mikudagur 11. august 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
Sosialurin
Árni Joensen:
– Hetta er verri enn flóðaldan
í 2004, jarðskjálvtin í Pakistan
2005 og jarðskjálvtin í Haiti
fyrr í ár, sigur Maurizio
Giuliano, sum er talsmaður
fyri
ST-stovnin
OCHA,
sum samskipar tiltøkini í
sambandi við nátúruvan-
lukkur. Hann vísir á, at jarð-
skjálvtin í Pakistan í 2005
rakti
meiri
enn
tríggjar
milliónir fólk, at flóðaldan
árið fyri rakti fimm milliónir
fólk, og at jarðskjálvtin í Haiti
í vár rakti umleið tríggjar
milliónir fólk.
Hinvegin hevur vatnflóð-
in í Pakistan kravt munandi
færri mannalív enn hinar
tríggjar náttúruvanlukkurnar.
Sambært myndugleikunum
hava umleið 1.600 fólk latið
lív, og umleið tvær milliónir
fólk eru vorðin heimleys.
Hermenn við báti
Pakistanska stjórnin hevur
sent herin at hjálpa teimum
neyðstøddu.
Hermenninir
royna at sannføra fólk um,
at tey skulu koma upp á teir
serligu bjargingarbátarnar,
sum herurin hevur, men ofta
fara hermenninir avstaðaftur
við tómum báti, tí fólk vilja
ikki fara frá tí, sum tey eiga.
Í einari bygd, sum er at
kalla skolað burtur, koma
hermenninir fram á eina
kvinnu. Hon hevur eitt smá-
barn í føvninginum. Tað
hevur mist vitið, tí ein slanga
hevur bitið tað.
– Sig okkurt við mammu!
Bjargið barni mínum! Vakið
hana, rópar hon grátandi, til
hermenninir fáa fatur á henni
og bjarga henni og barninum
inn í bjargingarbátin.
Hermenninir halda fram
leiðina, meðan teir rópa á
fólk og biðja tey sleppa sær
burtur haðani. Men tað eru
tey fæstu, sum akta boðini.
Soleiðis er tað altíð, tá tað er
vatnflóð. Fólk vilja ikki fara
frá sínum ella tí sindrinum,
sum er eftir, og tey skilja ikki,
hvussu vandafull støðan er.
Herurin hevur sent einar
40 tyrlur til vatnflóðarøkið,
men teir seinastu dagarnar
hevur tað regnað so illa har
norðuri í landinum, at tyrlur-
nar eru ikki slopnar á flog.
Heldur ikki seks amerikan-
skar tyrlur, sum eru komnar
frá amerikanska herinum
í
Afghanistan,
sluppu
á
flog orsakað av tí nógva
regninum.
Tað nógva regnið teir
seinastu
dagarnar
hevur
oyðilagt fleiri vegir og brýr,
og samstundis er tað vorðið
truplari hjá bjargingarbátun-
um at koma vegin fram.
Atfinningar
Pakistanski forsetin, Asif
Ali Zandari, hevur verið
fyri hvøssum atfinningum,
tí hann valdi at fara til
Bretlands og Fraklands í
síðstu viku.
Samstundis halda fleiri,
at
myndugleikarnir
vóru
alt ov seinir at hjálpa fólki,
og summi stúra fyri, at
víðgongdar kreftir fara at
gera sær dælt av støðuni við
at hjálpa teimum neyðstøddu
fyri á tann hátt at fáa betri
fótafesti í økinum.
arni@sosialurin.fo
Árni Joensen:
Kanadiska ráðstovan, sum
umsitur viðurskiftini har
norðuri í landinum, kunn-
gjørdi í síðstu viku, at olju-
felagið
Chevron
Canada
hevur fingið loyvi til at
leita eftir olju og gassi undir
havbotninum í einum ávísum
parti av Beaufort Havinum.
Sambært kanadisku fjøl-
miðlunum er talan um eitt
øki, sum er 205.000 hektarar
nærhendis norðurstrondini í
Yukon og einar 60 fjórðingar
norður um oynna Herschel.
Men
leitiloyvið,
sum
Chevron Canada hevur fingið,
gevur ikki felagnum loyvi til
at seta borin í undirgrundina
enn. Aftan á tað, sum er
hent í Meksikoflógvanum,
hevur kanadiska stjórnin
gjørt
av
at
endurskoða
tær lógir og reglur, sum
galda fyri virksemið innan
frálandsvinnuna. Og hesi
endurskoðan má Chevron
Canada bíða eftir, sigur BBC.
Sum skilst hevur Chevron
goldið
meiri
enn
eina
hálva milliard krónur fyri
leitiloyvið. Tað er galdandi í
níggju ár, men felagið hevur
bundið seg til at fara undir
tær
fyrstu
kanningarnar
innan fimm ár.
Kleist nøgdur
við trygdina
Tað er ikki bara Kanada,
sum hevur valt at bíða við
oljuboringum í tí arktiska
økinum. USA hevur tikið
somu avgerð eftir óhappið
í Meksikoflógvanum. Men
meðan
kanadiumenn
og
amerikanarar
hava
gjørt
av at útseta ætlaðar olju-
boringar í tí arktiska økiin-
um,
halda
grønlendsku
myndugleikarnir
ikki,
at
nakar vandi er á ferð.
Í síðstu viku vóru Kuupik
Kleist, landsstýrisformaður,
og Ove Karl Berthelsen,
landsstýrismaður í ráevnis-
málum, umborð á boriskip-
inum Stena Forth, sum borar
nærhendis Disko Oynni fyri
skotska felagið Cairn Energy.
Tað var serliga trygdin, sum
landsstýrisumboðini høvdu
áhuga fyri.
– Vit fingu eina sera jaliga
uppfatan av mannagongdini,
sum verður brúkt í sambandi
við boringina, segði Kuupik
Kleist
við
grønlendska
kringvarpið aftan á vitjanina.
Umborð
á
Stena
Forth
fingu hann og Ove Karl
Berthelsen eina frágreiðing
um arbeiðið umborð, eins
og teir vórðu kunnaðir um
trygdarskipaninar.
– Vit kunnu staðfesta, at
hetta er eitt av teimum best
útgjørdu kanningarførunum
í heiminum, har allar skipanir
hava sum felags setning at
seta trygdina í hásætið. Vit
sóu eisini, at trygdin er ein
partur av gerandisdegnum
hjá teimum, sum arbeiða
har, segði Kuupik Kleist við
KNR.
Kanada brynjar seg út
Samstundis
sum
Kanada
hevur útsett oljuleiting á
teimum arktisku leiðunum,
brynjar landið seg av álvara
til kappingina um ræðis-
rættindini í økinum.
Í
hesi
vikuni
skulu
nakrir serfrøðingar leggja
seinastu hond á eina ætlan
um at byggja erin ísbrótara,
sum skal halda eygað við
póløkinum og á tann hátt
staðfesta kanadiska ræðis-
rættin. Av tí sama verður
kavbáturin málaður reyður
og hvítur sum kanadiska
flaggið, skrivar Nunatsiaq
News.
Tann nýggi kavbáturin,
sum skal eita John Diefen-
baker eftir einum fyrrverandi
stjórnarleiðara, verður mill-
um 130 og 140 metrar langur.
Hann skal hava pláss fyri
tyrlum, og manningin verður
110. Umframt eftirlit skal
kavbáturin eisini brúkast
til vísindaligar rannsóknir í
póløkiinum.
John Diefenbaker, sum
ætlandi fer sín fyrsta túr
í 2017, kostar knappar 3,8
milliardir krónur at byggja.
arni@sosialurin.fo
Vatnflóðin í Pakistan
er verri enn flóðaldan í 2004
útlond Í Pakistan eru 14 milliónir fólk rakt av vatnflóðini, og sambært einum ST-umboðsmanni er
meiri umfatandi størri enn flóðaldan á jólum í 2004, hóast hon hevur kravt munandi færri mannalív
Kanada bíðar eisini við at bora í póløkinum
oljuvinna Oljufelagið Chevron Canada hevur fingið leitiloyvi í einum parti av Beaufort
Havinum, men felagið sleppur ikki at seta borin í undirgrundina enn. Eisini amerikanarar
hava valt at bíða. Harafturímóti halda grønlendingar, at trygdin er í lagi
Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, umborð
á boriskipinum Stena Forth
Mynd: KNR
Hesin smádrongurin bleiv
bjargaður úr heimbygdini,
sum hann búði í
Mynd: Scanpix