mikudagur 30. januar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 20 - 30. januar 2002
Nr. 20 - 30. januar 2002
13
Palli Dalsgaard
Tað mundi mangur á
Sandoynni hvøkka við,
tá tey lósu greinina hjá
skilmanninum, Ein før-
oyingur – ein atkvøða!
Einki er at ivast í, at í
sjálvum býtinum hevur
hann allan rættin, men,
hví skal býtið gerast?
Hví er ójavnin? Hevur
ójavnin ikki altíð verið?
Vit hava livað við hon-
um í so mong ár, og
ójavnin hevur itl tíðir
verið nógv størri í yms-
um plássum, enn hann
er í dag.
Skal handan manna-
gongdin fylgjast, so
verða tað ikki mong ár
afturat, sum gongdin er í
dag, til eingin løgtings-
umboðan verður á Sand-
oynni og bert ein í Vág-
um. Hvat er tá vunnið?
Sandoyggin er av náttúr-
unnar hond nógv skerd, í
mun til nógvar av hinum
oyggjunum.
Fólkatalið er ov lítið
til at kunna nøkta tørvin
til nógv av teim ynskj-
um, ungdómurin hevur í
dag, sum ungdómurin
hevur í øðrum plássum.
Men sigast skal, at tað
gongur
rætta
vegin,
hóast stríggi er at koma
á mál. At flyta annað
løgtingsumboðið
av
Sandoynni til Havnar,
man vera ein hugsan,
sum fáur av teim sum
her búleikast tekur undir
víð. Vit hava einki móti
Havnini, men har er ikki
so lítið sum er, latum
okkum hava tað í friði,
sum vit hava.
Tað vil til allar tíðir
verða fleiri atkvøður til
hvørt valevni, har fólka-
talið er stórt og færri har
fólkatalið er tað mót-
satta. Lítið er at ivast í,
at í Sandoyar sýslu eru
tey flestu samd um, at
hendan ætlan ikki má
blíva veruleiki og vit eru
eisini samd um at mót-
mæla.
VIÐMERKINGAR
Vit mótmæla
Rói Eliasen
Nuuk
Í oddagrein í Sosialinum
tann 25. januar 2002,
verður millum annað
skriva at Ȓ hesum val-
skeiðinum hava vit verið
vitni til politiserandi
embætismenn«.
Til hettar kann sigast,
at ein embætismaður
skal verða loyalur yvir
fyri sitandi samgongu.
Tað vil siga, at viðkom-
andi - samstundis at
hann er sakligur – skal
virka fyri, at tann poli-
tikkur, sum er settur út í
kortið, verður gjøgnum-
førdur. Um hann ikki
ger tað, verður hann í
vanligum førum settur í
annað starv.
Aðrastaðni í odda-
greinini stendur m.a., at
"Fólk hava gjørt vart
við, at sera lítið var gjørt
við
loysnir
millum
heimastýri og fullveldi
innan fyri danska grund-
lóg, og at menn vóru ov
bráir at avskriva henda
møguleika«.
Vanligt er, at sitandi
samgonga/landsstýri ger
eitt kommissorium/ar-
beiðssetning til ein bólk
av fólki, sum landsstýrið
setir.
Hetta er vanligur fyri-
sitingarsiður og kanska
eina mest í politiskum
settum nevndum. Hvíta-
bók er sjálvandi skrivað
eftir tí politiska málin-
um, sum ein politiskur
meiriluti var fyri. Ein
dugnaligur
embætis-
maður í einum lítlum
landi sum Føroyum skal
helst arbeiða eftir klár-
um politiskum máli og
halda seg innan hendan
karm. Akademikarar eru
sjálvsagt sjálvdan ein-
igir í einum arbeiðssetn-
ingi, men eru teir ikki
tað, so mugu teir finna
sær annað starv.
Hjá tí vanliga embætis
manninum er dagliga
ein konflikt í millum
tann førda politikkin og
tí akademiska hugburð-
inum, men her er hann
noyddur til at halda seg
til politikkin og ikki til
hansara egna hugsan. Tó
hevur hann møguleika
til at koma við egnum
sjónarmiðum, um biðið
verður um tað.
Í størri londum verða
teir miðfyrisitingarligu
embætismennirnir settir
politisk. Um hettar er
møguligt ella neyðugt í
Føroyum, er ein stórur
spurningur.
Viðmerking til odda-
grein »Politiserandi
embætismenn«
Annita á
Fríðriksmørk
tingkvinna
Tjóðveldisfloksins
Ein tjóð við 47.000 fólkum
hevur avmarkað tal av
dugnaligum búskaparfrøð-
ingum, dugnaligum løg-
frøðingum og dugnaligum
EDV fólkum. Hetta av-
markað tal av serfrøðingum
má tí ikki spjaðast runt
innan tað almenna. Hesi
eiga hinvegin at sita saman
í hvør sínum fakbólkum, til
tess at skapa og menna eitt
umhvørvi. Sótu løgfrøðing-
ar í einum umhvørvi, bú-
skaparfrøðingarnir í einum,
og EDVfrøðingarnir í ein-
um, so vildu tey sjálvsagt
dagliga lært ótrúliga nógv
av hvørjum øðrum.
Tiltalar ikki Fólkaflokkin
at broyta almennu
umsitingina
Havi fleiri ferð reist spurn-
ingin á tingi um at mið-
savna servitanina innan bú-
skaparfrøðina, løgfrøðina
og EDV. Men hugskotið
verður tíverri kveistrað av
borðinum av Fólkaflokkin-
um, sum umsitur landsum-
sitingina. 80-árini verða
brúkt sum ræðandi dømi
um, hví onki má henda. Tá
var landsumsitingin veik,
henni vantaði arbeismegi,
og
somuleiðis
vantaði
førleika á fleiri økjum.
Vit spjaða servitanina
Men trupulleikin er, at
verandi bygnaður vantar
somuleiðis arbeiðsmegi á
fleiri økum. Vit lósu so
seint sum fríggjadagin í
Dimmu, at ongin løgfrøð-
ingur søkti starvið á olju-
skattafyrisitingini,
sum
ætlanin er at seta á stovn í
Klaksvík. Og tað er bara
ein spurningur um tíð, so
fara aðalstýrini eisini at
vanta útbúna arbeiðsmegi.
Orsøkin er einføld: vit
spjaða servitanina.
Avleiðingarnar av
spjøddu servitanini
Avleiðingarnar
av
hesi
spjaddu servitan er:
• at frøðingarnir ikki fáa
møguleika at menna seg í
einum umhvørvi.
• tey líða í fleiri førum
undir einsemi, tí ov fá eru
at viðgera trupulleikar-
nar/uppgávurnar saman
við.
• tey arbeiða í alt ov lítlan
mun við tí, teir eru út-
búnir til, og mugu ofta
sita við vanligum fyrisit-
ingarligum uppgávum.
• at tey rættiliga tíðliga fáa
leiðarastørv í boði
• at tey støðast ikki leingi
innan tað almenna, tí so
títt og knapt tey hava
fingið eina ávísa inn-
læring í tí almenna starv-
inum, so er tað privata
har, og bjóðar teimum
eitt vællønt og avbjóandi
starv.
70 limir í Búskapar- og
løgfrøðingafelagnum
Tað stóð eisini í Dimmu
hendan dagin, at 70 limir
eru í Búskapar og løgfrøð-
ingafelagnum.Nú veit eg
ikki, hvussu nógvir aðrir
búskapar- og løgfrøðingar
eru í landinum umframt
hesar 70. Slík týðandi hag-
tøl finnast ikki. Men tað
sigur seg sjálvt, at skulu
hesi spjaðast runt á 7
aðalstýri, umframt aðrar
stovnar undir landinum, til
oljufeløgini og til vinnuna
annars. So verður tunt
onkustaðni.
Tí er tað, at eg ferð eftir
ferð í løgtinginum havi víst
á trupulleikarnar við ver-
andi bygnaði. Har mugu
umstruktureringar til.
Tað verður ikki eftir
einum degi, at tað verður
gjørt. Til tað er tann al
menna umsitingin ein alt,
alt ov stórur biti at fara í
holt við.
Vit noyðast hinvegin at
byrja við at fáa lýst
støðuna, og harvið eisini
fáa til vega eitt fylgjandi
tilmæli um, hvussu vit best
koma burturúr hesi ringrás,
vit eru vavd inní.
Miðsavnað servitan gevur førleikamenning
Hans Hendrik
Mikkelsen
verkfr.
Mangt hevur í seinastuni
verið frammi um Norðoya-
tunnilin, seismiskar kann-
ingar, órógvan av fornald-
artoftum, partafelag stovn-
an v.m.
Eitt hevur tó eftir øllum
at døma ligið heilt fast; tað
er at hon skal ganga frá
Hagaleiti til Borðoyavík.
Eftir øllum at døma kann
ongin onnur linjuføring
koma upp á tal.
Eg fari tó at loyva mær at
skjóta upp at broyta linju-
føringina, so at hon verður
løgd
frá
Hagaleiti
til
Klakkin.
Verður hugt at hjálagda
korti sæst, at longdin verð-
ur tann sama, so hetta
skuldi ikki ávirka tann
skeiva vegin.
Vónandi hava seismisku
kanningarnar
á
hesum
økinum víst líka positiv
úrslit sum á sunnari linju-
føringini.
Av fyrimunum við hesi
linjuføring skal her nevnast
fylgjandi: Bygging á ídn-
aðarøkinum við Borðoya-
vík kann byrja beinanvegin.
Tunnilin kann íbindast
tann ætlaða ringvegin, so
samband fæst við eystur-
síðuna, eins og havnaøkið á
vestursíðuni fær beinleiðis
samband við tunnilin.
Dýpið við hesi nýggju
linjuføringini er um 20-25
m. grynri enn sunnara
linjuføringin.
Eisini liggur henda linju-
føringin bert uml. 1 km frá
Kalsoynni. Tað skuldi verið
gaman í at fingið Kals-
oynna bundna í tunnilin í
framtíðini.
Hetta hevði óivað eisini
verið bíligari enn bæði at
skula gjalda fyri ferjulegu,
ferju til 5-10 bilar umframt
rakstur av hesum.
Eg fari inniliga at heit aá
okkara politikarar um at
hugsa gjølla um hetta
uppskot mítt, sum eftir
míni sannføring er besta
loysnin, og sum kann gera
sentralu Føroyar eina heila
oyggj størri.
Norðoyatunnilin, nýggj linjuføring, Kalsoyggin
Jógvan Arge
býráðslimur í Havn fyri
tjóðveldisflokkin
Eitt mál, sum hevur tikið
sína tíð í teknisku nevnd, er
tann nýggi Marknagilsveg-
urin og tað, sum av hesi
vegagerð hevur staðist. Har
fóru teir í farna valskeiði
brótandi út ímillum hús við
einum breiðum og himmal-
høgum vegi, sum hevur
broytt heimsmyndina hjá
teimum, sum eru í nánd.
Vegurin er komin inn á
stykkini hjá fólki bæði
oman fyri og niðanfyri veg-
in og liggur nú so høgt í
støðum, at fólk, sum megn-
partin av síni tíð hava havt
adressu
á
Marknagils-
vegnum, ikki sleppa til
henda veg longur, hóast
hann liggur inni á teimum.
Tí eru nýggir til- ella frá-
koyringarvegir gjørdir í
aðrar ættir. Tað er harmi-
ligt, at hendan vegagerðin
bleiv so óstortlig fyri mong,
sum har búgva. Vónandi
verður kortini búgvandi har
í framtíðini eisini.
Framhald út á Argir
Í mong ár var tað vanda-
mikið
at
koyra
eftir
Marknagilsvegnum, serliga
á vetrardegi, og tú valdi
bara hendan vegin av neyð.
Tað legði størri trýst á
ferðsluna longur niðri í
býnum.
Vegurin varð latin upp
aftur í árinum, og tað skerst
ikki burtur, at tann endur-
nýggjaða farleiðin, sum
knýtir vesturbýin saman
við eystara part av býnum,
hevur stóran týdning fyri
ferðsluna í Havn.
Ætlanin er, at hesin
ringvegur skal halda fram
út á Argir. Vegføringin
verður beint norðanfyri
kirkjugarðin og yvir um
Sandá. Teir stóru pengarnir
eru ikki settir av til fram-
haldið í hesum endanum
enn,
men
fyrireikingar
verða gjørdar. Linjan er
løgd og avgjørt er, hvar
tann nýggja brúgvin skal
verða.
Høgni Hoydal
Formaður í
Tjóðveldisflokkinum
Tjóðveldisflokkurin vil
hava greiðar linjur
millum alment og privat:
Tær almennu tænastur-
nar skulu vit øll í felag
gjalda til, so tær virka
optimalt fyri øll.
Meðan privat og vinnu-
ligt virksemi skal virka á
jøvnum kappingartreyt-
um og kasta av sær til
samfelagið – uttan at
váðin og eykarokningar-
nar verða løgd á vanliga
føroyingin.
Orðaskiftið um einskilj-
ingar (privatiseringar) hev-
ur lyndi til at enda í
hugsjónarligum
barna-
garðstosi, sum hoyrir eini
farnari tíð til.
Alt verður vavt saman í
ein vavgreyt. Uppskot eru
um at “privatisera” Post-
verkið,
Strandferðsluna,
L a n d s ve r k f r ø ð i n g i n ,
Landsjørðina og aðrar lívs-
neyðugar partar av einum
nútímans føroyskum sam-
felagi.
Men hetta hevur onki við
privatiseringar
at
gera.
Heldur tykist ætlanin at
vera, at almennar tænastur
verða sundurpettaðar til
nøkur privat virki, sum
síðani fáa eina játtan á
fíggjarlógini. Enn hevur
ongin víst á nakra meining
við hesum – hvørki at tað
verður betri, bíligari ella
tryggari.
Almennar tænastur
neyðugar fyri vinnulív
Hinvegin er tað týdning-
armikið at vit seta greiðar
linjur millum alment og
privat, um vit skulu hava
eitt trygt og sjálvberandi
vælferðarsamfelag.
Teir flokkar, ið vilja seta
alment virksemi og privat
vinnuvirksemi upp ímóti
hvørjum øðrum, byggja á
eina heimsmynd frá tíðini,
tá Berlinmúrurin enn stóð.
Høvuðstáttur í vinnu-
politikki Tjóðveldisfloksins
er at skapa greiðar linjur
millum almennar og pri-
vatar uppgávur. Uttan ein
vælvirkandi almennan sek-
tor við skúlum, mentanar-
stovnum, vegum, postverki,
teleneti, posti, sjúkrarøkt,
pensiónstrygd, umhvørvis-
krøvum,
so
ber
onki
vinnulív til. Og uttan eitt
sterkt
og
sjálvberandi
vinnulív, er onki avkast til
at fíggja eina vælferð fyri
øll. So einfalt er tað.
Úr heimastýriskreppuni
Tær sjálvstøðugu Føroyar
skulu burtur úr skipanum
við politiskari stýring av
vinnuni, har studningur og
fyrimunir verða latnir ein-
støkum vinnum og fyri-
tøkum, ið skulu bera øllum
samfelagsbúskapinum.
Hetta leggur eisini allan
váðan á skattgjaldaran,
men hann fær ikki vinn-
ingin. Gongur væl, so tjen-
ar privata vinnan pengar.
Men gongur illa, stendur
skattgjaldarin
eftir
við
rokningini.
Hetta kenna vit alt til í
Føroyum og tað má ongan-
tíð henda aftur.
Almennu uppgávurnar
Tí er okkara boðskapur. Lat
okkum
brúka
almennu
orkuna til:
• Dagsstovnar, eldararøkt,
sjúkrahús, tilboð til brek-
að
• Útbúgving fyri øll, ment-
anarstovnar og gransking
• Eitt nútímans veganet,
posttænastu, telekervi
• Umhvørviskrøv, trygdar-
krøv og heilsukrøv
• Eitt einfalt og trygt lóg-
arverk við fullgóðari
umsiting og rættartrygd
• Og at fáa eina rættvísa
skattaskipan og javnar
treytir til tey, ið vilja reka
vinnu og troyta alment
tilfeingi
Uttan hetta, so fær tann
dugnaliga føroyska vinnan
stórar trupulleikar frameft-
ir, og vit fáa ikki grund-
arlagið
fyri
veruligari
vælferð.
At fáa endurgjald og
spjaða váða
Og lat okkum so tosa um,
hvussu vit fáa eitt betri býti
millum alment og privat
eftir heimastýriskreppur-
nar, har vanligi føroying-
urin og túsundtals familjur
hava goldið við kenslum,
persónligum
missi
og
skattatrýsti.
Føroya Banki, Føroya
Fiskavirking og Framtaks-
grunnurin eru úrslit av
politisku kreppuloysnun-
um, tá Føroyar vórðu settar
undir umsiting. Skattgjald-
arin og serliga tey, ið vóru
harðast rakt av kreppuni,
hava rindað prísin fyri
loysnirnar.
Tjóðveldisflokkurin virk-
ar fyri, at fiskiídnaðurin fer
aftur undir privat vinnu-
virksemi – so tað almenna
ikki ber allan váðan, um
niðurgangstíðir koma. Men
ein treyt má vera, at tann
vitan og tann førleiki, ið
eru uppbygd í framleiðslu,
marknaðarføring
og
marknaðaratgongd,
ikki
verða syndrað og fara av
landinum.
Føroya Banki – eitt aktiv
Føroya Banki er í dag eitt
týdningarmikið virði hjá
landinum og fólksins ogn.
Vit eiga at passa okkum
løgir, soleiðis at skattgjald-
arin fær pengarnar aftur
fyri bankabjargingarnar við
rentu av rentu.
Treytirnar fyri at fara
undir hetta eiga at verða:
• At ikki verður selt burtur
av hesum ognum uttan
so, at landskassin fær
stóran vinning og fult
endurgjald fyri bjarging-
arnar.
• At vinnubygnaðurin í
Føroyum ikki órógvast
• At ræðisrætturin ikki
endar á fáum hondum
• At peningurin verður
settur í Búskapargrunn
Føroya, har hann kann
nýtast til at niðurgjalda
skuld,
tryggja
lands-
kassan og veita sosiala
trygd fyri allar føroying-
ar
Útbjóðingar av
almennum tænastum
Útbjóðingar av almennum
tænastum eru vorðnar van-
ligar í øllum Norðurlond-
um við skiftandi úrsliti.
Tjóðveldisflokkurin leggur
dent á, at heilsu-, almanna,
skúlamál og mentanar-
stovnar eru ein almenn
uppgáva, sum skal tryggj-
ast javnbjóðis til allar før-
oyingar.
Uppgávurnar og tænast-
urnar á samferðslu- og
samskiftisøkinum
eru
somuleiðis almenn ábyrgd,
har javnbjóðis tænasta til
allar borgarar skal tryggj-
ast. Hesar eru fyrst og
fremst: Tekniska útbygg-
ingin (Landsverkfrøðings-
stovnur), Telesamskiftisnet
(útbygging av telekervinum
til alt landið), Posttænasta,
Flutningur av fólki og
farmi.
Vit skulu menna hesar
uppgávur hjá stovnum, sum
við lóg hava skyldu at
tryggja tjóðini, at teknisk
vitan, royndir og tænasta
verður bygd upp, og at vit í
felag gjalda kostnaðin.
Tó kunnu hesir stovnar
lata privatar vinnufyritøkur
útinna uppgávur við út-
bjóðing á javnbjóðis kapp-
ingartreytum, treytað av, at
stovnarnir hava ábyrgdina
mótvegis myndugleikunum
fyri, at tænastan verður
framd nøktandi fyri øll.
Greiðar linjur millum alment og privat
VIÐMERKINGAR
Edmund Joensen
• Hall er á løgtings-
fíggjarlógin fyri 2002.
• Besta intøkuárið í
Føroya søgu mugu av-
drøg av landskassans
skuld
gjaldast
av
innistandandi.
•Veruligi útreiðsluvøkst-
urin á løgtingsfíggja-
lógini hetta valskeiðið
ferð, tá ið samanum
kemur, at nærkast eina
heilari milliard.
• Fíggjarlógin var ikki
meira enn samtykt, tá
sjálvur løgmaður, tann
7. januar boðaði frá
fyrstu eykajáttanini í
2002.
• Samlaðu eykajáttanir-
nar í 2001 vóru heilar
207 mió. krónur.
• Landstýrið er nú eftir
øllum at døma av álv-
ara farið undir enda-
ligu útgjaringina til
løgtingsvalið.
Beint áðrenn jól sam-
tykti ein minniluti (15
av 32 løgtingsmonnun-
um) løgtingsfíggjarlóg-
ina fyri næsta ár. Trettan
atkvøður vóru ímóti, ein
tingmaður atkvøddi ikki
og tríggir vóru ikki í
salinum.
Hetta er so fyrstu ferð
í Føroya søgu, at ein
løgtingsfíggjarlóg
til
seinastu og endaligu
viðgerðina hevur fingi
so lítla undirtøku (og so
stóra mótstøðu) í Løg-
tinginum.
Hetta er somuleiðis
ein stór falliterklering til
sitandi landstýrið og
meirlutan á løgtingið.
Í framkomnu londun-
um, sum vit vanliga
sammeta okkum við,
hevði stjórnin í stundini
endurskoða sín politikk
ella farið frá.
Síðani nýggja stýris-
skipanarlógin kom í
gildi, hava polittisku
flokkarnir roynt at taka
til sín siðvenjuna at at-
kvøða fyri løgtingsfíggj-
arlógini til seinastu og
endaligu
viðgerðina.
Vanliga polittiska togan-
in um konti og játtanir til
ymisku økini í landinum
er tá av, og prioriteringin
hjá einum meirluta er tá
staðfest. Hetta verður
gjørt í ásannan av- og
viðring fyri tí demokrat-
isku skipanini vit hava.
Landið skal undir øllum
umstøðum hava eina
løgtingsfíggjarlóg.
Landstýrið og sam-
gongan gjøgnumtrumf-
aðu uttan fyrilit fyri
føroyska samfelagnum
so grundleggjandi og
skaðiligar broytingar til
løgtingsfíggjarlógina, at
andstøðan
atkvøddi
ímóti meðan partur av
samgonguni helt seg
burtur.
Hvørki tingmenn ella
fólkið hevur álit á
førda politikkinum
Tað sum hent er á Før-
oya løgtingið í sambandi
við løgtingsfíggjarlóg-
ina fyri 2002 má sigast
at vera ein sannan av, at
hvørki meirlutin á løg-
tingið ella av Føroya
fólk hava álit á førda
politikkinum.
At flestu fólk ikki
hava álit á landstýrinum
og sitandi meirluta á
tingið, kan ikki koma
óvart á nakran. Hetta er
so týðiliga komið fram, í
dagligari talu ímillum
manna, og eisini í teim-
um nógvu veljarakann-
ingunum
sum
verið
hava.
Fólkatingsvalið fyri
kortum talar eisini sítt
týðiliga mál. Føroyingar
taka snøgt sagt ikki
undir við førda loysing-
arpolitikkinum,
har
heildarveitingin og væl-
ferðin verða skerd. Tey
síggja sjálvandi, at hesin
politikkur er landskaði-
ligur og má steðgast
ongantíð ov skjótt.
Spurningurin sum eft-
ir stendur er, um Føroyar
hava eitt landstýri og ein
samgonga, sum eru so
ússalig og so koyrd føst,
at tey sjálvi ikki finna
úthurina ? Mangt bendir
á at so er. Eitt er vist,
Føroya fólk hava ikki
ráð til hetta landstýrið.
Føroya fólk hava
ikki ráð til sitandi
landsstýrið
Eitt ár í býráðnum 5:
Ferðsla og parkering
Framhald á s. 14
C
M
Y
K
13
12