mikudagur 30. januar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 20 • mikudagur • 30. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Tryggingarfelagið
Trygd skal hjálpa
uppflytaranum Skála
at tryggja sær fram-
haldandi sess í bestu
deildini hjá monnum.
Skála spælir við bú-
merkinum hjá Trygd
á bringuni komandi
ár
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Nýggja felagið í fyrstu
deild hjá monnum hevur
fingið nýggjan høvuðsstuð-
ul. Skála skrivaði í seinastu
viku undir sáttmála við
tryggingarfelagið Trygd.
Avtalan er galdandi í kapp-
ingarárinum 2002.
Hetta er fyrstu ferð í 37
ára longu søgu felagsins, at
Skála roynir seg í fremstu
mansdeildini. Tá liðið vann
sær uppflyting seinasta ár,
skrivaði felagið sostatt
søgu.
Skála hevur brynjað seg
út við trimum nýggjum
spælarum
og
nýggjum
venjara. Hetta skal styrkja
liðið somikið, at tað megn-
ar at varðveita sessin í 1.
deild.
Væl nøgdur
Christian C. Nielsen, stjóri
í Trygd, er væl nøgdur við
avtaluna, sum feløgini hava
gjørt. Hann sigur, at tey
bæði feløgini minna ikki
sørt um hvørt annað.
Bæði eru gomul í garði,
men økið, tey eru á í dag, er
ókent land. Trygd er eitt
gamalt felag, men tað er
ikki fyrr enn seinastu árini,
at tað er farið at tekna
tryggingar. Skála er skjótt
37 ára gamalt, men hevur
ikki verið í 1. deild áður.
Á Skála fegnast tey eisini
um avtaluna. Hon er við til
at leggja lunnar undir rakst-
urin av felagnum, og hann
er nógv broyttur, síðan fel-
agið flutti upp.
– Tað skal meira til at fáa
endarnar at røkka saman,
nú vit eru við í 1. deild, og
tí hevur henda avtalan stór-
an týdning, sigur Kurt
Rasmussen, formaður í
Skála.
Styrkt lið
Nýggjur venjari verður
Mathias Davidsen úr Runa-
vík. Hann hevur áður verið
venjari hjá ungdómslands-
liðum hjá Føroyum. Hetta
er tó fyrstu ferð, at hann
roynir seg sum høvuðsvenj-
ara hjá einum 1. deildar fel-
agi. At hjálpa sær hevur
hann fingið skálamannin
Hans Jákup Andreasen, ið
verður hjálparvenjari.
Tríggir nýggir leikarar
verða eisini at síggja í
appelsingulu
troyggjuni
komandi kappingarár. Teir
eru Dánjal Hansen, ið kem-
ur úr NSÍ, Kári Nielsen,
sum hevur spælt við B71,
og Áki Petersen, sum áður
hevur spælt við ÍF.
Tríggir ungir leikarar,
sum helst verða nógv at
síggja á liðnum hjá Skála.
Leikararnir eru farnir at
venja til komandi kapping-
arár, og á Skála hava tey
góðar vónir. Tó verður
ásannað, at fremsta upp-
gávan hjá felagnum verður
at varðveita plássið í bestu
deildini.
Rókur Jespersen
royndarvenur í løtuni
við danska stórfel-
agnum Brøndby. Í
komandi viku fer
tvøroyrarmaðurin
Rasmus Nolsøe
somuleiðis til Brønd-
by at venja. Umboðs-
maðurin Jákup í
Stórustovu hevur
fingið avtalu í lag við
danska felagið um at
hyggja nærri eftir
føroyskum spælarum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Í hesum døgum er 16 ára
gamli Rókur Jespersen úr
HB til royndarvenjing í
danska felagnum Brøndby.
Hann hevur vant við ung-
lingaliðnum í eina góða
viku, og hann skal í næstum
spæla dyst við besta ung-
lingaliðnum hjá Brøndby.
Vitjanin hjá Róki er liður
í eini avtalu, ið leikaraum-
boðsmaðurin Jákup í Stóru-
stovu hevur fingið í lag við
danska felagið. Talan er so-
statt ikki bara um tann eina
leikaran, ið fær møguleikan
í royna seg í Brøndby.
Í komandi viku leggur
Rasmus Nolsøe, ið dagliga
spælir við TB, eisini leiðina
til Keypmannahavnar at
spæla fótbólt, har hann
verður í nakrar vikur. Ras-
mus Nolsøe er somuleiðis
16 ára gamal.
Jákup í Stórustovu sigur,
at talan helst verður um enn
fleiri leikarar, ið fara til
royndarvenjingar
í
Brøndby.
– Avtalan ber í sær, at
Brøndby fær høvi at hyggja
nærri at fleiri evnaríkum
føroyskum leikarum, sam-
stundis sum teir føroysku
spælararnir fáa roynt síni
evni á hægri støði enn til
dagligt, og hetta er eitt gott
høvi hjá teimum, sigur
Jákup í Stórustovu.
Hann hevur í hesum um-
fari roynt at fingið spælar-
unum longri uppihald í útl-
endskum feløgum. Áður
hava leikarar oftast vant í
eina viku, men hetta hevur
kanska verið heldur stutt.
Rókur verður væntandi í
Brøndby í tríggjar til seks
vikur. Soleiðis fær hann
roynt seg í eitt longri tíðar-
skeið og kann harvið betra
um sínar møguleikar at fáa
ein sáttmála. Óvist er tó,
hvussu leingi steðgurin hjá
Róki verður í Brøndby.
Hetta veldst um, hvussu
væl tað gongur.
Rókur hevur eisini tilboð
um at fara aftur til Notting-
ham Forest, har hann áður
hevur royndarvant. Harum-
framt hevur Blackpool í
Englandi eisini sýnt áhuga.
Ungi havnarmaðurin hevur
verið á fótbóltsskúla í Jyll-
andi, men hann valdi at
gevast undan jólum og
koma aftur til Føroyar.
Jákup í Stórustovu sigur,
at føroyskir leikarar standa
einki aftanfyri útlendskar,
tá talan er um tekniskan
førleika og skil fyri spælin-
um. Hinvegin eru teir nak-
að aftanfyri, tá skjótleika
og konditión umræður.
Eli Thorsteinsson í
AGF
Umframt
avtaluna
við
Brøndby hevur Jákup í
Stórustovu eisini fingið
avtalu í lag við danska fel-
agið AGF úr Århus. Avtalan
er, at ungi havnarmaðurin
Eli Thorsteinsson, sum
hevur spælt við HB, skal
venja við unglingaliðnum
hjá AGF fram til summar-
steðgin.
Eli hevur eins og Rókur
Jespersen gingið á Hessel-
gods Fodboldskole í Jyll-
andi. Hann er tó enn á skúl-
anum, og hann hevur har-
umframt fingið møguleik-
an at venja við AGF um
kvøldarnar
eftir
lokna
skúlagongd.
Hetta gevur Eli Thorst-
einsson
møguleika
at
menna síni fótbóltsevni enn
meira.
Allir leikararnir, sum nú
venja við donskum feløg-
um, hava verið á føroysku
ungdómslandsliðunum. At
leikararnir eru sendir til
Danmarkar at venja við útl-
endskum feløgum er framt í
tøttum samstarvi við tey
føroysku feløgini, har leik-
ararnir hoyra heima.
Leikaraumboðsmaðurin Jákup í Stórustovu hevur fingið
avtalu í lag við Brøndby um at hyggja nærri at ungum
føroyskum spælarum
Mynd: Álvur Haraldsen
Tveir føroyingar í Brøndby
Trygd stuðlar Skála
15
14
Nr. 20 - 30. januar 2002
Jørgen Niclasen
Vit í Vágum eiga so ómeta-
liga nógv at takka Sam-
bandsflokkinum fyri. Okk-
um nýtist bert at taka tey
síðstu árini.
Sambandsløgmaðurin í
80-unum forpurraði Gása-
dalsbergholið, takk fyri tað.
Sambandslandsstýrismaður
úr Vágum reypar um, at
hann í 1989 kláraði at
steðga undirsjóartunnlinum
undir
Vestmannasund.
Sambandsløgmaðurin í 90-
unum kom í 96 eftir
flogvanlukkuna í Selvík við
útmelding um, at flogvøll-
urin í Vágum var óforsvar-
ligur, og at nýggjur flog-
vøllur skuldi byggjast aðra-
staðni í landinum. Danir
søgdu takk og knallaðu
kassan í: Allar danskar
útbyggingarætlanir av flog-
vøllinum steðgaðu, og hava
danir hildið fast síðan tá.
Tøkkina eigur Sambands-
flokkurin.
Í 1997 skrivaði Sámal
Petur Í Grund, landsstýris-
maður, eitt bræv til sam-
gongulimir, um teir hildu,
at arbeiðast skuldi við
undirsjóartunnli undir Vest-
mannasund. Sambandsløg-
maðurin gjørdist so frá sær
sjálvum um hesa øru ætlan
hjá Sámal Peturi, at hann
var uppsagdur upp á grátt
pappír. Takk til Sambands-
flokkin.
Stuðulin soltin
Í hesum valskeiðnum er
sera nógv hent í Vágum,
kanska meir enn nakrantíð.
Byrjað er upp á Gásadals-
bergholið, men allur Sam-
bandsflokkurin atkvøddi
ímóti uppskotinum at játta
peningin. Takk fyri tað.
Nýggj tyrla er keypt til
m.a at røkja sambandið við
útoyggjar og til leiting og
bjarging av sjófólki. Ikki
ein atkvøða frá sambands-
tinglimunum var fyri. Takk
fyri tann stuðulin.
Allur Sambandsflokkurin
atkvøddi ímóti yvirtøku av
Skipaeftirlitinum,
eisini
sambandstingmaðurin úr
Vágum. Tað eydnaðist tó
uttan Sambandið at fáa
uppskotið
samtykt,
og
kemur Skipaeftirlitið at
liggja í Vágum. Sambands-
flokkurin eigur takk fyri
stuðulin.
Tá atkvøðast skuldi um
at fáa gongd á undirsjóar-
tunnilin, atkvøddi allur
Sambandsflokkurin ímóti
fasta sambandinum um
Vestmannasund. Ja, trúgv
tí, ið vil. Vágatingmaðurin
hjá Sambandsflokkinum at-
kvøddi ímóti undirsjóar-
tunnlinum. Tó skal við-
merkjast, at hann segð,i at
tað var av óvart. Vit takka
fyri stuðulin, har var jú
næstan ein atkvøða fyri.
Fólkaflokkurin sum ein
maður
Alt í alt eigur Sambands-
flokkurin størstu tøkkina
fyri at flokkurin hevur sitið
í andstøðu hesi 4 árini. Tað
hevur givið Fólkaflokkin-
um møguleika at fremja
størsta
framburð
fyri
Vágoynna nakrantíð. Í løg-
tingið og í landsstýrið hev-
ur Fólkaflokkurin staðið
sum ein maður fyri Vág-
oynna, og har hevur flokk-
urin við tógvið stríð við
hinar megnað at fingið
meirluta fyri uppskotunum,
tó at hjálpin fra Sambands-
flokkinum var soltin. Vit
vóna, at Sambandsflokkur-
in verður betur í framtíðini,
eisini um tað verður í
samgongu.
Men
Sam-
bandsflokkurin
eigur
størstu tøkkina fyri, at hann
hevur sitið í andstøðu hetta
valskeiði. Túsund takk.
VIÐMERKINGAR
Takk til Sambandsflokkin
Ferðsluæðrarnar millum
Argir og Havnina mugu
víðkast.
Arbeiðið
við
Landssjúkrahúsið
og
nýggjar ætlanir á Argja-
svinginum fara at bøta um,
men tann hjálpin nøktar
valla allan tørvin.
Ytri ringvegur
Í hinum endanum á býnum
kemur ein líka langur hali
av bilum til Havnar hvønn
morgun. Hann kemur allur
inn í býin eftir einum veg,
og tað skapar trupulleikar í
ferðsluni bæði á landsveg-
num og inni í býnum.
Neyðugt er tí at fara
undir tann ytra ringvegin úr
Hvítanesvegnum.
Hetta
verður gjørt saman við
landinum, og báðir partar
hava játtað tær fyrstu upp-
hæddirnar til ringvegin,
sum skal røkka yvir í
Vesturbýin og bindast í
Marknagilsvegin.
Asfaltplanurin
Eitt árliga afturvendandi
mál er asfaltplanurin. Á
okkara fyrsta fundi legði
umsitingin fram sína ætlan
um, hvat asfalterast kundi í
árinum fyri teir pengarnar,
sum vóru settir av. Vit
koyrdu so runt til allar
hesar
vegateinarnar
at
hyggja.
Fingu at vita, at iva-
spurningar javnan taka seg
upp, um kommunan nú
eigur at halda hendan ella
handan vegin. Tað kemur
av, at enn eru nógvir vegir í
kommununi, sum hon ikki
hevur yvirtikið. Hetta eru
typiskt vegir frá útstykk-
ingum, sum ongantíð eru
gjørdir heilt lidnir eftir for-
skriftunum.
Tað er ringt at hava við at
gera at asfaltera summar
vegir og samstundis lata
aðrar í somu grannaløgum
liggja í órøkt, so politikk-
urin er at fáa allar hesar
vegirnar undir kommun-
una, og – um tað ber til – at
fáa tey, sum áttu at gera
teir, at lata teir í tí standi,
sum ætlanin altíð hevur
verið.
Skilti á lagnum, at á
Argjum eru nógvir slíkir
ivaspurningar eins og í
Havnini.
Parkeringshús og
parkeringshelli
Samstundis,
sum
bæði
virksemi og fólkatal vaksa,
verður
eftirspurningurin
eftir
parkering
alsamt
størri. Eg kann ikki siga, at
vit higartil hava gjørt nakað
hol í sjógvin á hesum øki.
Herfyri varð samtykt, at
seta parkeringstíðina á
Kongabrúnni niður í ein
tíma. Ein ferðslunevnd,
sum býráðið og politiið eru
felags um, mælti til at seta
hana til tveir tímar. So hava
vit tað at stríðast um eina
tíð, men hetta loysir ongan-
tíð
parkeringstrýstið
í
býnum.
Her má takast til heilt
onnur tiltøk, møguliga við
parkeringshúsum,
sum
verða bygd upp eftir í nøkr-
um hæddum, og við
parkeringsplássum,
sum
verða løgd inn í lendið.
Hugsa tær bara, tá nýggja
"Norrøna" um eitt ár fer at
koma fleiri ferðir um
vikuna við 800 bilum, sum
býurin skal slúka eftir
einari løtu aftrat øllum
øðrum, ið longu er í ferð
við at sprongja karmarnar.
Sum er hevur býurin ikki
orku til alt hetta, men
kommunan hevur skyldu at
loysa
spurningarnar
einsamøll ella saman við
øðrum áhugaðum. Lata vit
bara standa til, so verður
ein verri glymur dansur.
Framhald av síðu 13
C
M
Y
K
14