mikudagur 30. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 20 - 30. januar 2002
Nr. 20 - 30. januar 2002
7
Kirkjuráðini í Norð-
urstreymoy hava
gjørt av at lýsa
prestastarvið í
Hvalvík leyst av
nýggjum
KIRKJUMÁL
Lýst verður av nýggjum
eftir presti til Hvalvíkar. Ov
fáar umsóknir komu inn, tá
lýst varð fyrru ferð.
Hans
Jacob
Joensen,
biskupur, sigur, at kirkju-
ráðini í Norðurstreymoy
eru vorðin samd um onga
innstilling at gera til presta-
starvið í Norðurstreymoy.
Tað komu tvær umsóknir,
tá starvið varð lýst leyst.
Ein føroysk og ein út-
lendsk.
Við aðrari umsóknini
vóru onkur fyrvarni, og
varð tí hildið frægast at
royna at fáa fleiri umsóknir,
og tí er gjørt av at lýsa av
nýggjum, sigur biskupur.
Eisini í Suðurstreymoyar
eystara prestagjaldi hevur
verið lýst eftir presti. Talan
er um eitt hjálparpresta-
starv, sum skal setast fyri í
minsta lagi eitt ár. Hetta er
fulltíðarstarv.
Presturin, sum var í
hjálparprestastarvinum,
undan tí, sum nú skal
setast, var starvsettur hálva
tíð.
Tað kom ein umsókn til
hetta starvið, sigur biskup-
ur, og kirkjuráðini hava
gjørt av at instilla viðkom-
andi, sum væntandi verður
settur í starvið.
ej
Lýsa av nýggjum
Á snikkaravirkinum
Buli á Signabø hava
teir úr at gera. So
nógv sethús skulu teir
smíða í ár, at teir
noyðast at biða fólk
innrætta fyri seg
HÚSASMÍÐ
Edvard Joensen
Byggivirksemið í landinum
er sera stórt í løtuni.
Sniðhúsavirkið Bulur á
Signabø hevur 13 hús
niðurfyri at gera í ár, um-
framt at eisini er biðið um
tilboð upp á hús til kom-
andi ár.
Jákup
Suni
Joensen,
stjóri á Buli, sigur, at um-
framt at smíða hús kring alt
landið í hesum árinum, eru
longu fyrispurningar kom-
nir um at smíða hús í
Hoyvíkshaganum.
Byggingin í Hoyvíkshag-
anum verður ikki fyrr enn
komandi ár, og eru tað
feløg, sum selja lidnar
loysnir, sum hava biðið um
hús frá Buli.
Jákup
Suni
Joensen
heldur, at tað er heldur
sjáldsamt við hesi støðuni,
at so nógv er umbiðið so
tíðliga á árinum.
Teir eru níggu mans, sum
arbeiða hjá Buli, og teir
hava sett hús upp um alt
landið at kalla. Á Sandi og í
Klaksvík hava teir verið.
Okkurt hús skal vestur í
Vágar, eins og fyrispurn-
ingar eisini eru aðrastaðni
úr Norðoyum enn úr Klaks-
vík.
– Tað er næstan soleiðsi,
at ein verður noyddur at
skilja frá, sigur Jákup Suni
Joensen. Tað er so galið, at
vanligt viðlíkahald líkasum
tykist koma í aðru røð, sum
gongdin er í dag.
Hann sigur, at fólk tykj-
ast ganga alt meira yvir til
at fáa sær eittplanshús.
Tað hevur ymsar grundir,
heldur Jákup Suni Joensen.
Lutvíst eru tey bílig og
rímiliga løtt at fíggja, og
eisini eru tey lættari at
halda.
Byggivirkið
Bulur
á
Signabø ger lyklaklár hús,
greiðir Jákup Suni Joensen
frá. Men í løtuni er trýstið
so stórt, at teir klára ikki
annað enn at gera tey liðug
á virkinum og seta tey upp.
Alla innrætting noyðast
teir at keypa uttaneftir,
sigur hann. Timburmenn,
elektrikarar og sjálvt málar-
ar hava teir avtalur við,
greiðir hann frá.
Fyrr var tað mangan so,
at fólk royndu sjálv at gera
sum mest, tá bygt varð.
Serliga málararbeiðið var
slíkt, sum fólk vanliga
gjørdu. Men í dag tykjast
fólk hugsa øðrvísi, sigur
Jákup Suni Joensen.
– Bæði maður og kona
arbeiða og halda seg ikki
hava tíð til slíkt. Tey satsa
upp á inntøkuna og biða so
fólk byggja fyri seg, sigur
hann.
Bulur hevur fastar avtalur
við handverkarar, sum gera
húsini liðug. Talan er bara
um føroyingar, sigur Jákup
Suni Joensen.
Tað, sum virkið ger
sjálvt, eru sjálv elementini,
sum verða gjørd inni á
vikrinum á Signabø. Síðan
verður farið á grundina at
seta húsini upp. Tað tekur
vanliga ein dag at inniloka
eisini sniðhús.
Síðan er tað, at hinir
handverkararnir koma inn í
myndina, greiðir jákup
Suni Joensen frá.
Kostnaðurin fyri innrætt-
ing og liðugtgerð verður
vanliga avroknaður millum
eigaran og tann , sum ger
tað arbeiðið, hóast tað í
grundini eisini er virkið,
sum setir teir í starv, greiðir
stjórin á Buli frá.
Rættiliga nógv byggivirksemi
Kirkjuráðini í Norðurstreymoy hava gjørt av at lýsa prestastarvið í Hvalvík leyst av nýggjum
Mynd: Edvard Joensen
Tað er so mikið nógv at gera á sniðhúsavirkinum á Signabø, at teir noyðast at biða fólk uttan eftir um at innrætta húsini, teir seta upp
Mynd: Jens Kristian Vang
Argumentini hjá
myngugleikunum eru
púrasta burturvið.
Vínið verður tikið
framum í almennu
rúsdrekkasøluni,
sigur Einar Waag
RÚSDREKKA
Heri á Rógvi
Tað var í Sosialinum miku-
dagin í farna viku, at Einar
Waag greiddi frá, hvat hann
helt um ætlaðu broyting-
arnar á avgjaldinum á rús-
drekka í Føroyum.
– Ætlaðu broytingarnar í
avgjaldinum á rúsdrekka
taka ein stóran av grundar-
lagnum undan føroyska
ølinum, segði Einar Waag
m.a.
Hansara sjónarmið vórðu
afturvíst av bæði Bjarna
Djurholm,
landsstýris-
manni, og Dagmar S. Joen-
sen, stjóra fyri Rúsdrekka-
sølu landsins. Tey meintu,
at Einar Waag ikki hevði
skilt støðuna heilt rætt.
– Tað er møguliga rætt, tá
sagt verður, at eg kanska
ikki heilt skilji manna-
gongdina, men fakta er at
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum hevur lagt eitt
fullfíggjað
lógaruppskot
fyri Landsstýrið, uttan at
hava havt nakað samband
við vinnuna hetta lógarupp-
skot rakar.
Einar Waag letur tó aftur
frætta frá sær.
– Eg berjist fyri mínari
fyritøku, og hetta stigið er
ikki gott fyri nakað av før-
oysku bryggjaríunum, sigur
Einar Waag.
Tà vit spyrja Einar eftir,
um hetta ikki bert er lobby-
isma frá hansara síðu, svar-
ar hann, at hann sjálvandi
roynir
at
arbeiða
fyri
áhugamálini
hjá
sínari
fyritøku.
– Rúskdrekkasøla lands-
ins hevur gjørt eitt gott ar-
beiði fyri at fremja vínsøl-
una í Føroyum. Starvsfólk-
ið er væl skúlað og tey hava
duga at skapt áhuga fyri
víni í Føroyum, og harvið
eisini fingið víni fram mill-
um manna í Føroyum, har
tað kanska ikki var stórur
áhugi áður, sigur Einar
Waag.
Einar vísir á, at stjórin
fyri Rúsuna hevur borið
upp á mál, at tað bert eru
tey etableraðu, sum drekka
vín, og at øl og vín ikki
kappast, tá hetta er hvør sín
drykkur til hvørt sítt høvi.
Hesum er Einar Waag tó als
ikki samdur í. Hann metir
so avgjørt ikki, at teirra øl-
søla verður tann sama, um
ætlaðu broytingarnar verða
veruleiki. Hann er avgjørd-
ur í tí sjónarmiði, at víni fer
at eta av ølmarknaðinum.
– Um tað er soleiðis, at
tað bert eru tey etableraðu,
ið drekka vín, so kunnu tey
eisini sleppa at gjalda fyri
tað. Merkir hetta, at fólk
bert drekka øl fyri at gerast
full? Føroyingar hava altíð
drukkið øl, og tað er ein
partur av mentanini at
drekka øl aftur við matin-
um – serliga føroyskum
mati. Tað er eisini beinleið-
is skeivt at siga, at øl og vín
ikki verða nýtt til sama
høvi, sigur Einar Waag.
Er tað nøkur orsøk til at
framskunda eina gongd,
sum møguliga kemur av
ráki úr Danmark? Er nøkur
orsøk til at lóggeva til
frama fyri vín, tá tað kemur
at ganga útyvir eina før-
oyska vinnu, spyr Einar
Waag.
Stjórin á Føroya Bjór fær
seg ikki til at skilja hug-
burðin hjá myndugleikun-
um, sum framseta teirra
gulløl sum sterkt øl. Hann
metir ikki, at talan er um
nakran týðandi mun, og tí
gevur tað í hansara verð
ikki nakra meining ikki at
minka um avgjaldið á gull-
ølinum eisini, tá víni og
pilsnaraøli verður bíligari
at keypa.
– Einkarsølan hevur alla
tíðina roynt at fremja vín-
søluna í Føroyum, nú tá tað
sær út til at eydnast, skula
tey eisini gera víni bíligari,
sigur Einar Waag.
Stjórin
fyri
størsta
bryggjaríið í landinum hel-
dur tað vera løgið, at mynd-
ugleikararnir
samanbera
soleiðis uttan víðari við eitt
nú gongdina í Danmark,
har tey donsku bryggjaríini
hava mist nógva sølu. Sam-
stundis fílist hann á, at
ólógligt rúsdrekka verður
nevnt sum ein avgerandi
faktorur.
– Ein harmonisering skal
fara fram í ES yvir nøkur ár
fyri at darva smugling. Før-
oyar eru ikki í ES, eru ikki
landfast við annað land og
hava eina løgreglu og toll-
vald, sum sær alt. Ì Dan-
mark kappast bryggjaríini
við nógvu keypini hjá døn-
um í Týsklandi og øðrum
londum, har øl kann fáast
bíliga til vega, sigur Einar
Waag.
Sum heild kennir Einar
Waag, at myndugleikarnir
ikki hava neyðugt fyrilit
fyri føroysku bryggjaríun-
um.
Annars heldur Einar at
hetta kjak kann halda uppat
nú, og takast uppaftur aft-
aná valið í apríl, tí tað er
ikki líkt til at nakað fer at
henda í hesum málið nú.
– Sjálvandi er avgjaldið í
Føroyum alt ov høgt, men
vín og øl skulu viðgerast
líka, og vín skal ikki favor-
iserast, sigur Einar Waag at
enda.
Í spurninginum um
avgjøldini á rús-
drekka liggur bólt-
urin hjá Karsten
Hansen, fíggjarmála-
ráðharra. Men fólk
skulu ikki byrja at
gleða seg ov tíðliga, tí
Karsten hevur ongar
ætlanir um at leggja
málið fyri tingið sum
nú er. Karsten Hansen
metir ikki leiklutin
hjá Bjarna Djurholm
í hesum málinum
vera hóskandi
RÚSDREKKA
Heri á Rógvi
Avgjøld – eisini tey á rús-
drekka – hoyra undir fíggj-
armálastýrið. Ovastin á
fíggjarmálastýrinum
er
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður. Fyrrverandi løg-
regluovastin í Klaksvík
hevur fingið eitt tilmæli úr
Vinnumálastýrinum, undir-
skrivað av Bjarna Djur-
holm, landsstýrismanni.
Bjarni greiddi í síðstu
viku Sosialinum frá, at tal-
an var um vanliga manna-
gongdin í einum tílíkum
máli, sum lá til tvey stýri, tá
ið hann umsitur rúsdrekka-
mál, og Karsten Hansen
umsitur fíggjarmál.
Bjarni Djurholm segði í
sama viðfangi, at málið nú
hevði ligið hjá Karsten
Hansen og fíggjarmálastýr-
inum 3/4 ár, og hann hevði
eisini roynt at skunda undir
málið.
Útleggingin hjá Karsten
Hansen um hetta sama mál-
ið er tó ikkí heilt eins.
Karsten kennir tað als ikki
sum nakað samstarv mill-
um Vinnumálastýrið og
hansara egna stýrið, Fíggj-
armálastýrið. Tað var á
landsstýrisfundi í fjør, at
Karsten Hansen fyrstu ferð
frætti um ætlaðu broyting-
arnar.
– Á landsstýrisfundi 13.
juni 2001 boðaði Bjarni
Djurholm frá um ætlaðu
broytingarnar á avgjøldun-
um á rúsdrekka. Hetta kom
óvart á meg, og eg boðaði
eisini løgmanni frá hesum,
sum eisini gav Bjarna boð
um, at málið hoyrdi undir
mítt málsøki, og málið
skuldi ikki fyri landsstýrið,
sigur Karsten Hansen.
Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum kennir støð-
una hjá starvsfelagnum í
Vinnumálastýrinum í hes-
um málinum vera óhósk-
andi.
Á áðurnevnda landsstýr-
isfundi varð eisini tann
prinsipielli
spurningurin
um hvør leikluturin hjá
landsstýrismonnum
skal
vera í tílíkum málum, har
ivi er um málsøki ella mál-
ið nertir tvey stýri. Niður-
støðan var, at landsstýris-
menn skulu kunna avvarð-
andi landsstýrismann, áðr-
enn farið verður yvir um
mark.
– Eg valdi ikki at gera
nakað við málið, men eg
kundi sjálvandi farið í fjøl-
miðlarnar við hesum. Tað
er ein spurningur, um hetta
kanska er brot á stýrisskip-
anarlógina, sigur Karsten
Hansen.
– Eg havi so ongantíð
gjørt nakað tilmæli í einum
málsøki hjá Bjarna Djur-
holm, staðfestir Karsten
Hansen.
Kenna støðuna
Hóast Karsten Hansen hev-
ur fingið eitt tilmæli, so
hevur hann ongar ætlanir
um at fara víðari við málin-
um – í øllum førum enn.
– Eg fari ongan veg
víðari við málinum sum
støðan er. Eg skal fyrst
hava vissu fyri, at hetta ikki
fer at økja um nýtsluna,
áðrenn eg geri nakað við
málið, men hetta verður
ikki
í
næstum,
sigur
Karsten Hansen.
Tá tað ikki er leingi til
næsta løgtingsval, er tað ein
spurningur, um Karsten
Hansen fer at gera nakað
við rúsdrekkaavgjøldini.
– Eg seti nakrar heilt
greiðar fortreytir, um eg
skal gera nakað við málið.
Vit skulu kanna eftir, hvat
er hent aðrastaðni, og tað er
týdningarmikið, at nýtslan
ikki veksur, sigur Karsten
Hansen, sum ikki ætlar sær
at leggja nakað uppskot fyri
tingið, fyrr enn hann fær
hetta uppfylt.
Karsten Hansen hevur
starvast sum løgreglumað-
ur, og hann sigur seg kenna
málið hiðaniífrá eisini.
– Er tað knapliga vorðið
fínari at drekka vín enn øl.
Tá víst verður á, at gongdin
rættar seg sjálvan, hví eiga
vit so at gera nakað, spyr
Karsten Hansen.
Karsten Hansen:
Avgjøldini fara ongan veg
– Eg valdi ikki at
gera nakað við
málið, men eg
kundi sjálvandi
farið í fjølmiðl-
arnar við hesum.
Tað er ein spurn-
ingur, um hetta
kanska er brot á
stýrisskipanar-
lógina, sigur
Karsten Hansen
Einar Waag, Føroya Bjór:
Vínið verður tikið framum
– Sjálvandi er avgjaldið í Føroyum alt ov høgt, men vín og øl skulu viðgerast líka ,og vín skal ikki
favoriserast, sigur Einar Waag at enda, sigur Einar Waag
C
M
Y
K
7
6