mikudagur 11. august 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
12
Sosialurin
www.fjorukrogvin.fo
Tel. 471500 / 771500
• Matstova
• Søgusavn
• Gávubúð
Heiðalon Heiðavegur 31 600 Saltangará
Summarfrí
Vegna summarfrí er avgreiðsla okkara
stongd frá mánadegi 19. juli
til og við fríggjadag 13. august 2010.
Samband fæst við okkum á telefon 591600
og 591602 ella á telduposti gs@gs.fo
Í samband við at ár 2010 er altjóða ár fyri lívfrøðiligt marg
feldi, skipar lívfrøðingafelagið saman við Miðlahúsinum fyri
eini myndakapping, har endamálið er at lýsa lívfrøðiliga
fjølbroytni í føroysku náttúruni.
Við hesum ynskir Lívfrøðingafelagið at fleiri fáa eyguni upp
fyri livandi náttúruni og fara út at taka myndir, sum kunnu
lýsa hetta fjølbroytta lívið ella við øðrum orðum: avmynda
lívfrøðiliga margfeldni í Føroyum.
Tá kappingin er liðug fer Miðlahúsið fer at leggja allar
innkomnu myndirnar út á netið.
Myndakapping
Avmynda lívfrøðiligt margfeldi!
Reglur
Myndin skal vera digital og
vera tikin í Føroyum í 2010.
Kappingin byrjaði 7. juni og
endar 16. august.
Hvør luttakari kann einans
senda eina mynd til Miðla
húsið seinast hin 1. august
2010. Myndin skal sendast
til margfeldi@sos.fo
Lívfrøðingafelagið tekur sær
rætt til at brúka innkomnu
myndirnar í arbeiði felagsins
framyvir, t.d. til heimasíðu,
plakatir og faldarar.
Ein dómsnevnd, ið er saman
sett av trimum pørtum, vel
ur bestu myndirnar. Hvør
partur hevur líka nógvar at
kvøður. Teir tríggir partarnir
eru nevndin í lívfrøðinga
felagnum, ein professionell
ur myndatakari og eitt lista
fólk.
Vinningar verða latnir til tríggjar tær bestu myndirnar:
1. vinningur: Eitt Canon EOS 550 fototól (virði: kr. 7.999). Ein Case
logic taska (virði: 399 kr.) og eitt 16 GB kort (virði: 699 kr.) fylgir við.
Vinningurin verður latin av Føroya Lívfrøðingafelag.
2. vinningur: Eitt Canon EOS 450 speglrefleks fototól (virði: kr.
4.999). Vinningurin verður latin av Expert
3. vinningur: Ein 1 TB eksternur harðdiskur (virði: kr. 980), ið verður
latin av City og kr. 1.500, ið verður latið av Lívfrøðingafelagnum
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Lesið
-so eru tit við!
www.sosialurin.fo