Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. august 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 9. august · Nr. 117 Sosialurin Ítróttarblaðið Heri Simonsen Formaðurin í FÍF hevði nógv um at verða í vikuskiftinum, umframt at taka lut í kappingini á 3000 metrum, so mátti Hallur eisini taka á seg leiklutin sum vallarvarpari við einum tráðleysum anleggi. Tá Miðlahúsið fekk orðið á Hall á Tórsbreyt leygardagin segði hann, at : - Vit eru nøgdir við dagin í dag, ikki minst við tí veðrinum sum fall okkum í lut. Veðrið spælir altíð ein stóran leiklut, tá vit hava kappingar. Um undirtøkuna segði Hallur: - Undirtøkan er á einari góðari leið, serliga um vit samanbera við árini frammanundan, men tað er framvegis rúm fyri nógvum íðkarum aftrat. Ikki bert fyri limir FM í frælsum ítrótti er tó ikki bert fyri tey, sum eru limir í frælsum ítróttarfelagi. – Tey seinnu árini hava vit annars havt tað, sum eitt krav, at ein er limur í einum frælsum ítróttarfelagi, fyri at kunna taka lut í FM í frælsum ítrótti. Í ár hava vit sum eina roynd gjørt eitt undantak, og vit um ikki kunnu lokka fleiri íðkarar úr runnunum. Onkran hava vit so fingið aftrat til FM-kappingina, men tað hevði verið stuttligari, um tað vóru enn fleiri. Vit hava valt at gera uppá henda mátin, tí tað framvegis ikki eru so mong vaksin, sum íðka frælsan ítrótt. Ung eru á veg Markið til tey sum taka lut í FM í frælsum ítrótti er føðiárið 1994. Tey sum eru fødd aftaná 1995 mugu so bíða til tey hava aldurin. Men tey eru nógv, so vit fara at síggja eina stóra øking í talinum tey næstu árini. Hallur vísir á, at tað ikki bara er talan um eina stóra rekrutering millum tey ungu, men tað er eisini talan um rættiliga nógv stór talent innan frælsan ítrótt. – Nógv av teimum, sum eru fødd í 1995 og í 1996 høvdu eisini staðið seg rættiliga væl í FM kappingini fyri vaksin. Hallur er ógvuliga vónríkur tá tað kemur til FM um tvey ár, og hann er ivaleysur í, at talan verður um nakrar væl størri FM-kappingar í komandi tíðum. Millum ungu íðkarnir eru sonur Hall, Steingrímur Hallson. Sonur Guttorm Sørensen, Jan Elmar hevur tikið lut í rennikappingum, so tað er ikki bara í huganum tað liggur hjá teimum ungu rennarunum. Tað liggur eisini í blóðinum. Sam Vang hevur eisini børnini hjá sær við til venjingar á Tòrsvølli einaferð um vikuna. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Talan gjørdist um eina ógvuliga umskiftiliga kapp- ing hjá Sam Vang á 5000 metr um. – Eg legði hart út í byrjanini, og lá á odda tey fyrs tu tvey umførini, men so tók Borgar yvir, og tá kom eg í eina ringa periodu. Eg kendi meg eitt sindur illa, tá um konditión ræður, og eina langa løtu var tað Borgar, sum hevði leiðsluna. Tá fýra umfør vóru eftir slóg Sam Vang til: - Eg sá, at eg nærkaðist nakað. Sam var væl nøgdur við ta mót støðuna hann fekk 5000 metr um á hesum sinni. Ongantíð gevast Sam Vang er vorðin 40 ár, men hann heldur kortini á at renna: - Ein skal ongantíð gevast, ein skal bara blíva við. Aldurin hevur einki at siga. Tað er týdningarmikið at hava eina fasta rutinu. Tá allur kavurin lá um landið í vetur, og rennilíkindini vóru út av lagi vánalig fall Sam ikki í fátt: - Tá brúkti tíðum píkar. Tað er sum við bilum, ein skøðir seg til umstøðurnar. heris@sosialurin.fo Sam Vang vann Sam togaði seg upp á fyrsta plássi ímóti endanum av teimum 5000 metrunum Undirtøkan var á einari góðari leið Leygardagin fegnaðist Hallur Holm, formaður í Frælsur Ítróttur Føroya um ein væl avgreiddan kappingardag á Tórsbreyt Ongin amerikanari á top-10 listanum Síðani ATP-styrkislistin var innførdur í 1973, hevur tað altíð verið minst ein amerikumaður á top-10 styrkislistanum. Men nú er vent í holuni, og fyri fyrstu ferð í søguni, er eingin amerikanskur tennis spælari at finna millum teir tíggju fremstu mannligu tennis spælarnar í heiminum. Hetta gjørdist greitt, tá ATP í dag kunngjer nýggjan styrkislista, undan ATP kappingini Toronto Masters. ATP styrkislistin verður dagførdur hvørja viku, og á undanfarna styrkislistanum var Andy Roddick einasti amerikumaður á top-10 á styrkislistanum. Men úrslitini hjá honum hava ikki verið nøktandi seinastu tíðina, og tá Roddick hósdagin tapti ímóti Gilles Simon, í triðja umfari av Legg Mason Tennis Classic í Washington, varð greitt at hann fór ikki at vera partur av nýggja top-10 listanum hjá ATP.. Sambært nýggja styrkislistanum, sum verður kunngjødur í dag er Rafael Nadal enn trygt á odda, meðan tað er stutt millum Novak Djokovic og Roger Federer á øðrum og triðja plássi. Fremsti amerikumaðurin á styrkislistanum er enn Andy Roddick, sum nú er at finna á 11. plássi.