mikudagur 11. august 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
Sosialurin
Í samband við at Zakarias
Wang hevur givið út bókina
Fólkaatkvøðan 14. september
1946, hevði Johan Petersen
nakrar viðmerkingar til hetta
digra verkið í Dimmalætting
3.august. Og Zakariasi so líkt,
var hann kvikur at koma við
einum svari, har hann í eini
grein, sum hann kallar Keldur
og
keldukritikkur,
fekk
høvi at sáa nøkur av sínum
tjóðveldisgullkornum, ið sum
frá er liðið meira og meira
eru merkt av innannøring.
Haraftrat avdúkar hann seg
sum søgufalsara og avdúkar
eisini, at sum keldukritikkari
er hann ikki nógv verdur.
Tað er teimum stirðnaðu
tjóðveldismonnunum um at
gera at halda pottinum frá
1946 á kóki og framhaldandi
billa fólki inn, at 14. september
tað árið var »størsta hending í
søgu føroysku tjóðarinnar« og
at tá valdu føroyingar loysing.
Men alt, sum hendi tá og
síðani, hevur víst og prógvað,
at tað gjørdu føroyingar ikki.
Zakarias kallar dreymin um
hesa mytuna fyri »eitt esjandi
sár«. Tað kann vera, at tað
kenst soleiðis hjá onkrum
romantiskt sinnaðum tjóð
veldisfólkum, men hjá van
liga
føroyinginum
hevur
hatta ikki tyngt hansara sinni
nevnivert, tí hann hevur
langt síðani fatað, at handan
fólkaatkvøðan avgjørdi einki.
Tað kann vera, at henda
bókin fer at hjálpa tjóðveldis
fólkum burtur úr tí trauma,
tey hava liðið av síðani. Tað er
í góðum freudskum anda at
grava niður í undirvitskuna
fyri at leita eftir og týna slík
kompleks.
Zakarias
Wang
eigur
alla tøkk uppiborna fyri, at
hann hevur leitað hesi skjøl
og hesar blaðgreinar fram.
Tað er ilt at meta um, hvørt
hann hevur tikið alt við,
sum hann er dottin fram á,
helst ikki, sum hann sjálvur
sigur í innganginum, og so
er spurningurin, hvat ið er
sáldað frá.
Tað kann undra, at eingin
søgufrøðingur er farin í
holt við at skriva eina Phd
ritgerð um hetta evnið, so tað
tilfarið kundi verið lagt undir
eina vísindaliga sjóneyku og
verið mett av einum veruliga
kompetentum forum.
Samarbejdspartiet
Zakarias Wang heldur seg
hava funnið ‘ein glógvandi
gimstein’ í eini tíðindagrein,
sum ein korrespondentur
hevur sent til Ritzaus Bureau
dagin eftir fólkaatkvøðuna.
Erpisliga
og
avgjørdur
sum altíð sigur hann, at
henda gimsteinin kann ein
og hvør síggja á bls. 560 í
bókini. Víðari sigur hann í
greinini: Í fyrstuni trúði eg,
at talan var um eina skeiva
endurgávu. Men tað sama
stendur í Fyns Venstreblad
í Odense tann 21, september,
so tað má vera rætt. Talan
er um eitt fjarrit hjá Ritzau,
sum er sent úr Havn tann
15. september. (At tað eisini
stendur í Fyns Stiftstidende
er einki prógv fyri, at tað má
vera rætt. Blaðið endurgevur
telegrammið frá Ritzau helst
orðarætt, og tað munnu fleiri
onnur bløð eisini hava gjørt.)
Andras var tá í Fuglafirði,
men
tíðindamaðurin
hjá
Ritzau var sonur hansara
Georg Lindenskov Samuelsen,
sum búði í Havn. Teir mugu tí
hava tosað saman í telefon, og
Georg hevur sent tað niður,
sum faðirin hevur sagt.
Her sigur Andras gjøgnum
son sín: »Med Henblik paa
Statsminister Knud Kristen
sens Erklæring om Folkeaf
stemningens
Konsekvenser
udtaler Samarbejdspartiets
Formand kort.« (Nei, hetta
sigur Andras ikki, men tað
sigur
korrespondenturin,
sum inngang, sum upplýsing
til lesararnar, hvat málið snýr
seg um, og á bls. 560 í bókini,
sum er telegrammið, sum stóð
í Politiken tann 16. september
1946, er eisini kolon aftaná
orðið kort: og síðani kemur
tað, sum Andras segði. Tað
er rætt og slætt ótrúligt, at
Zakarias Wang kann hava
gjørt ein slíkan generalbrølara
at hava misskilt hetta. Seinni
í grein síni dittar hann sær
enntá til at manudusera um
keldukritikk.)
Tað merkisverda er, at
Andras, sum var formaður í
Sambandsflokkinum, nú eftir
fólkaatkvøðuna ikki sigur
seg vera formann í »Sam
bandspartiet«, men “Sam
arbejdspartiet”. (Nei, tað er
ikki Andras, sum sigur hetta,
men korrespondenturin, og
tað at hann nýtir heitið Sam
arbejdspartiet, er helst fyri at
danir betur skulu skilja, hvat
hasin flokkurin stendur fyri.
Orðið samband finst ikki í
donskum máli og tískil er
tað einans tey, ið hava tætt
tilknýti til Føroyar, sum vita,
hvat
Sambandsflokkurin
stendur fyri. Orðið Sam
arbejdspartiet sigur teimum
nógv meir.)
Zakarias Wang heldur
fram við at fantasera um
út frá hesum skeivu pro
missunum at Andras tekur
avleiðingar av fólkaatkvøð
uni. Hann insinuerar enntá,
at »[Andras] sigur, at hereftir
ber ikki til at hava ein flokk
í Føroyum, sum eitur Sam
bandsflokkurin.«At tað hevði
verið ein ynskidreymur hjá
Zakarias Wang, at sloppið av
við tann flokkin, er ein onnur
søk, men eftir tí undirtøkuni
at døma, hann hevur havt og
framvegis hevur, so eru tað
framvegis nógvir føroyingar,
sum
høvdu
tikið
undir
við tí, Andras Samuelsen
segði í tí Ritzaufjarritinum,
sum
Zakarias
Wang
so
fullkomiliga misskilti, nevni
liga: »Regeringens Forslag er
ikke vedtaget og er saaledes
bortfaldet. Samtidig er der
ved Folkeafstemningen kon
stateret saa stor Modstand
mod at afbryde Samhørs
forholdet med Danmark, at
ogsaa dette Spørgsmaal maa
betragtes som bortfaldet.«
Dumpaður sum keldukritikari
Eilif Samuelsen
Skilagóður hugburður í grein
hjá John Johannessen um
almannaøkið. Hann skrivar
um, at rættast er at lata
teimum, sum hava minst
meir og teimum sum hava
mest minni. Orð hansara
eru, at ein ‘umfordeiling’er
neyðug. Júst hugburðurin
hjá Tjóðveldi.
Kortini siti eg sum eitt
spurnaðartekin, tá eg havi
lisið
greinina.
Er
hetta
hugburður Javnaðarfloksins,
hvussu ber tað tá til, at hann
ikki bert hevur verið vitni
til, men eisini aftur og aftur
hevur atkvøtt fyri øllum
uppskotum, sum gera tað
øvugta?
Lat meg nevna nøkur dømi:
Kringvarpsgjald. Øll rinda
somu upphædd, heldur enn
at leggja gjaldið umvegis
skattin. Á tann hátt rindaðu
breiðastu herðarnar mest.
Heilsutrygd.
Øll
rinda
somu upphædd, heldur enn
at Heilsutrygd verður rindað
umvegis skattin og breiðastu
herðarnar rinda mest.
Rentustuðul.
Bert
tey
mest vælbjargaðu sum fáa
sethúsalán fáa rentustuðul.
Tey sum hava minst, hava
ikki møguleikan at seta føtur
undir egi borð.
Sparingarnar á almanna
økinum,
sum
hava
rakt
nógvar familjur sera meint
undir sitandi samgongu.
Fái hug at nevna eitt
aftrat. Komandi fríggjadag
kemur uppskot til viðgerð
ar í tinginum um, at brúk
aragjald skal á hoyritól. Sama
brúkargjald til øll. Vóni, at
Javnaðarflokkurin stendur
saman við Tjóðveldi um at
broyta hetta uppskot, so tað
gerst meiri samhaldsfast.
Hugsi við mær sjálvari, at
um hugburðurin sum John
Johannessen umboðar í grein
sínari er Javnaðarfloksins,
tá evnar flokkurin antin
óvanliga illa at fáa síni
sjónarmið framd, hóast hann
er í samgongu, ella er talan
bert um føgur orð. Talan er jú
um flokk, sum hevur sitið við
valdinum í 6½ uttan steðg.
Men sum nevnt, greinin er
skilagóð, og Tjóðveldi gleðir
seg til og vil, at orðini gerast
veruleiki.
Álvaratos ella føgur orð?
Bergtóra Høgnadóttir Joensen
Tingkvinna, tjóðveldi
Noreg spælir rukka fyri
ES í makrelmálinum!
Knúskar smáu grannar
sínar, Føroyar/Ísland:
Noreg má sigast at reka sera stuttskygdan
politikk í makrelspurninginum. Tað skuldi
verið eyðsæð, at londini í Norðuratlantshavi
áttu at staðið saman móti risanum ES.
Alt annað er ótrúliga vánaligur uttanríkis
politikkur.
Um øll londini her norðuri stóðu saman,
so kundi ES ikki gjørt, sum tað vildi,
men hevði staðið móti meira javnbjóðis
samráðingarpørtum.
Být sundur og tak ræðið
(divide et empera):
ES nýtir gamla rómverska framferðarháttin,
ið var at sáa sundurlyndi millum mótstøðu
londini og so taka tey eitt fyri og annað eftir.
Hetta er júst tað sama, ið hendir nú. ES nýtir
Noreg til at gera ”skitna arbeiðið” til tess at
knúska mótpartarnar í Norðuratlantshavi
fyri seinni at yvirtaka alt.
ES í samráðingum við Ísland:
Tað ger, at ES fer neyvan at taka nøkur
stig mótvegis Íslandi og helst heldur ikki
móti Føroyum. Hetta, fyri ikki at styggja
íslendingar frá ES, ið fegið vil hava Ísland
inn sum lim og harvið fáa ræðið á ríka
íslendska náttúrutilfeinginum og ikki
minst risastóru, varandi orkukeldunum.
Her verður hugsað um jarðarhitan og
vatnorkuna, sum báðar eru risastórar.
Ísland og Føroyar mugu
draga eina línu:
Tað er sera umráðandi, at hesi bæði londini
tala væl saman nú og royna at fáa Noreg
at skilja álvaran í hesum málinum, so ES
ikki kann spæla við lagnuna hjá londunum
í Norðuratlantshavi. Noreg kann sjálvt
koma í kløtur av egna sjálvsøkna og
stuttskygda politikki sínum.
Teir
kunnu
ikki
rokna
við,
at
Føroyar/Ísland fara at stuðla norskum
áhugamálum, um Noreg skuldi komið í
stríð við ES seinni, og tað kann brádliga
koma fyri í framtíðini.
Asbjørn Lómaklett