Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 Sosialurin Rólant Waag Dam Eru The Dreams eitt stórt navn í Føroyum og Danmark, so er Rob McDermot eitt navn, ið er nógv ar ferðir størri á altjóða tón leika palli­ num. Eftir at hava arbeitt við heims­ kend um bólkum sum Linkin Park, Rob Zombie, Pantera og Staind, fyri at nevna nakrar, hevur Rob Mc Der mott eftir øllum at døma kas tað sín alsk á The Dreams. – Hann setti seg í samband við okkum tíðliga í ár. Síðani steðgaði alt upp, orsaka av eini ósemju millum hann og Linkin Park. Hetta endaði við einum rættar máli, sum nú er avgjørt. Hetta tíðarskeiðið hoyrdu vit einki frá honum, tí øll hansara orka er farin við hasum. Men fyri nøkr um døgum síðani skrivaði hann til okkum aftur, fegnast Hans Ed ward Andreasen. Boðini frá Rob McDermot vóru greið og positiv. – Hann var enn líka tendraður, sum tá hann hoyrdi okkum fyrs tu ferð, fortelur Hans Edward Andrea­ sen. Alt passar saman Fyrstu ferð Rob McDermot var í sam­ band við The Dreams gjørdi hann greitt, at hann var rætti maðurin at gera The Dreams heims kend ar. Teir fingu tá at vita, at tónleikur teirra heldur, at teir sum persónar passa væl saman og teirra stílur er tann rætti. At Rob McDermott kann vera lykilin til eitt altjóða gjøgn um brot, er lítið at ivast í. Rob Mc Dermott hevur stýrt bólkinum Linkin Park síðani 2000, og hetta tíðar skeið hevur bólkurin selt oman fyri 50 milliónir fløgur. Hetta hevur havt óteljandi heið urs lønir við sær, millum annað tvær Grammy og tríggjar MTV Video Music Awards virðislønir. Nú vóna Hans Edward Andrea­ sen og hinir tríggir í bólkinum, at tað endar við ítøkiligum sam star vi við Rob McDermot, nú hann hevur tikið sambandi upp aftur við teir. rolant@sosialurin.fo SamráðaSt við heimSkendan manager Rob McDermot eitur maðurin, sum kann vera lykilin hjá The Dreams til amerikanska marknaðin. Hann hevur staðið aftanfyri bólkar sum Linkin Park og Rob Zombie, men ynskir nú at føra føroyska tónleikabólkin fram í USA Í februar gav The Dreams fløguna Revolt út. Hetta er fjórða fløga teirra og verður hon útgivin í minsta lagi 29 londum. Fyrsta fløgan Tazy kom út í 2006. Næsta fløgan Den nye by í 2008 og í 2009 gav bólkurin út útgávuna Den nye by 09 – Sakin live. The Dreams hava havt tríggjar konsertir í Týsklandi fyri kortum, spældu fyri fullum tjaldi á Summar Festivalinum og fingu sera góð ummæli, umframt at teir eisini fingu góðar afturmeldingar fyri sína framførslu á Skanderborg Festivalinum í Danmark leygardagin. Teir fýra, sum manna bólkin eru: Hans Edward Andreasen, forsangari og gittar Eirikur Gilstón Corfitz Andersen, bass og kós Heini Gilstón Corfitz Andersen, gittar og kór Heini Mortensen, trummur. FAKTA Mynd: Jens Kristian Vang