Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. januar 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 20 - 30. januar 2002 Nr. 20 - 30. januar 2002 11 Bergur Berg Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya Sosialurin spyr í odda- greinini í leygardagsblað- num, hvar BLF var, tá Høgni Hoydal almanna- kunngjørdi, hvørja samsýn- ing ein einstakur embætis- maður kravdi fyri at leggja úrslitini úr arbeiðinum við Hvítubók fram. Talan var ikki um lima- mál, tí viðkomandi hevði valt at lata vera við at vera limur í felagnum. Nevndin umrøddi, um okkurt kundi verið við hesum málinum, sum var somikið prinsipielt, at fe- lagið kortini átti at tikið tað upp. Niðurstøðan var, at prinsipiellar áneyðir vóru ikki fyri at taka málið upp, tí at 1.Embætismaðurin reisti sjálvur sum hin fyrsti málið, um at hann ikki fekk ta samsýning hann legði á, í Útvarpi Føroya 2.Samsýningin, sum stóð teimum í boði, sum vórðu biðin um at kunna um arbeiðið, var í trá við sáttmálan millum BLF og Fíggjarmálastýrið. Felagið stendur framvegis við hesa avgerðina. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Áhugavert sjónarmið var at lesa í einari við- merking her í blaðnum viðvíkjandi býtinum millum umsiting og rakstur av sjúkrahúsinum. Vit hava, hóast tað ikki var nevnt í viðmerkingini, mangan á hesum stað verið kritiskir mótvegis Finn Norman Christensen bygnaðinum og støddini á miðfyrisiting og umsitingini generelt. Tað eru nakrar tænastur, ið eru verri í dag, enn tær vóru fyri 20 – 30 árum síðani. Fyrr fingu vit post leygardag, og skip kundu fara í dokk uttan inn- leigan av útlendskum skipum við hartil hoyrandi eykajáttanum. Sjúkrahúsið var tá eitt nýmótans vælfungernadi sjúkrahús. Hvussu er í dag? Hevur skattgjaldarin fingið nakran skattalætta, har tænastustøðið er fallið? Svarið er nei. Hvat gjalda vit so skatt til? Landsvegastubbar skulu fíggjast við brúkaragjaldi – sleappa vit bíligari í skatti av tí grund? Nei. Vit hoyra, at landið ikki longur skal gjalda pensiónir. Sleppa vit bíligari í skatti av tí grund? Nei. Trupulleikin er, at vit eru í holt við at umsita okkum um koll. Føroyska umsitingin er í dag so stór í vavi, at ikki er hugsingur um at fáa nóg nógv fólk at fylla mongu størvini. Hvat er so til ráða at taka? Fólkatalið í Føroyum lagar seg ikki eftir miðfyri- sitingini, hóast man viðhvørt kann fáa ta fatan, og tí ditta vit okkum at meina, at tað øvugta má gera seg galdandi. Tað verður nógv tosað um føroyskar loysnir. Nú hava vit ikki sæð út um alt mark nógvar loysnir í hesum valskeiðnum, og tær loysnir vit hava sæð í uppskoti eru sum oftast danskar kopiloysnir. Hví ikki gera tí føroysku loysnina, har vit de- sentralisera almenna bygnaðin, so at heimildir fylgja ábyrgd, ið verður útdelegarað har almennu tænasturnar eru næst borgaran. Tað kann ikki verða meiningin, at hvør almennur frímerkja- roknskapur skal upp í eitt aðalstýri at venda. Tað tykist sum um, at vit eru farin frá einari veit, har vit kanska hava havt ov lítið av umsiting og skipan, beint yvir í hina veitina, har vit hava eina umsiting, ið er alt ov stór í vavi, við alt ov lítlum sjálvræði á stovnunum. Vónandi kann eitt kjak taka seg upp um hettar og umsiting í Føroyum generelt. Kanska hevði verið hóskandi at byrjað við at relatera hetta til sjúkra- húsverkið, sum ein gløggur eygleiðari setti spurnartekin við her í blaðnum herfyri. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Umsiting fyrr og nú VIÐMERKINGAR Jóhan Petur Johannesen Føroyavitjanin hjá Anders Fogh Rasmussen hevði tann løgna eftirvirkningin við sær, at sjálvt sam- gonguflokkarnir, sum í skjótt fýra ár hava tosað um fullveldi og bara fullveldi, nú kalla tað fyri ein stór- sigur, at teir sleppa at yvir- taka eftir heimastýrislógini (nakað sum annars hevur verið møguligt líka síðani 1948). Síðani er eisini tað løgna hent, at Tjóðveldisflokk- urin og Fólkaflokkurin eru farnir í almennan orðadrátt um teirra egna fullveldis- politikk. Fyri vanliga føroyingin kann hetta tykjast sum ein politisk fløkja. Men spurn- ingurin er, um talan ikki heldur er um taktiskt spæl. Sjálvsagt kom tað illa við hjá Tjóðveldisflokkinum, at Fogh bæði var vinarligur, greiður, og at hann eisini vildi eftirlíka føroyskum ynskjum. Ein slíkur maður er ikki væl egnaður at nýta sum ræðumynd. Tí noydd- ist Tjóðveldisflokkurin at spæla við, og kallaði vitj- anina fyri ein stórsigur fyri teir (hóast eingin rættiliga dugdi at fáa eyga á nakran ítøkiligan sigur). Fyri Fólkaflokkin var tal- an harafturímóti um ein veruligan stórsigur – ikki politiskt, men heldur taktiskt. Nú kundi hann nevniliga vinna nakrar sambandssinnaðar atkvøð- ur til løgtingsvalið í apríl. Hann skuldi bara rópa hært um tað at vera undir donsku grundlógini, og tað at ar- beiða eftir heimastýrislóg- ini í eina tíð framyvir. Men so talar Tjóðveldis- flokkurin at, tí hansara gomlu kjarnuveljarar kunnu ikki liva undir heimastýrislógini í alt ov langa tíð. Orðadrátturin um sam- band ella loysing er sostatt endaður sum eitt stríð ímillum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, og so- leiðis verður tað helst eisini líka til løgtingsvalið hevur verið. Tá kunnu hesir báðir flokkarnir aftur leypa í føvningin á hvørjum øðrum og halda fram við full- veldisætlanini í 4 ár afturat. Hetta er ikki fløktur politikkur. – Hetta er tak- tikkur. Jan Sørensen Síggi í bløðunum stórtíð- indi um verkætlan at byggja kontórbygning á Skálatrøð. Lat okkum vóna at henda verkætlan ongan- tíð verður veruleiki. Bygn- ingurin er eitt stórt monstr- um, og einki minni enn ein skomm fyri tann, ið teknað hevur. Bygningurin er bæði ljótur og malplaseraður, minnir mest um eina dapra pallmynd frá onkrum óhugnafilmi. Og til tykk- um, sum eisini eru við í verkætlanini er at vóna, at evnini at meta um á øðrum økjum er betur enn arkitek- toniska medvitið. Viðmerking til tíðindini um Skálaborg Eingin politikkur, ella bara taktikkur ? Um at verja embætismann móti álopi VIÐMERKINGAR Katrin Dahl Jakobsen Løgtingsumboð Javnaðarfloksins Prátingarsom samgonga. Fullveldissamgongan, jú tað var hon, sum skrivaði álit oman á álit um líkt og ólíkt, fara vit at minnast afturá. Tað var hon, sum helt seg kunna práta seg burtur úr øllum, meira enn nøkur undan henni.Gott dømi um hetta er mentanar- politikkurin. Longu í sam- gonguskjalinum verður boðað frá, at ”ein greiður mentanarpolitikkur verður orðaður”, sum um nakar av sínum eintingum hevði funnið uppá at orða ein ógreiðan mentanarpolitikk. Tað hevði verið nóg mikið at sagt, at mentanarpoli- tikkur verður orðaður. Tí har haldi eg, vit eru stødd. Og sannførd eri eg um, at tey, sum virka innan ment- anarlívið ynskja og biðja eftir, at teirra virkisøki verður tikið í álvara. At maður kemur í mans stað skal valdast. Lyftið um at fáa mentan- arpolitikkin orðaðan hevur løgmaður borið víðari í øllum sínum løgmansrøð- um øll fýra árini.Tolin hava vit lurtað og tolin hava vit bíðað. Enn er hann ikki komin! Herfyri spurdi Birgir Kruse landsstýris- mannin Óla Holm um júst hetta í frálíku sendingini Stýrivolt. Jú, sigur Óli Holm, nú kemur hann, mentanarpolitikkurin, sum skal fevna um eina ætlan yvir 4-5 ár. Og vit, sum tolin hava bíðað øll hesi fýra árini undrast, at allir hesir fýra lansstýrismenn- irnir hjá Tjóðveldisflokk- inum, sum hava umsitið mentan hetta skeiðið, at allir hava verið líka lítið spentir at orða henda poli- tikk- enn minni realisera nakað av hesum, sum koma skuldi. Allir hesir, sum bara komu og fóru. Skal tað taka fýra ár at orða ein politikk, verður seinur dagur, áðrenn nakað spyrst burturúr. Hví syrgdu teir ikki fyri hesum beinanvegin, so teir sjálvir kundu framt nakað í verki? Hví lata henda møguleika gleppa tykkum av hondum? Eingin áhugi! Og tað er júst tað, Óli Holm sjálvur sigur í samrøðu við Birgir Kruse. ”Politikarar hava ongan áhuga í mentan”. Her talar hann sjálvsagt fyri sínar egnu. Heilir fýra av tjóð- veldisslagnum hava jú roynt seg- Signar á Brúnni, Høgni Hoydal, Torbjørn Jacobsen og nú Óli Holm. Fólk hugsa ov smátt. Hendan tráðin tekur Birgir Kruse í, tá hann spyr, hví mentamál eru so trupul at umsita og leggur afturat, at Tjóðveldisflokkurin hevur jú slitið upp fýra lands- stýrismenn! Tann fjórði situr nú. Jú, Óli Holm heldur, at mentan er trupul at umsita. ”Stýrið er stórt, og tað er lættari at seta ljóskastaran á Mentamála- stýrið enn onnur stýri”, heldur Óli Holm. Eisini tí, ”at áhugin fyri smálutum er stórur hjá fólki”. Eftir situr lurtarin og við eini undarligari kenslu, at ein landsstýrismaður skal ditta sær til at gera av og taka dagar ímillum, hvat er stórt, og hvat er smátt fyri fólki! Hevur tað kanska lítið uppá seg, at brekað børn ikki sluppu í fyrsta flokk, tí játtanin ikki rakk, og hetta mátti hurlast til við eykajáttanarskjali í summ- arferiuni? Ella at børnini á Trøllanesi ongantíð komu í skúla? Ella at hesir tjóð- veldismenn syrgdu fyri, at eftirútbúgving av lærarum datt burtur? Ella at eingin fígging er til nýggju bóka- savnslógina? At múrurin í Kirkjubø ongan góðan átti hetta skeiðið? Hvat er tað, sum er so smátt fyri tjóð- veldislandsstýrismenn í mentamálum, men allíka- væl slítur teir so mikið upp, at teir mugu geva skarvin yvir? Móðir tjóðveldismenn. Passaliga ironiskur mundi Birgir Kruse vera, tá hann bar hesa ovurhondsstóru ”slitagu” uppá mál. Mær vitandi var Signar á Brúnni frískur, ferðugur og reins- aður fyri allar illgerðir, tá Høgni Hoydal koyrdi hann úr sessinum, tí Signar hevði einki skeivt gjørt. Sjálvur tók hann róðrið eina løtu, stillaði seg í andglettin, sum tá var verkfallið í fólkaskúlanum, so øll skuldu síggja til, Tórbjørn Jacobsen tók vaktina, men mátti bróta hana av, tí maðurin dugdi sær ikki hógv og skilti ikki sín arbeiðssetning sum lands- stýrismaður. Nú er so mikið útliðið, at vit mugu vænta av Óla Holm, at hann fer at orka at taka tað síðsta av hesi serstøku vikarskipan í mentamálum hjá tjóðveld- inum. Men gevst við at siga fólki, hvat fyri teimum er stórt ella smátt!Tykkara slit kemur innanífrá og ikki uttanífrá av ágangandi spurningum frá borgaran- um. Nei-sigarar. Samrøðan í Stýrivolt endar við, at Birgir Kruse sigur við Óla Holm, at hann hoyrir til ein flokk, sum hevur mentamál ”í sínum skyldri”, sum hann málber seg. Ein áminning, sum kemur í evstu løtu, hugsa vit, sum tolin bíðaðu. Og vit spyrja okkum sjálvi, hvussu tað kann bera til. Hvussu kundi nakað muna- gott spyrjast burturúr so ódrúgvari arbeiðsmegi, sum tjóðveldisflokkurin hevur verið í mentamálum? Minnir mest um hana, sum stóð og spann, gav út og vant uppá snældu og so allar, sum heilsaðust, smírdust og gingu framvið. Neyðars embætisfólk, sum hava spunnið í samfull fýra ár. Var tjóðveldisalskurin fyri mentan so stórur, høvdu vit sæð okkurt til tað í tinginum. Einasti flokkur, sum var 100 % nei-sigarar til andstøðuuppskot til fíggjarlóg fyri 2001 um at styrkja Musikkskúlan við 950 t.kr. var Tjóðveldis- flokkurin. Uppskotið kom ígjøgnum uttan eina einastu atkvøðu frá hesum øgiliga mentaflokki. Sjálvsstýris- flokkurin fór sama veg, men hann er so lítið muna- góður. Heldur ikki fingu vit undirtøku frá Tjóðveldis- flokkinum til Leikpall Før- oya, sum vit ynsktu at styrkja við broytingarupp- skoti til fíggjarlóg fyri 2002.Tað uppskotið fall, tíverri. Og freistandi er at hugsa, um heiðursgávur viðhvørt eru slíkar, sum verða latnar, so fólk bara tiga. Tøgn. Nógv verður at taka upp eftir hesa samgonguna. Mentanin er bara ein partur. Lyftini vóru øgilig, tá tey løgdu til brots. Mentanar- grunnurin skuldi økjast _ mió. árliga, lovaðu tey. Nú er deyðatøgn! Í løtuni fer øll orkan hjá landsstýris- manninum til at finna út- vegir fyri, hvussu hann skal bera seg at, soleiðis at fólkaskúlanæmingar kunnu fara til fráfaringarroynd. Útlúgvaðir tjóðveldismennn Finnleif Guttesen Tvøroyri Avtala er gjørd millum land og kommunur um, at kommunurnar hava fulla ábyrgd av barnaansingarøkinum og landið fulla ábyrgd av øllum innan eldraøki, pensjónsøki v.m. Avtalan Hetta er ein greið avtala har kommunurnar átaka sær, at umsita og gjalda fyri alt barnaansingar- øki, bæði rakstur og íløgur. Somuleiðis á- leggur hendan avtalan landinum alla ábyrgd av eldraøkinum í Føroyum og hevur hetta við sær, at tað er landið, sum skal gjalda fyri rakstur og íløgur. Ábyrgdin hjá landinum, sum einki vil gera. Landið skal byggja og reka røktar,-ellis,-av- lamis, -umlættingar,- vistarheim, dagstovnar og sambýlir, tí landið hevur alla ábyrgdina av hesum økið. Í dag, ár 2002, er tað í Føroyum pláss fyri 257 fólkum á ellis og røktar- heimun, meðan tørvurin er 996, hetta eru tøl frá fíggjarætlanini ár 2002. Við einki at gera, hev- ur samgongan blaka ábyrgduna frá sær og tvinga kommunurnar, at átaka sær landsupp- gávur, sum at byggja sambýlir og røktarheim. Somuleiðis eru kommunurnar noyddar at gjalda fyri náttarvagt á sambýlinum, tí annars vóru hesu búfólk, har nógv skuldu verði á einum røktarheimi, einsamøll um náttina og tað kann eingin uttan landið góðtaka. Ábyrgdin hjá kommununum Avtalan er greið, tí kommunurnar hava átiki sær ábyrgdina av barna- ansingarøkinum. Tað skuldi eisini verði møguligt hjá kommun- unum, at útbygt tilboðini til barnafamiljur um avtalan var yvirhildin av landinum. Men av tí at landið ikki yvirheldur sínar avtalur, sum at byggja sambýlir og røktarheim, gjalda rakstur og lønir, verður tað fíggjarliga tungt hjá nógvum kommunum, at bjóða barnafamiljum nóg góð tilboð um barnaansing. Sova løgtingsmenn í tímanum Mær vitandi hevur landið goldið 90 prosent av røktarheimsbygging, men nú hevur løgtingið viðtiki eina nýggja lóg, sum sigur, at landið rindar upp til 50 prosent, um kommunurnar eisini gjalda 50 prosent. Hendan lóg vísur greitt, at landið ígjøg- num sítt lógarsmíð, vil tvinga eldraøki yvir á kommunurnar. At siga, at pengarnir fylgja við er ein stór lygn, tí tað er bert avsett 10 mill krón- ur til íløgur fyri alllar Føroyar og øll vita at tørvurin er nógv størri. Eg undrist stórliga yvir, at løgtingspolitik- arar sum kenna eitt sindur til kommunal viðurskiftið takað undir við hesum sjónleikinum, sum fer fram ídag. Skommin Sum eg byrjaði við, so er tað ábyrgdin hjá land- inum og ongum øðrum, at byggja og reka alt, sum hevur við eldrarøkt at gera. At samgongan ikki vil taka ábyrgd av hesum økið, verður so teirra skomm. Landið hevur fulla ábyrgd av eldra- økinum í Føroyum Hans Birgir Hansen Tað finst ein fíggindi olju- sjeikana í Føroyum. Tað er tann heimsumfatandi og kollveltandi orkusparandi tøknin – kubbasparing – hjá dananum V. H. Flach sála. Tað er hent so ótrúliga nógv, síðan ein av fyrstan tíð, síðst í steyti- fyrst í áttatiárunum, var alment frammi við hesum, og skipaði orkufundir um alt landi. Tað vóru hópin av húsa- eigarum á orkufundum, tá ein kunnaði um orkuspar- andi tøknina – kubbaspar- ing – við atliti til húsarhaldi ella oljufýrdu ketlarnar. Tað eru hópin av húsar- haldum kring alt landi og í Havn, ið framhaldandi praktisera kubbasparing, ið hevur spart 2.000 ltr. av olju um árið. Við at fáa javnvág í hitanýtsluna í øllum radia- torum, og lækka hendan niður til vanligan stovutem- peratur, at vit fáa eina mun- andi sparing. Tað er treytað av, at rør- annleggini eru bjálvað, og við at taka út eldfastu stein- arnar og skrúða niður termostatin, stilla flamm- una, og nýta chuntventilin. Tað, í sjálvum sær, hevði kunna lækkað kostnaðar- støði hjá húsarhaldum og handils- og vinnulívið v.fl. um alt landið og í Havn/ Supurstreymoy í dag. Tað eru hópin av húsa- eigarum um alt landi og í Havn/Suðurstreymoy, ið hava spart helvtina av oljuútreiðslunum síðani ein fekst við slíkt. Tað vóru hópin av før- oyingum, ið framdu bæði hág og spott burtur úr ein- um og dananum V. H. Flach, tá ið vit av fyrstan tíð alment vóru frammi. Tað vera 90.000 tons av olju nýttar um árið av húsarhaldum og handils- og vinnulívið v.fl., hvørs nýtslan bert er 1%, meðan vit tveita 99% út. Eg vil taka orkusparandi táttin upp aftur í bløðunum og fáa skipað orkuvinnuna í Føroyum. Fíggindi oljusjeikanna í Føroyum C M Y K 11 10