaksin.
Hamferð í egnum hami
Sissal Kampmann
Við sær hevði hann
rutineraðar og dugnaligu
tónleikararnar, Agnar
Lamhauge, sum spældi
bass, og violinleikaran,
Heiðrunn Petersen. Saman
spældi trioin eina intima og
stilla konsert, sum var eitt
kærkomið og væl hóskandi
innslag eftir meir larmandi
og hypaðu framførsluna
hjá dønunum á Vágsbøi
frammanundan.
Fjølbroytt skrá
Á skránni vóru egin løg,
sum “Dreams of Youth”,
“Som en drøm” , “Bright”,
sum Pætur hevur skriva
til systirdóttir sína, Bjørt,
og lagið “Hjartað”, eisni
kendur sum “Vælskapt
brek”, sum Pætur skrivaði
til eina kapping., har
hann gjørdis nummar
tvey. Eisini spældu tey
coverløg eftir svianum
Bjørn Afzeius og klassikarar
sum “Somewher over
the Rainbow” og “Autum
leaves”. Tey trý vóru á
einum máli um, at hetta
var ein góð konsert og ein
góð uppliving fyri tey sum
tónleikarar, at framføra á
Summarfestivalinum.
Intimkonsert í sirmi
Pætur við Keldu spældi í
heimbýnum og eini stórari
áskoðarafjøld á lítla Føroya
Tele pallinum í sirminum
beint eftir Shu-Bi-Dua
Blaðfólk:
Óli Jákup Jacobsen
Sissal Kampmann
Dagfinn Olsen, samskipan
Myndir:
Jens Kristian Vang
Óli Jákup Jacobsen
Meira frá
Summar–
festivalinum
verður í
blaðnum
mikudagin
Kundi verið enn betri
Tað var sum at vera í paradis at búgva á kampingøkinum á Summar-
festivalinum, men har vóru ov fá vesi og ov lítið vatn, hildu fleiri
Gott at vera aftur
- Tað var deiligt at spæla aftur á Summarfestivalinum, segði ein
glaður og nøgdur Brandur Enni eftir konsertina, har nógv fólk var
komið at lurta eftir barnastjørnuni, sum nú er blivin vaksin
Økið, har húsvognarnir stóðu, var sum ein stór bygd, og fólk hugnaðu sær óført