Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 10 Sosialurin Kjak John Jensen Carnitin er ikki bert fyri tey sum hava sjúkuna, Carnitin Transporter Defekt – CTD, menn fyri øll menniskju sum á ein ella annan hátt hava tørv á Carnitin sum eitt ískoyti fyri at fáa meiri orku og fyri at økja um lívsvirði. Longu fyri 6 árum síðan, vóru framkomnir læknar samdir um, hvussu týdning­ armikið Carnitin er fyri okkara lívsvirði, hettar kom fram á stórari vísindaliga ráðstevnu um evni Carnitin. Hettar verður eisini váttað í vísindaligari ársbók frá, New York Academy of Sciences, 18 innlegg og 197 síður prógva, hvussu stóran týdning Carnitin í veruleikanum hevur, og eigur Carnitin tí at vera givið sum ískoyti, fyri at stimbra hjarta, heila og vøddar. Carnitin er eitt sera týðandi føsluevni sum finnist í reyðum kjøti og mjólkarúrdtóttum, tað er ikki bert tann stóri týdn­ ingurin í carnitin hevur fyri brenning av feitti, carnitin er eisini neyðugt sum eitt slag av orkuverksmiðu fyri at kiknurnar kunna fram­ leiga orku. Kanningar vísa eisini greitt, at carnitin stimbrar hjarta, heila og vøddar, og tí eigur carnitin í nógv størri mun at verða nýtt sum eitt ískoyti fyri at geva meiri orku, hettar ger seg galdandi fyri allar sjúklingar, soleiðis at hesir koma skjótari fyri seg, og tí hava serstakliga allir hjartasjúklingar fyri neyðini at fáa carnitin. Eitt nú vísa royndir frá Italia, at carnitin hevur stóra ávirkan fyri sjúklingar í hava havt blótøpp í hjarta­ num, eitt ískoyti av carnitin kann gera at skaðin verður munandi minni, samstundis sum sjúklingurin kemur nógv skjótari fyri seg. Tað er eisini prógvað, at manglandi carnitin hevur ta ávirkan, at ein eldist skjótari og tí er alneyðugt at mongdin av carnitin í blóðinum er so høgt sum gjørligt. Tað verður sagt, at carnitini skal liggja millum 24­64, sum tó bert er eitt uppáhald, og tí eigur ein at stremba eftir at carnitini liggur millum 34­64. Eingin eigur at góðtaka eitt carnitin sum liggur á 15­20, sjálvt um ávísir læknar halda fæst uppá, at tað er gott nokk. Lívsvirðini eiga at koma fram um uppáhald. Royndir vísa eisini, at carnitin hevur stóra ávirkan á, at minni ikki svíkjur í adurdóminum, á sama hátt sum carnitin hevur stóra ávirkan á, at Alzheimer ikki ger so nógv um seg og ikki rakar so meint sum annars, carnitin kann soleiðis verða við til, at minka um blóðtøppar, æðrakálking, æðrabruna, alzheimer, vøddapínu, o.s v., og sum nakað nýtt, verður eisini mælt til, at sjúklingar við Sklerosa fáa carnitin sum ískoyti. Samanumtikið kann sigast, at tá ein nú veit, hvussu stóra ávirkan carnitin hevur á alt likamið, so sum, heila, hjarta, vøddar og nervaleiðina, sum eru ovurnýtarar av orku, og so tað, at carnitin er ein orkukelda, so burdi tað verið sjálvsagt, at ein hugsar meiri um hettar lívgevandi evni, Carnitin. Esbjerg tann. 8. august. 2010 jojendk@yahoo.dk Manglandi Carnitin tíð­liga í lívi­ num skerjir lívsvirð­i Hendan samgongan, ABC 2, fer at verða kend í søgubók­ unum sum samgongan, ið legðist á tey á niðastu rókum samfelagsins. Samgongan, sum, tá sparingar skuldu finnast, bert kendi tey veikastu. Brádliga hevði so­ kallaða vælferðarsamfelagið, sum júst hesi hava skapað, ikki rúm til teirra longur. Nýggjasta millum álop vóru ætlanirnar um at niður­ leggja búpláss á sambýlum og á ellis­ og røktarheimum, samstundis sum bíðirøðirnar eru ørandi langar. Løgmaður orðar tað soleiðis í Ólavsøku­ frágreiðing sínari: vit umhugsa at nýta nøk­ ur av teimum nýggju røktar­ heimsplássunum til fólk, ið­ nú búgva undir vánaligum umstøð­um. Jamen, hvat annað skuldu slík pláss verið brúkt til? Jú, ætlanin, seinast endurtikin av Rósu Samuelsen í útvarp­ inum sunnukvøldið, er jú at tvangsflyta gomul fólk, av m. a. heimunum á Tvøroyri, og Korndalsbýlinum á Eiði, bara fyri at nevna nøkur dømi. Hvar búgva tey, ið­ búgva undir vánaligum umstøð­um? Tey, ið av løgmanni og Rósu Samuelsen verða søgd búgva undir vánaligum um­ støðum, tey búgva ikki á heimunum á Tvøroyri ella Eiði, tey búgva heima hjá sær sjálvum ­ runt um í Føroyum. Og tey rópa um hjálp, biðja og bøna um at fáa eina virðiliga hjálp heima ­ ella at sleppa inn á eitt heim. At sleppa undan einseminum, at kunna fáa grundleggjandi mennsikjaligu røkt og umsorgan, at fáa tryggjaðar grundleggjandi tørvir sum mat og reinføri. Og tey, sum longu búgva á heimum, biðja og bøna um at sleppa undan tvangsflyting. Hesin ”galskapur”, sum landsstýriskvinnan í al­ mannamálum gongur á odda fyri, má steðgast. Og løg­ maður er tann einasti, sum kann gera tað, tí nærum eitt samt løgting, og skommin fylgir teim­um, vardi gerðir hennara, tá Miðflokkurin fyrr í ár royndi at støðga henni við einari misálitisváttan. Jenis av Rana Miðfloksins vegna Blinda landstýrislið­ið­ Tíðindaskriv Edmund Joensen, fólkatings­ maður, fer at fylgja væl við málinum um møguligan politiharðskap í Klaksvík. Tað er týðandi, at kanningin, ið nú byrjar, verður avgreidd skjótt og væl, og at rættindini hjá borgarunum verða vard – Dømi eru um, at tað kann taka langa tíð at kanna skuldsetingar frá borgarum um politiharðskap. Hetta má ikki henda við kanningini av tilburðinum í Klaksvík um vikuskiftið. Sum fólka­ tingsmaður fari eg at hava eyguni eftir, at skipanin ikki tilskilar sær óneyðuga langa tíð til at kanna málið og koma til eina niðurstøðu. Hetta sigur Edmund Joen­ sen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, ið er órógv­ aður av tí, ið frættist um harð­ skapstilburðin í Klaksvík í sambandi við handtøku av tveimum ungum monnum. – Sum samfelag kunnu vit ikki góðtaka, at politiið fer ov harðliga fram móti borgarum landsins, og politiið kann heldur ikki hava álvarsligar skuldsetingar hangandi yvir høvdinum á sær. Tí er tað positivt, at politileiðslan í Føroyum ber skjótt at, og at Ferðaliðið longu nú kemur at kanna málið. Hetta vísir, at skipanin virkar, sum hon skal. Hinvegin fari eg sum fólkatingsmaður at ansa eftir, at hetta mál ikki eins og onnur líknandi mál, gerst kastibløka mill­ um ymsar partar sum t.d. skuldsettar politistar, Ferða­ liðið, Statsadvokatin, Politi­ kærunevndina og so fram­ eftir, sigur Edmund Joensen. – Fokus í hesum máli má vera, at rættartrygdin hjá borgarunum er í lagi. Hin­ vegin er eisini týðandi, at almenningur ella fjølmiðlar halda seg frá at fella dóm í málinum. Nú skal kanningin gerast, avhoyringar avgreið­ ast, relevantu myndug­ leikarnir skulu koma til eina niðurstøðu, og tað má ganga skjótt fyri seg, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin. Skrivstovan hjá Edmundi Joensen á Christiansborg Fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Kanning av politiharð­skapi má ganga skjótt fyri seg Yvirlýsing Um vikuskiftið luttóku um 260 fólk á Eldradegnum á Giljanesi, og tey hava sent út eina yvirlýsing. Eldradagurin 2010 heitir á samgongu og andstøðu um sum skjótast at seta í gildi eldralóg, ið tryggjar teimum eldru nøkur grundleggjandi rættindi: Heimabúgvandi eldri, ið eru óhjálpin og hava ellis­ brek, skulu hava lógarfestan rætt til nøktandi heimahjálp frá tí almenna. Bíðitíð at fáa pláss á eldrabýli – eldrasambýli/ellis­ og røktarheimi – má í mesta lagi vera tveir mánaðir (sum í øðrum norðanlondum) Tey eldru skulu sjálvi hava rætt til at gera av, hvar tey ynskja at búgva, og mugu ikki av almennum myndug­ leikum verða flutt í nýggjan bústað móti sínum vilja. Í yvirlýsingini frá Eldra­ degnum verður eisini sagt, at heimabúgvandi eldri fólk, sum hava tørv á heimahjálp, fáa í dag als ikki ta tænastu og hjálp, sum tey hava fyri neyðini. ­ Henda sjálvsagda væl­ ferðartænasta má tískil ásetast við lóg, halda tey. Bíðitíðin hjá eldri og óhjálpnum at fáa pláss á eldrabýlum alt, alt ov long. Landsins myndugleikar mugu tí við lóg tryggja, at eldri og óhjálpin fáa búpláss á eldrabýli innan rímiliga tíðarfreist. Sjálvsavgerðarrættur teirra eldru má virðast, verður sagt í yvirlýsingini sum frá Eldradegnum, sum varð hildin á Giljanesi leygardagin. Eldradagurin 2010 Landsfelag Pensjónista Vilja hava eldralóg