Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 20 - 30. januar 2002 Nr. 20 - 30. januar 2002 9 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Selja lítlan laks Norski laksaútflutning- urin er minkaður nógv í seinastuni, og seinastu dagarnar er støðan versnað dag frá degi. Tað hevur havt við sær, at nógvir útflytarar hava steðgað søluni. Trupulleikin er, at laskaprísurin á ES- marknaðinum er so lágur í løtuni. Reglan um minstaprís á norsk- um laksi til ES ger, at laksurin kann ikki seljast hagar sum er, og tað ger ikki støðuna betur, at summir útflyt- arar lógliga kunnu selja laks, hóast prísurin er niðan fyri minstaprísin. Her er talan um laks til roykingar. Formaðurin í norska alafelagnum, Tarald Sivertsen, sigur, at ES- marknaðurin er stein- deyður í løtuni. Markn- aðirnir í Eysturevropa og í Asia kunnu nýtast, men eisini har eru prísirnir lágir, sigur hann. Vanliga er hendan tíðin á árinum rættiliga friðarlig á laksamarkn- aðinum, og sølan plag- ar at veksa aftur út ímóti páskum. Norsku alararnir bíða nú eftir, at prísirnir skulu hækka aftur, men eingin torir at siga nakað um., nær tað verður. Fleiri norskir alarar hava eisini trupulleikar við gjaldførinum, nú teir noyðast at bíða eftir betri prísum. Týsk framgongd Týskir búskaparfrøð- ingar halda, at gongdin í landsins búskapi fer at venda nú eftir aftur- gongd eina tíð. Hagtøl fyri teir seinastu mán- aðarnar í fjør vísa, at framgongd hevur verið í vinnulívinum í vestara parti av landinum. Búskaparfrøðingarir halda tí, at vend fer at koma í búskapin, sum frammanundan var merktur av minkandi framleiðslu og veks- andi arbeiðsloysi. Úr Norðurlondum: Ongan stuðul til gravstað Muslimarnir í Danmark hava leingi havt ætlanir um at fáa sín egna kirkjugarð ella grav- stað, og nú vilja teir eisini hava tað almenna at rinda ein part av útreiðslunum av einum tílíkum gravstaði. Mánadagin var fund- ur millum umboð fyri muslimarnar og kirkju- málaráðharran, Tove Fergo, men har gjørdi ráðharrin greitt, at stat- urin fer ikki at rinda stuðul til gravstaðin, sum muslimarnir ætla at gera í Brøndby kommunu. Undanfarna stjórnin var haraftur- ímóti sinnað at veita stuðul. Muslimsku leiðarar- nir vóru vónsviknir eft- ir fundin við ráðharran. Teir halda tað vera rímiligt, at tað almenna stuðlar tiltakinum, tí teir donsku muslimar- nir rinda skatt eins og aðrir danskir borgarar. Muslimarnir siga, at avgerðin fer tó ikki at ávirka ætlanina um ein muslimskan gravstað. Vanlukka í rættin Norska ákæruvaldið hevur lagt sak ímóti reiðarínum HSD og skiparanum á ferjuni "Sleipner", sum fór á land 26. november í 1999. Vanlukkan kost- aði sekstan mannalív. Ákæruvaldið hevur ákært skiparan fyri grovt ósektni. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í trý ára fongsul. Reiðaríið er ákært fyri brot á norsku revsi- lógina, tí ákæruvaldið vil vera við, at trygdar- ásetingarnar umborð á ferjuni vóru ikki í lagi, og at manningin hevði ikki fingið ta neyðugu útbúgvingina, áðrenn ferjan legði frá landi. Málið ímóti reiðarí- num og skiparanum kemur fyri í rættinum í august. Arafat hevur grivið sína egnu grøv Amerikanska stjórnin sigur nú, at Yasser Arafat hevur oyðilagt sínar møguleikar at gerast leiðari í einum sjálvsstøðugum palestinskum ríki MIÐEYSTUR Árni Joensen - Arafat hevur grivið sína egnu grøv, tí hann hevur stuðlað harðskapinum, og tí hann hevur roynt at smugla vápn. Hann hevði møgu- leikan at gerast forseti í einum palestinskum ríki um ikki so langa tíð, men lat sjálvur hendan møgu- leikan gleppa sær av hondum. So greiður var talsmað- urin hjá Hvítu Húsunum, Ari Fleischer, tá hann í gjár gjørdi støðuna hjá amer- ikansku stjórnini upp. - Vit kundu verið komin langt og rokkið nógvum málum, men tann møgu- leikin er farin, tí teir pale- stinsku sjálvsstýrismynd- ugleikarnir valdu at nýta harðskap og at smugla vápn, sjálvt um hetta var í stríð við Oslo-sáttmálan um frið í Miðeystri, segði talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta. "Karine A" Hann vísti á tilburðin tann 3. januar, tá ísraelsmenn steðgaðu farmaskipinum "Karine A" í Reyðahavin- um. Umborð funnu teir eina rúgvu av vápnum. Arafat hevur hildið uppá, at hann visti einki um vápnini, men amerikanska stjórnin vil ikki trúgva honum og sigur, at hon hevur ikki álit á palestinska leiðaranum longur. Mánadagin ringdi Bush forseti til egyptiska for- setan, Hosni Mubarak, sum verður hildin at vera tann arabiski leiðarin, sum hevur besta sambandið við Arafat. Í telefonsamrøðuni greiddi Bush frá, at hann var vónsvikin av Arafat og vísti serliga á vápnini umborð á tí tikna skipinum. Hóast USA sostatt av álvara er farið at venda palestinska leiðaranum bakið, vissaði Ari Fleischer umheimin um, at ameri- kanska stjórnin framvegis tekur undir við ætlanini um eitt palestinskt ríki. Men talsmaður forsetans legði tó afturat, at hetta er eitt mál, sum verður trupult, og sum fer at taka drúgva tíð. Í morgin skal serligi Miðeystur-sendimaðurin hjá ST, norðmaðurin Terje Rød Larsen, hitta ameri- kanskar politikarar, men orðini hjá Bush og tals- manni hansara geva ikki tær bestu vónirnar um nakað framstig. Amerikanarar halda, at Arafat hevur gjørt alt ov lítið fyri at steðga harðskapinum. Hendan myndin er úr Jaffa-gøtuni í Jerusalem, sum nú hevur fingið heitið "Deyðans gøta" Mynd: Reuters Myndugleikarnir í Pakistan halda, at ein felagsskapur við tilknýti til al-Qaeda hjá Osama bin Laden hevur burturflutt amerikanska tíðinda- mannin Daniel Pearl. Daniel Pearl, sum arbeiddi fyri amerikanska blaðið Wall Street Journal, varð burturfluttur í pakistanska býnum Karashi seinasta mikudag. Pakistanska løgreglan hevur síðani leitað eftir manninum, men í gjár viðgekk ein talsmaður hjá myndugleikunum, at teir vita ikki, hvar tann 38 ára gamli tíðindamaðurin er. Men myndugleikarnir siga seg vera rættiliga vísar í, at felagsskapurin Harkat ul- Mujahedin hevur rænt mannin. Hesin felagsskap- ur hevur sambært paki- stansku myndugleikunum tætt samband við felags- skapin al-Qaeda hjá Osama bin Laden. Daniel Pearl hevði ein tulk og ein hjálparmann við sær í Pakistan, men tá hann mikudagin fór at gera eina samrøðu við umboð fyri ein forbodnan felagsskap, bað hann hvørki tulkin ella hjálparmannin koma við sær. Al-Qaeda sett í samband við burturflyting Vilmund Jacobsen Nógv menniskju hava tað soleiðis, at tá ið tað gongur væl, er torført at ímynda sær, at tað nakrantíð aftur fer at ganga illa. Og øvut; gongur illa, sæst neyvan ljós fyri framman. Men soleiðis hongur ger- andisdagurin – og ei heldur lívið – saman. Tað er við- gangur, og tað er mótgang- ur. Slíkum slepst valla undan. Í flest øllum viðurskift- um síggja vit hesi fyri- brigdi; upp-og niðurgongd, hvørt um annað. Gólvini gerast turr Meðan Sosialurin í fyrru helvt av hesum mánaðinum hevði fleiri greinastubbar um, at skip komu aftur av túri, full undir lúkurnar, er støðan nú broytt. Ikki vist, ti fiskiskapurin er so nógv slakari, men í fyrsta lagi, tí veðrið sein- astu dagarnar hevur verið so vánaligt og óstøðugt. Tó kundi okkurt bent á, at minni eisini er at fða í løtuni. Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tá ið tann nógvi upsin var á marknaðinum herfyri, sóu vit nakrar bumm-sølur. Nú minni kemur upp á land, er væntandi, at prísurin fer uppaftur. Gongur væl hjá skipun- um at fiska, er eisini nógv at gera uppi á landi. Tí merkist tað á flakavirkjun- um, nú vánaliga veðrið hevur tarnað fiskiskapin- um. Onkur fríløta hevur verið á virkjunum kring landið, og onkur verður eisini seinni í hesi vikuni, tí ov lítil fiskur er á marknað- inum. Smáar nøgdir Skipini fáa minni, og tað sæst aftur á landingartøl - unum. Vesturbúgvin landaði í Vestmanna mánadagin. Teir høvdu stívliga 100.000 pund tilsamans, harav eini 80.000 pund var upsi. Restin toskur, hýsa og onnur fiskasløg. Fram og Vesturbúgvin hava verið inni við spæl- skaða, og Fiskavirking í Vestmanna keypti eina minni nøgd hjð Fram. Teir løgdu fiskin upp í Miðvági, tí har skuldu spølini um- vælast. Skipini høvdu verið stutt úti, tá ið tey noyddust at bróta túrin av. - Fiskaarbeiði hevur verið samanhangandi hig- artil, og vit hava nóg mikið av fiski til meginpartin av mikudegnum. Síðan kemur steðgur í, um eingin land- ing verður seinni í vikuni, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna. Í Vestmanna hava tey annars arbeitt eitt sindur av toski, sum er farin til portiónir. - Tað er long tíð, síðan vit hava arbeitt tosk á virkin- um. Vit arbeiddu ikki eitt kilo av toski í fjør, bara upsa. Nú royna vit so hetta fyri at hava okkurt at gera, nú minni fiskur er á marknaðinum, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna. Tað gongur upp og niður í fiskivinnuni Vónin er ikki eitt felag, sum stendur í stað, men fylgir tíðini og byggir seg út, so hvørt tað er neyðugt. Í løtuni arbeiðir felagið við eini stórari byggiætlan niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi í Havn, og millum jól og nýggj- árs undirskrivaði felagið sáttmála við grønlendingar um keyp av einum trolvirki í Nuuk. Vilmund Jacobsen P/F Vónin, sum hevur sítt virksemið í Fuglafirði og í Havn, er eitt væl koyrandi felag, sum hevur út við 100 fólk í arbeiði, tá ið mest er at gera. Tíðin eftir ársskiftið er vanliga eitt sindur deydlig, men í løtuni eru millum 70- 80 fólk í føstum starvi hjá felagnum. Eini 20 fólk ar- beiða á virkinum í Álakeri, hini í Fuglafirði. Og tey hava nógv at takast við. John Poulsen, stjóri á Vónini, sigur, at teir plaga at hava menn, sum eitt nú sigla í Grønlandi og eru heima helvtina av tíðini, til arbeiðis á virkinum, tá ið mest er at gera. - Hetta eru í flestu førum menn, sum áður hava arbeitt á Vónini. Tað, at teir arbeiða her hjá okkum av og á, gevur íblástur báðar vegir. Teir eru góðir at hava til hjálpar, tá ið mest er at gera, sigur hann. Stórar ætlanir Vónin er ikki eitt felag, sum stendur í stað, men fylgir tíðini og byggir seg út, so hvørt tað er neyðugt. Í løtuni arbeiðir felagið við eini stórari byggiætlan niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi í Havn og gongst sum ætlað, stendur ein nýggjur bygningur liðugur á Viðarnesi við árslok. - Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis. Kommunan er í holt við at fylla økið út og gera tað klárt hjá okkum at yvirtaka til 1. apríl. John sigur, at teir fara at byggja eitt hús í tveimum hæddum, sum er 60 x 25 metrar stórt, og tá ið bygningurin er liðugur at taka í nýtslu, verður virk- semið, sum í dag er í Ála- keri, flutt oman á Viðarnes. Í ovaru hæddini verður framleiðsla; í niðaru goymsla. - Hetta er ein stór verk- ætlan, sum kostar einar 14 milj. krónur, sigur stjórin. Eiga og leiga John sigur, at Vónin er býtt upp í deildir, soleiðis at t.d. botntrolini verða gjørd og viðlíkahildin í Havn. - Men í bygninginum í Álakeri er alt ov trongligt; har er lítið pláss til at strekkja trolini út. Tí er heldur ikki nóg arbeiðsligt í verandi hølum. Vónin eigur bygningin í Álakeri saman við Mortani Johannesen, Mortani á Ennibergi. - Bygningurin var til sølu á sinni, og vit samdust við Mortan um at keypa hann í felag. Síðan hava vit leigað partin hjá Mortani eisini. Hvussu verður við hesum bygningi, tá ið byggingin á Viðarnesi er liðug, er ikki endaliga avgjørt enn, men hugsandi er, at Vónin fer at sleppa sær av við sín part. - Nýggi bygningurin verður nógv størri enn verandi, og haraftrat verður hann í tveimum hæddum, vísir John á. Vónin keypt seg inn í Grønlandi Men Vónin hevur uppaftur fleiri jørn í "eldinum". Millum jól og nýggjárs undirskrivaði felagið sátt- mála við tvey reiðarí í Grønlandi, sum eiga eitt minni trolvirki har yviri, Qalut í Nuuk. - Tað vóru grønlendingar, sum vendu sær til okkara og spurdu, um vit vóru sinnaðir at keypa. Vit tóku av tilboðnum, og nú hevur Vónin so keypt 75% av Qalut. John sigur, at Vónin hevur nógv samstarv við grønlendsk reiðaríir, sum eru "kundar" í Føroyum. - Grønlendingar meta, at Qalut kann gerast meira nýskapandi saman við okkum, soleiðis at tað eisini verður ein fyrimunur fyri teir. Vit hava nógvar góðar "kundar" í Grøn- landi, og hesar virðismeta vit. Tí avgjørdu vit at keypa, og vilja vit verða við til at menna hetta virkið, soleiðis at tað verður á sama støði sum Vónin. Størri og smærri trol John sigur, at teir hava verið í Grønlandi og hugt at virkinum, og teir halda, at Qalut hevur eitt fitt hús, sum okkurt gott kann spyrj- ast burtur úr. - Har arbeiða nakrir fiskimenn. Teir gera og umvæla trol, bæði størri trol og eisini trol til teir smærru bátarnar, sigur stjóri á Vónini, John Poul- sen. Tað er langt síðan, tey hava arbeitt tosk í Vestmanna. Í fjør arbeiddu tey ikki eitt kilo av toski. - Men nú arbeiða vit eina minni nøgd fyri at hava arbeiði gangandi, siga tey ð Fiskavirking í Vestmanna. Trolvirkið Vónin, spennir seg út: Byggir nýggjan bygning í Havn og keypir seg inn í Grønlandi Vónin fer at byggja eitt hús í tveimum hæddum niðanfyri oljutangarnar á Viðarnesi. - Hetta er ein stór verkætlan, sum kostar einar 14 milj. krónur, sigur stjórin, John Poulsen - Tað vóru grønlendingar, sum vendu sær til okkara og spurdu, um vit vóru sinnaðir at keypa. Vit tóku av tilboðnum, og nú hevur Vónin so keypt 75% av Qalut í Nuuk, sigur John Poulsen C M Y K 9 8