Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 6 Sosialurin Rólant Waag Dam Teir eru hot í Føroyum. Teir eru hot í Danmark. Nú bendir nógv á, at føroysku punkararnir í The Dreams eru við at fáa fótin fyri seg á størsta evropeiska tón leika­ mark naði num. – Ja, eg veit ikki heilt hvat sker, men tað er altso tilfeldið, sigur Hans Edward Andreasen flenn­ andi úr telefonini í Danmark, tá vit spyrja inn til málið. Miðskeiðis í julimánaði høvdu The Dreams tríggjar konsertir í Týsklandi, eina í Berlin, eina í Hamburg og eina í München. Hetta spældi so mikið væl av, at Hans Edward Andreasen, Eirikur Gilstón Corfitz Ander sen, Heini Gilstón Corfitz Ander sen og Heini Mortensen í oktober skulu aftur til Týsklands at spæla. – Tað verður eitt stað í mill­ um 20 og 25 konsertir í oktober­ mánaði, upplýsir Hans Edward Andreasen. Enn endaliga talið av konsertum ikki fastlagt, men tað vera í øllum førum omanfyri 20 kon sert ir kring alt Týskland. Ráspældir í týskum sjónvarpi Hesar konsertirnar vera ikki fyrr enn um nakrar vikur, men eftir útgávukonsertirnar í juli mánaði, hava týskarar av sonn um tikið The Dreams til sín. Lagið Revolt var millum mest spældu løgini á Rockzone­lista num hjá týsku útgávuni av tón leika sjón varps­ rásini MTV, og eisini á stóru týsku sjón varps rásini RTL er lagið millum tey best umtóktu. – Ja, vit skilja heldur ikki heilt, at vit verða bólkaðir millum nøvn sum AC/DC, Green Day, Him, Iron Maiden, Muse og Ozzy Osbourne. Men tað verða vit altso, tá vit sleppa upp í part á slíkum listum og verða ráspældir í týskum sjón varpi, greiðir Hans Edward Andrea sen frá. Hann sigur, at teir í bólkinum hava ilt við at skilja, hvussu tað ber til. – Vit hava bara marknaðarført okkum í Týsklandi í tvær vikur, og fløg an kom út fyri trimum vikum síða ni. Tí eru vit eisini ómetaliga fegnir um, at fleiri enn 300 fólk komu til eina eykakonsert, vit høvdu, bara fyri at vita, um nakar kom yvirhøvur. Útgevast í 29 londum Eingin ivi skal vera um, at tað er ótrúliga stórt, um tað eydn­ ast The Dreams at fáa fótin fyri seg í Týsklandi. Týski tónleikamarknaðurin er tann størsti í Evropa og tískil eisini ógvuliga avgerandi. Men umframt Týskland, har fløgan longu er komin út, so hevur The Dreams avtalur við plátufeløg í tilsamans 29 londum. – Russland og Ukreina eru tey bæði síðstu londini, sum eru komin aftrat listanum, men um nakrar vikur er talið munandi hægri aftur, metir Hans Edward Andreasen. rolant@sosialurin.fo Byrja evropeiska innrás The Dreams eru væl á veg við at leggja størsta evropeiska tónleikamarknaðin fyri føtur sínar. Tónleikur teirra verður spældur allatíðina á týska MTV og RTL, teir liggja ovarlaga á hittlistunum har og í oktober skulu føroysku punkararnir spæla fleiri enn 20 konsertir í Týsklandi