Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 20 - 30. januar 2002 Nr. 20 - 30. januar 2002 5 4 ára gamli Teitur, sum býr í Havn, er hvønn mikudag og hósdag í barnagarð- inum í Nólsoy. Teitur hevur tó fingið lovað barnagarðspláss í Havnini í august mánaða, men til ta tíð fer hann helst hvønn mikudag og hósdag til Nólsoyar í barna- garð BARNAANSING Ingrid Bjarnastein Tørvurin á ansingarpláss- um í Havn ger, at foreldur eisini umhugsa aðrar loysn- ir enn júst eitt barnagarðs- ella vøggustovupláss í Havnini. Summi børn eru jú hjá ommum og abbum, meðan onnur ganga í barnagarð aðrastaðni enn tey búgva. Til dømis er tað ikki heilt óvanligt, at børn úr Havn ganga í barnagarði á Velbastað sjálvt um mamman ella pápin arbeiða í Havnini. 4 ára gamli Teitur hevur búð í Havn síðani novem- ber mánaða. Áðrenn hann flutti til Havnar búði hann í Nólsoy, har hann eisini gekk í barnagarði. Í Nólsoy gekk hann í barnagarði í tvey ár, men nú familjan er flutt til Havnar, gongur Teitur framvegis hálva tíð í barnagarðinum í Nólsoy. – Hetta var mest fyri, at hann skuldi fáa onkran at spæla við, sigur pápi Teit, Hans Michael Hansen. – Vit fluttu til Havnar í november mánaða, myrkt og keðiligt er í veðrinum, og hetta hevur við sær, at hann kemur ikki í samband við nøkur børn í Havnini. Nú hevur hann eisini gingið í barnagarðinum í Nólsoy í tvey ár, og hann kennir børnini har, so vit settu okkum í samband við bygdaráðið, og spurdu um hetta var møguligt. Tað vísti seg, at tað var ongin trupulleiki. Sum er nú fara Teitur og pápin til Nólsoyar hvønn mikumorgun. Pápin fer so aftur til Havnar við Rituni, meðan Teitur verður ver- andi í Nólsoy náttina yvir. Hetta fyri, at hann skal sleppa frá at ferðast so nógv. Og síðani fer Teitur aftur í barnagarð hósdag. – Tað er ongin trupulleiki at fara til Nólsoyar við hon- um, men í longdini er hetta ikki tolandi, sigur Hans Michael. Ein rættur Hans Michael heldur, at tað er ikki lætt hjá kommuni í Tórshavn at útvega ansing- arpláss til børnini. Hann metir, at meira skuldi verið bygt, og kommunan eigur at syrgja fyri, at foreldrini fáa ansingarpláss til børn teirra. – Eitt ansingarpláss er ein rættur, júst sum tað er ein rættur at fáa børnini í skúla, tá tey eru sjey ára gomul, sigur Hans Michael. Men Teitur sær út til at trívast væl í barnagarðinum í Nólsoy, og vónandi fer hann at trívast eins væl í Havnini, tá hann í august mánaða sleppur frá at fara til Nólsoyar í barnagarð. Tørvurin á stovnspláss- um og skipaðaðari frítíð fyri børn í skúlaaldri er júst trupulleikin Foreldrafelag- ið leggur upp til á pall- borðsfundi í Klingruni í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 19.30. For- eldrafelagið metir, at hetta er ein landstrupuelleiki, og ikki bert ein kommunalur trupulleiki, og hevur for- eldrafelagið fingið umboð frá teimum ymsu politisku flokkunum til fundin, tí ætlanin er at hetta skal vera eitt av evnunum til kom- andi løgtingsval. Foreldrafelagið, sum skipar fyri pallborðs- fundi í kvøld, setur spurningin: Barna- ansing – rættur ella krav? Í hesum sam- bandi hevur Sosialur- in tosað við Gunnar í Liða, stjóra á Trygg- ingarfelagnum Før- oyar, hvussu nógv hann sum stjóri á einum stórum felagi, kennir til henda trupulleika BARNAANSING Ingrid Bjarnastein – Sum felag hava vit sjálv- andi fólk, ið fáa børn, sum so síðani fáa tann trupul- leikan, at tey ikki fáa nakað stovnspláss til barnið, sigur Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum Før- oyar. – Men higartil hava vit klárað okkum, antin við tí, at foreldrini hava sjálvi fingið eitthvørt pláss til barnið, tá farloyvið er úti, ella hevur trupulleikin ver- ið loystur við longdum far- loyvi. Tá talan er um longd far- loyvi, verður hetta altíð viðgjørt við vælvild, men tó so. Farloyvið er tíðarav- markað eins og øll onnur farloyvi, og higartil hevur Tryggingarfelagið ikki mist nakað av starvsfólkun- um vegna vantandi stovns- pláss. Spurdur um, at eitt so stórt felag sum Tryggingar- felagið, hevur umhugsað eina »Føroya Tele – loysn«, her verður hugsað um egn- an dagstovn til børnini hjá arbeiðsfólkunum í Trygg- ingarfelagnum, svarar Gunnar í Liða. – Jú, tað hava vit um- hugsað. Samstarvsnevndin gjørdi eina kanning fyri at síggja, hvussu stórur tørv- urin var á ansingarplássin- um. Út frá hesi kanning gjørdi leiðslan so av, at tað var ikki grundarlag fyri at gera eitt egið stovnspláss, sum Føroya Tele hevur gjørt. 4 ára gamli Teitur: Býr í Havn, barnagarð í Nólsoy 4 ára gamli Teitur, sum býr í Havn, gongur hálva tíð í barnagarði í Nólsoy Mynd: Jens Kr. Vang Ungmannafelagið Samljóð í Skopun skipar leygardagin aftur fyri hugnakvøld- ið. Kalt borð og pall- skemt verður á skránni, umframt teir vælumtóktu premiu- dansirnar við ballón- um og appelsinum. Eisini fer eitt orkestur at spæla til dans, og eisini verður tunnan sligin leygarkvøldið. Sagt verður frá fyri- reikarunum, at tey gleða seg at síggja bygdarfólkið aftur, og tekningarlistar verða lagdir út í vikuni. Mánadagin verður føstulávintshald fyri børnini. -ib Hugnakvøld í Samljóð Barnaansing: Ongin Føroya Tele-loysn til Trygginarfelagið Dansifrøi, sum fylti 30 ár um vikuskiftið, hevði stórt dansitiltak í Norðurlanda- húsinum leygardagin. Sosialurin var á staðnum og tók nakrar myndir av dansarunum, sum svingaðu fyri lívinum. -ib Mynd: Jens Kr. Vang Væleydnað dansitiltak Gunnar í Liða, stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at higartil hevur felagið ikki mist nakað av starvsfólkum sínum vegna trot á ansingarplássum í Havnini – Í farnu viku gjørdi nýskapandi lemma- virkið, Injector Door í Vági, avtalu við eitt risastórt, spanskt felag, sum umsitur 350 trolarar og í vár verða trollemmar úr Vági og trol frá Vónini í Fuglafirði grundar- lagið undir eini stórari fiskivinnukanning í Kanada VINNULÍV Áki Bertholdsen Tað gongur strúkandi hjá nýggja trolvirkinum í Vági, Injector Door. Virkið hevur nú rættiliga bitið seg fast á altjóða marknaðinum, líka sunnan úr Ný Sælandi, eystur í Afrika og norður í Kanada. Jan Allan Múller, markn- aðarstjóri hjá trolvirkinum Injector Door, sigur, at hann kann ikki annað enn lata væl av gongdini. Sostatt avlívar hann eis- ini upp á tað allar harðasta leysasøgurnar í Vági sein- astu dagarnar um, at Inject- or skal vera í fíggjarligum trupulleikum og vera við at fara á húsagang. – Tað er beint øvugt, sig- ur hann. Injector Door má av sonnum sigast at vera ein sólskinssøga í føroyum vinnulívi. Sjálvandi er øll byrjan trupul, ikki minst, tá ið talan er um at bróta upp úr nýggjum, men tað hevur gingið alsamt framá, ikki minst hetta seinsta árið, tá ið umsetningurin hjá felag- num er fleirfaldaður. – Hetta seinasta árið er umsetningurin hjá Injector Door vaksin yvir 300%, sigur Jan Allan Múller. Hann sigur, at talan var um at koma inn á ein ógvu- liga konservativan marknað við eini spildurnýggjari framleiðslu og tað er ómetaliga krevjandi. Men hjá Injector Door hevur hetta eydnast so mik- ið væl, at felagið nú verður noytt til at víðka um virk- semið fyri at kunna nøkta eftirspurningin. Jan Allan Muller sigur, at fiskivinnan runt um í heim- inum hevur veruliga fingið eyguni upp fyri trollemm- unum íVági og eftirspurn- ingurin eftir teimum veksur tískil støðugt. – Umframt til fiskiflotan í fleiri londum í Evropa, selja vit eisini lemmar til fiskiskip í Kanada, í fleiri londum í Afrika, Saudi Arabia og til skip í Falk- landsoyggum, Nýsælandi, Avstralia og Russlandi, fyri at nøvna nøkur lond úr hvør sínum herðashorni. Hann sigur eisini, at lemmarnir í Vági, eru ógvuliga ymiskir til stødd- ar. – Vit hava gjørt heimsins størstu trollemmar, tað eru tveir lemmar sum vóru 19 fermetrar til støddar hvør, ella sum eitt hampiligt stovugólv og teir viga 6.500 kilo hvør. Teir lemmarnir vórðu lætnir norska rækjutrolara- num Remøy. – Vit hava eisini gjørt heimsins minstu trollem- mar, teir vóru bara 0,6 fer- metrar, ella sum eitt lítið, fittligt køksborð. Teir lemmarnir fóru um- borð á ein lítlan, danskan trolara. Reiðarí við 350 skipum Marknaðarstjórin hjá Injec- tor Door sigur, at eitt nú leverar virkið í Vági lem- mar til 90% av teimum stóru rækjutrolarunum í Grønlandi. Sum heild hevur Injector Door eini 65% av øllum grønlendska marknaðinum. – Og í farnu viku gjørdu vit eisini avtalu við risa- stóra útgerðarfelagið Car- domar í Spania, sum um- situr ikki færri enn 350 trolarar. – Avtalan við teir gongur út uppá at levera lemmar til so nógvar bátar hjá teimum sum gjørligt. Men harum- framt verður Cardomar umboð fyri Injector Door í Spania og Portugal. – Gardomar er eitt stórt, viðurkent felag, sum hevur stóra ávirkan á fiskivinn- una har um leiðir og vit eru ógvuliga fegin um at hava fingið so týðandi sam- starvsfelaga, sigur Jan Allan Múller. Samstarv við Kanad- iskar myndugleikar Jan Allan Múller sigur, at í vár fer Injector Door, saman við trolvirkinum Vónini í Fuglafirði, undir eina verkætlan í samstarvi við Orkumálaráðið, Vinnu- málaráðið og eitt reiðarí í Kanada. – Hetta er ein verkætlan, sum skal útgreina, hvussu kanadiarar kunnu fáa sum mest burturúr teirra fiski- vinnu og har er so teirra meting, at lemmar úr Vági og trol úr Fuglafirði koma at fáa ein týðandi leiklut. Hann sigur, at úrslitið av hesi royndini verður lagt fram á fiskivinnustevnu í Trondheimi í Noregi seinni í ár. Ikki føroyingar Jan Allan Múller sigur, at hóast útlendingar rættiliga hava fingið eyguni upp fyri dygdunum í lemmunum hjá Injector, hevur tað knípt at fáa fótin rættiliga fastan á føroyska marknaðinum. Men hann veit eisini, hvørjar orsøkirnar til tað eru: – Tá ið lemmarnir vórðu mentir, vóru teir royndir umborð á føroyskum skip- um. Men av tí, at talan var um royndir, vóru sjálvsagt nøkur mistøk gjørd. – Hesi byrjunartrupul- leikar hanga tíverri við enn, hóast lemmarnir eru nógv mentir síðani tá og tískil eisini rigga nógv betur nú, enn teir onkuntíð gjørdu tá. Tí ivast hann heldur ikki í, at tað er bara ein spurn- ingur um tíð, áðrenn før- oysk skip eisini í størri og størri mun fara at seta før- oyskar lemmar undir trol- ini. – Lemmarnir rigga til fulnar, líka úr Nýsælandi, um Falklandsoyggjarnar, norður til Grønlands, so tað skal vera løgið, um teir ikki eisini rigga til fulnar hjá føroyskum bátum. Hann leggur afturat, at Injector ger lemmar bæði til vanligan botnfiskiskap og til fiskiskapeftir upp- sjóvarfiski. Tað arebeiða gott 20 fólk á trolvirkinum hjá Injector Door í Vági og á umboðsskrivstovuni í Es- bjerg í Danmark er Jan All- an Múller sjálvur annar. Hava fingið blátt stempul Marknaðarstjórin hjá In- jector Door, sigur, at lem- marnir verða marknaðar- førdir og seldir sum ein há- ment vøra. – Tað sæst aftur í prísi- num, tí okkara lemmar eru eini 30-40% dýrari enn teir vanligu lemmarnir. Men hesin meirkostnaðurin er skjótt spardur inn aftur, Jan Allan Múller sigur, at tær frágreiðingar, teir hava fingið frá skiparum, sum hava brúkt lemmarnar, vísa allar á, at skipini spara munandi olju við at brúka føroysku lemmarnar. Orku- sparingin hjá flestu trolar- unum liggur ímillum 10- 15% og oftani eisini meiri enn tað. – Men hartil kemur, at hesir lemmarnir hava at kalla ikki samband við hav- botnin, tá ið togað verður. Tvs, at skipini spara nógvar skógvar. – Tað, vit fáa at vita frá trolarum, er, at nú teir eru farnir at brúka lemmarnar úr Vági, kunnu teir hava somu skógvar undir lemm- unum í einar seks vikur, har teir fyrr plagdu at skifta skógvar eina ella tvær ferð- ir um vikuna, tá ið teir brúktu teir vanligu lemmar- nar. At skifta skógvar kostar einar 7.000 krónur hvørja ferð, so tað verður skjótt til pengar, sigur Jan Allan Múller. Hann sigur, at bæði tað, at lemmarnir eru orkuspar- andi hjá trolarunum og tað, at teir at kalla ikki koma í botn og tískil heldur ikki fara so illa við havbotni- num, sum vanligu lemmar- nar, hevur fingið donsku stjórnina at geva lemm- unum tað bláa stemplið. Tað ber í sær, at danskir trolarar, sum fáa sær lemm- ar úr Vági, fáa 20% av kostnaðinum endurgoldið úr danska landskassanum eftir eini lógvargrein um íløgur í “umhvørvis- og orkusparandi tiltøk”. Nú royna fiskivinnu- myndugleikar í Grønlandi eisini at fáa grønlendska landskassan at veita grøn- lendskum skipum somu sømdir. Trollemmar úr Vági svimja nú í øllum heimsins høvum Tað kann vera tungt at bróta upp úr nýggjum. Tað hevur Helgi Larsen ásannað, síðani hann uppfann teir nýggju trol- lemmarnar. Men nú gongur strúkandi og Injector Door í Vági má av sonnum sigast at vera ein sólskinssøga í føroyskum vinnulívi Hetta er tað sum skipararnir á nøkrum skipum halda um lemmarnar frá InjectorDoor í Vági Per Kjærbæk, skipari á Kiliutaq, Grønland Av tí at vit bara havt havt lemmarnar undir í sjey vikur, er tað sjálvsagt trupult at siga nakað endaligt um, hvussu væl teir halda. Men í hvussu so er hava vit staðfest, at vit hava spara einar 400 litrar av olju um samdøgurið, síðani vit fóru at brúka lemmar frá Injector Door. Síðani eg fór at fiska rækjur undir Vesturgrønlandi fyri 15 árum síðani, er hetta fyrstu ferð, at einir skógvar hava vart í 36 dagar og vit hava roynt nógv ymisk sløg av lemmum. Lemmarnir hanga beint og teir koma ikki ov langt inn í kjalarvørrin, tað hevur stóran týdning, tá ið vit fiska við tvítroli. Lemmarnir eru góðir at skjóta, teir spíla væl og halda spílin. Eftir mínum tykki hava vit gjørt eitt gott keyp. Stendur tað til mín, verður hetta ikki síðstu ferð, lemmar frá Injector Door verða keyptur umborð á Kiliutaq. Dávur D. Mohr, skipari á Timmiarmiut, Grønland Vit eru sera fegnir fyri okkara nýggju lemmar frá injector Door. Av tí at maskinan er í minna lagi eftir skipinum, hava vit verið noyddir at seta nógv á motorarnir, so at siga alla tíðina, men síðani vit fingu hesar nýggju lemmarnar, klára vit okkum vit nógv minni motormegi. Spølini plaga at hava eitt trýst uppá 31 bar, nú er tað niðri á 27-28 bar. Eg havi aldrin roynt lemmar, sum á nakran hátt tola samanbering við lemmarnar frá Injector Door. Skiparin á Grand Hermine,Frakland Teir eru lættir at arbeiða við. Slitið er nógv minni enn við øðrum lemmum, vit hava brúkt. Teir spíla væl og eru sera stúttir. Tað er ongin ivi um, at vit fara at brúka hesar lemmarnar í framtíðini og vit fara eisini at mæla øðrum til at brúka teir. Skiparin á Skjøtningsberg, Noreg Vit hava brúkt lemmar frá Injector í fiskiskapi eftir toski og rækjum. Tað hevur verið eitt ótrúligt framstig á øllum økjum. Við vanligum lemmum máttu vit seta 90-100% á maskinuna, tá ið vit togaðu. Nú, vit hava lemmar frá Injector, er tað bara neyðugt at seta 60% á maskinuna og kortini toga vit 1,5-2 míl skjótari enn fyrr. Hetta hevur ført við sær, at vit fáa toga átta tíma longri um samdøgurið.Vit hava spart einar 1.500 litrar av olju um samdøgurið, tað er ein sparing upp á 28%, og vit hava spart einar 20 litrar av smyrjiolju um døgnið. Lemmarnir eru lættir at skjóta. Teir ganga lætt eftir botni og tað hevur gjørt, at vit ongantíð verða fastir í botni. Johan Granfors, skipari á Sonne, Finland Lemmarnir frá Injector Door spíla 20% meir, uttan at brúka meiri olju. Spíla væl ímeðan vit snara og tað eru vit ikki vanir við. Sera lættir at arbeiða við Henrik Torkelson, skipari á Almy West, Svøríki Vit hava spart eini 20% í olju, síðani vit fóru at brúka lemmar frá Injector, hóast vit toga við somu ferð. Lemmarnir eru lættir at snara við og ganga lættliga eftir vánaligum botni Heðin Joensen skipari á Varak, Noregi Sera lættir at arbeiða við og vit hava spart munandi í olju, síðani vit fóru at brúka lemmar frá Injector Door, hóast vit toga skjótari Skipararnir eru endurgivnir av nýggju heimasíðuni hjá Injector Door á www.injectordoor.com Heimasíðan er ikki endaliga liðug, men har verður greitt frá lemmunum á átta ymsum tungumálum. Hetta siga skiparar um trollemmarnar úr Vági C M Y K 5 4