Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 20 - 30. januar 2002 Nr. 20 - 30. januar 2002 3 »Dayereh« er farsi og merkir sirkul. Farsi er almenna málið í Iran, og hetta er heiti á filmi haðani, sum fyrrárið fekk fyrstu virðisløn á filmstevnu í Venesia. Í filminum, sum filmsfelagið KLIPP sýnir í Norð- urlandahúsinum mánakvøldið, fylgja vit átta kvinnum, sum á ymsan hátt eru sett- ar til viks í sam- felagnum FILMUR Filmsfelagið Kipp Hóast vit so at siga bert síggja amerikanskan film herheima, er tað als ikki Amerika, ið ger flestu filmar. Stórsti filmsfram- leiðari hevur í mong ár verið India, har stóri filmstaðurin verður róptur Bollywood. Men millum heimsins stóru filmslond, telist eisini Iran. Og nú verður høvi at síggja nakað so rárt, sum ein av nýggj- astu, og hartil virðisløntu, iransku filmunum. Mánadagin sýnir films- felag Norðurlandahúsins filmin Sirkulin. Hetta er triði filmurin, sum iranski leikstjórin Jafar Panahi (f.1960) stendur fyri. Á altjóða filmsstevnu í Venes- ia fyrrárið, varð Sirkulin kosin at fáa fyrstu virðis- løn, sonevnda gull-ljónið. Stríðskvinnur Sirkulin er ein filmur, sum festir seg í minnið. Á ein greitt skipaðan og naknan hátt lýsir filmurin brot úr dagligdegnum hjá átta ymiskum kvinnum í Iran í árinum 2000. Á ymsan hátt verða søgur teirra samantvinnaðar gjøg- num felagsheitið, tær hava sum fyrrverandi brots- kvinnur, ella í minsta lagi kvinnur, sum eru dømdar av stýrinum. Onkrar eru leysgivnar, meðan aðrar eru flýggjaðar, og vit eygleiða stríð teirra, har tær royna at venda aftur til eina sømi- liga tilveru. Sjálvt um Iran í allar mátar er langt burturi, tekur filmurin okkum á bóli við sínum spenningi og ikki slepst undan at liva seg inn í lagnurnar hjá persónun- um, bæði tá tær geva skarvin yvir, og tá tær halda fast um trúnna á eina betri framtíð. Sirkulin hevur ongantíð verið sýndur í Iran, men í øðrum londum hevur hann verið stórliga fagnaður, og tískil er tað ein serligur heiður, at hann nú kann sýnast í Føroyum. 41 ára gamli leikstjórin Jafar Panahi hevur gjørt fleiri spælifilmar. Við filminum Sirkulin hevur hann fingið altjóða viður- kenning og harvið slóða fyri iranskum filmi, eisini á okkara leiðum. Í Iran, sum telur 65 mió fólk, eru tilsamans 300 bio- hallir. Iran í Göteborg Í hesum døgum er hin 25. altjóða filmstevnan í Göte- borg. Hetta er stórsti norð- urlendski filmsmarknaður og umframt at vísa nýggj- astu altjóða og norður- lendsku filmarnar, so hevur alt síðani 1987 verðið serligur siður at sýna film, sum er úr Iran. Í 1998 var annar filmur Panahi’s “Spegilin” sýndur í Göteborg. Filmurin, sum stavaði frá árinum fyri, setir eisini kvinnuna í miðdepul- in. Í ár eru ikki færri enn tólv nýggir iranskir spæli- filmar á skránni í Göte- borg. Heiðursgestur er kvinnuligi iranski films- leikstjórin Tahmine Milani. Í Götebrog fer hon at sýna egna filmin “The Hidden Half ”, sum er um unga kvinnu, ið minnist aftur á islamsku kollveltingina í Iran í 1979, tá hon læs á lærda háskúlanum. Filmsstevnan í Göteborg, har sýndir verða ikki færri enn 510 stutt- og spæli- filmar, heldur áfram til og við mánadagin 4. februar. Norðurlond og tey fremmandu - Hvussu fáa vit minka um ræðsluna fyri teim fremm- andu? Hetta er millum fremstu spurningar, sum norðmenn vilja varpa ljós á, nú teir taka yvir for- manskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hetta sigur tíðindatænastan Norden i veckan hesa vik- una. Norski barna- og fa- miljuráðharrin Laila Dåvøy vil fyrst og fremst styrkja fatanina hjá teim ungu, tá um ræður siðbundnu norrønu virðini. “Harum- framt vil Noreg, nú vit fá formanssessin í Ráðharra- ráðnum leggja seg eftir at fáa á tal børn og ung úr útnyrðings Russlandi og teim sonevndu nærumráð- unum”, sigur norski barna- og familjuráðharrin, sum eisini nevnir ítøkiligar ætlanir at berja niður fremmandahaturin og spír- andi nasismuna millum norskan ungdóm. Eitt av endamálunum er at skapa samstarv millum norður- lendskan ungdóm, sum er av fremmandum uppruna og sum framhaldandi vilja búgva í Norðanlondum. Hinvegin nevnir norður- lendska tíðindatænstan hjá Norðurlandaráðnum hesa vikuna eisini donsku støð- una, har øll av fremmand- um uppruna fáa strengari kor at liva undir, verður so- nevndi útlendinga-politikk- urin samtyktur. Henda ætl- an hjá donsku stjørnini verður løgd fram í Fólka- tinginum fyri 1. mars. Í Norðanlondum eru gjørdir fleiri filmar, sum á ymsan hátt lýsa støðuna hjá fremmandum, sum velja at skapa sær nýggja tilveru í okkara londum. Eitt skemtiligt íkast í so máta var svenski filmurin Jalla Jalla, sum Filmsfelag Norðurlandahúsins sýndi fyri fullum húsum hin 7. januar. Grimi álvarin aftan fyri henda skemtiliga filmin kom tó til sjóndar í farnu viku, tá ein pápi beindi fyri dóttrini, tí hon ikki vildi giftast einum, hann hevði kosið. • Iranski filmurin Sirkulin verður sýndur í Norður- landahúsinum mándagin hin 4. februar klokkan 19:30. Filmurin varir hálvan annan tíma, er á farsi máli og hevur danskan undirtekst. Filmur í Norðurlandahúsinum: Dayereh - Sirkulin Løgmaður sendi fríggjadagin danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmus- sen eitt soljóðandi skriv: OL-VIÐURKENNING – Jeg vil først takke dig for de meget gode og konstruk- tive samtaler, vi havde under dit besøg her i sidste uge, sigur løgmaður í brævi, hann í gjár sendi Anders Fogh Rasmussen. Brævið er soljóðandi: »Anledningen for dette brev er, som jeg også nævnte for dig under dit besøg, at jeg både som Færøernes lagmand og som protektor for Færøernes Idrætsforbund (Ítróttasam- band Føroya - ÍSF) naturligvis gerne vil støtte forbundet i deres bestræb- elser for at blive anerkendt af den Internationale Olympiske Komite (IOC) som Færøernes Nationale Olympiske Komite (NOC). En sådan anerkendelse ville umiddelbart betyde, at færøske idrætsudøvere kunne repræsentere Fær- øerne ved de Olympiske Lege, som ville have umådelig stor betydning for det færøske folk og i særdeleshed for vore idrætsudøvere, der ville få helt nye og yderst motiv- erende muligheder inden- for de forskellige idræts- grene. ÍSF har i sinde at tilsende IOC en formel ansøgning om anerkendelse som NOC for Færøerne hen imod efteråret d.å. Før dette vil ÍSF kontakte IOC vedrør- ende den planlagte ansøg- ning. I forbindelse med disse forberedelser har ÍSF hen- vendt sig til mig med ønske om, at jeg udfærdiger en skrivelse, som både doku- menterer Færøernes polit- iske ledelses tilslutning til anerkendelsen af en færøsk national olympisk komite og som dokumenterer Fær- øernes specielle og relativt selvstændige konstitutio- nelle status under dansk suveræntitet. Jeg har nu ud- færdiget en sådan erklær- ing for ÍSFs agtværdige formål. Det ville utvivlsomt have en vigtig understøttende virkning på ÍSFs doku- mentation, om også Dan- marks statsminister ved en, om end muligvis ganske kortfattet, skrivelse ville tilslutte sig, at der af IOC anerkendes en national olympisk komite for Færø- erne. ÍSF har tilkendegivet, at sådanne eventuelle erklær- inger fra henholdsvis Dan- marks statsminister og Færøernes lagmand, i givet fald planlægges indkorpo- reret i en brochure af en vis kvalitet, således at doku- mentationen overfor IOC og eventuelle andre får en appellerende iklædning. I forhåbning om, at du velvilligt vil overveje det her nævnte, vedlægger jeg til din orientering kopi af lagmandens erklæring om sagen«. Løgmaður sent Fogh bræv um OL-viðurkenning Løgmaður, sum er verji hjá ÍSF, er nú kominupp í leikin at vinna Føroyum OL-viðurkenning. Hann hevur sent forsætisráðharranum bræv hesum viðvíkjandi - Eg vil ikki skriva til vaksin. Eg vil bara skriva til lesarar, sum kunnu skapa undur. Bara børn skapa undur, meðan tey lesa, hevur Astrid Lindgren einaferð sagt MENTAN Turið Kjølbro Mánadagin andaðist heims- gitni svenski barnabókarit- høvundurin, Astrid Lind- gren, 94 ára gomul. Síðsta mánaðin hevur Astrid Lindgren verið sjúk av ein- um álvarsomum virus- bruna. Kendastu bøkurnar, Astrid Lindgren skrivaði, vóru Pippi Langsokk, Emil úr Lønnibergi, Ronja Ráns- mannadóttir, Brøðurnar Leyvuhjarta og Børnini í Dundurdali. Bøkurnar um Pippi eru ivaleyst tær kend- astu og eru millum tær mest lisnu barnabøkur nakrantíð í nógvum londum. Tískil hevur hon havt ómetaliga stóra ávirkan á børn, og fer uttan iva at hava tað í fram- tíðini eisini. Hon varð mangan biðin um at skriva til vaksin, men noktaði altíð. - Eg vil ikki skriva til vaksin. Eg vil bara skriva til lesarar, sum kunnu skapa undur. Bara børn skapa undur, meðan tey lesa, segði Astrid Lindgren eina- ferð Astrid Lindgren hevur fingið nógvar bókmenta- virðislønir, men ongantíð tær heilt stóru, Norður- lendsku Bókmentavirðis- lønina ella Bókmenta- virðisløn Nobell. Astrid Lindgren varð fødd 14. november í 1907 í Vimmerby. Í 1931 giftist hon við Sture Lindgren, sum var stjóri. - Skálaborg er einki minni enn eitt skrímsl. Bygningurin er alt ov stórur og grefligur í útsjónd, og hvørki hóskar ella passar inn í miðbýin. At lagt bygningin inni á Sundi hevði verið meiri hóskandi, sigur Tordur Thorsteins- son, formaður í Miðbýarfelagnum í Havn SKÁLABORG Turið Kjølbro Allar súður eru ikki syftar í ætlanini at byggja ein 7000 fermetra stóran bygning á Skálatrøð í Havn. Í farnu viku løgdu stigtakararnir ætlanina fram fyri myndug- leikar og almenning, og sum skilst er hon ikki enda- liga liðug. Eitt nú er kostn- aðurin av ætlanini ikki út- roknaður. Men stendur tað til Miðbýarfelagið í Havn og einstaklingar, kemur ætlanin um henda stóran bygningin, sum á manna- munni hevur fingið heitið Skálaborg, ikki longur enn á skriviborðið. Einstak- lingar eru nevniliga í ferð við at savna undirskriftir inn í Havn í mótmæli ímóti ætlanini, og Miðbýarfelag- ið, har allir handlarnir í Havn eru limir í, er ikki sinnað at tosa fyri ætlanini. - Hasin bygningurin er einki minni enn eitt skrímsl, alt ov stórur og grefligur í útsjónd. Hann hvørki hóskar ella passar inn í miðbýin. At lagt hann inni á Sundi hevði verið meiri hóskandi, sigur Tord- ur Thorsteinsson, formaður í Miðbýarfelagnum í Havn. Miðbýurin yður av lívi og virksemi. Nógvir handl- ar eru komnir afturat í seinastuni, uttan tó at veganet og parkeringspláss fylgja við. Hetta er størsti meinbogin fyri miðbýin, heldur formaðurin í Mið- býarfelagnum. - Verður ein so stórur bygningur settur á Skála- trøð, missa vit nógv par- keringspláss og tað ber rætt og slætt als ikki til. At stig- takararnir skulu útvega fleiri parkeringspláss, trúgvi eg einki uppá. Um- framt klárar vegurin oman á Skálatrøð ikki eina økta ferðslu. Verður ætlanin veruleiki, skal ein nýggjur høvuðsvegur gerast oman til økið, og tí er als ikki pláss fyri. Sambært formanninum í Miðbýarfelagnum er eingin í felagnum fyri ætlanini at byggja ein so stóran bygn- ing á Skálatrøð. - Sjálvsagt er tað gott, at nógvir handlar eru í mið- býnum og at eldraíbúðir verða bygdar, men alt skal valdast. Hann roknar ikki við, at ætlanin um stóra bygningin verður av nøkrum. Skuldi nakað verðið bygt á Skála- trøð, kundi tað verðið bygningurin, sum Katrin Dahl, fyrrverandi býráðs- limur í Havn, tosaði fyri á sinni, heldur Tordur Thor- steinsson. Hetta var ein bygningur í fimm hæddum, sum lá tætt inn ímóti berg- inum. Niðasta hædd varð ætlað handlum, meðan ovaru hæddirnar vóru eldraíbúðir. - Hesin bygningurin tók ikki eitt parkeringspláss og hóskaði í útsjónd væl inn í umhvørvið á Skálatrøð, sigur Tordur Thorsteinsson. Miðbýarfelagið hevur fleiri ferðir tosað við Tórs- havnar býráð um tørvin á, at fleiri parkeringspláss verða útvegað miðbýnum. - Stóra trotið á parker- ingsplássum er ein stórur trupulleiki. Støðan er full- komiliga vónleys, og hóast vit fleiri ferðir hava tosað við myndugleikarnar um hetta, hendir einki. Skálaborg eitt skrímsl - Verður ein so stórur bygningur settur á Skálatrøð, missa vit nógv parkeringspláss og tað ber rætt og slætt als ikki til, sigur Tordur Thorsteinsson, formaður í Miðbýarfelagnum í Havn Leygardagin 9. februar verður bókmentatiltakið í Norðurlandahúsin um í Føroyum. Høvundarnir, ið vera við, eru Kari Aronpuro, Ib Michael, Mikael Torfason, Eva Runefelt, Tóroddur Poulsen, Lars Saabye Christen- sen, og Ole Korneliussen MENTAN Turið Kjølbro Komandi leygardag, tann 2. februar, skipar Nordbok, sum er norð- urlendska bókmenta- og bókasavnsnevndin og sum í ár hevur 40 ár á baki, fyri upplestri og samrøðum á Den Sorte Diamant í Keypmanna- havn við nøkur av teim- um, sum eru í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tey, ið eru við, eru Tóroddur Poulsen úr Føroyum, Lars Saabye Christensen og Hans Herbjørnsrud úr Noregi, Peter Kihlgård úr Svøríki, og Ole Kornel- iussen úr Grønlandi. Erik Skyum-Nielsen verður frásøgumaður. Tiltakið endar við, at áhoyrararnir kjósa dag- sins virðislønarvinnara. Hetta tiltakið er tað fyrsta í eini størri rithøv- undarundaferð til bóka- søvn og mentanardeplar í Norðurlondum, sum byrjaði í Helsingfors seinasta mánadag, 28. januar. Ferðin heldur fram fyrst til Åbo, Mariehamn, Stockholm, Århus, Keypmanna- havn, Göteborg, Oslo og Bergen, og síðani úr Reykjavík og Tórshavn til Nuuk, har ferðin endar 11. februar, sum er sama dag, sum virðis- lønarvinnarin verður av- dúkaður. Leygardagin 9. febru- ar kl. 16.00 verður bók- mentatiltakið í Norður- landahúsinum í Føroy- um. Høvundarnir, ið vera við, eru Kari Aronpuro, Ib Michael, Mikael Torfa- son, Eva Runefelt, Tór- oddur Poulsen, Lars Saabye Christensen, og Ole Korneliussen. Tey, ið eru í uppskoti í ár at fáa Norðurlendsku Bókmentavirðislønina eru Tóroddur Poulsen úr Føroyum, Klaus Høeck og Ib Michael úr Dan- mark, Kari Aronpuro og Ulla-Lena Lundberg úr Finnlandi, Mikael Torfa- son og Gyrdir Eliasson úr Íslandi, Lars Saabye Christensen og Hans Herbjørnsrud úr Noregi, Eva Runefelt og Peter Kihlgård úr Svøríki, Ole Korneliussen úr Grøn- landi, og Kirsti Paltto úr samiskan máløkinum. Virðislønin er 350.000 danskar krónur. Norðurlendsk rithøvunda- rundferð Tóroddur Poulsen úr Føroyum er í uppskoti til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina fyri yrkingasavnið Blóðroyndir, ið kom út í 2000 Astrid Lindgren deyð C M Y K 3 2