Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 Sosialurin Tá tú bíleggur eitthvørt á netinum, er umráðandi, at tú kannar fyritøkuna væl og virðiliga. Um ein fyritøka vil vera tikin í álvara, leggur hon sjálvsagt allar upplýsingar um seg sjálva út. Tað verið seg vøruúrvæl, keypstreytir og so framvegis. Er talan um eina føroyska fyritøku, upplýsir hon sjálvandi eisini, hvørji fólkini handan fyritøkuna eru. ° Kanna eftir um heimasíðin hevur lógarkravdar upplýsingar, so sum aftranar­ rætt, og hvussu til ber at koma í samband við fyritøkuna aftur. ° Rinda við gjaldskorti við at upplýsa kort­ nummar og lokadato, ella rinda við eftirkravi. Rinda ongantíð frammanundan, til dømis gjøgnum bankan, við kjekki ella líknandi. ° Kanna vøruna beinanvegin ° Um tú angrar, skalt tú halda teg til freistina og fáa kvittan fyri, at vøran er latin aftur ° Kanna kontoútskriftina frá bankanum Tú kanst kanna meira um heimasíður og net­ handlar á europeiska samstarvsstovninum Howard, sum kennir er at finna á www. forbrugereuropa.dk Eisini kanskt tú hyggja eftir e­merkinum, sum prógvar, at heimasíðan er lóglig, og at hon lýkur ávís etisk krøv. Grøna lyklarholið er almenna norðurlendska heilsumerkið, sum lættir um, tá vit fara til handils og ynskja eitt sunnari alternativ. Lyklarholið vísir, at matvøran, saman­ borin við aðrar vørur av sama slag, hevur: Minni og sunnari feitt Minni sukur Minni salt Fleiri kostfipur og fullkorn Tí loysir tað seg ofta at leita eftir grøna lyklarholinum, tá tú fert til handils. Tó skalt tú vera varug við, at tað er upp matvøruframleiðaran sjálvan, um hann vil hava lyklarholið á vøruna. Sostatt skalt tú sjálv halda eygað við um vøran við lyklarholinum í veruleikanum er tann sunnasta. FBS, ella Føroyskir Barnasjúkrarøktarfrøð ingar, skipa fyri temadegi um børn, ung og kunningartøkni. Í kunningartilfari verður sagt, at alnótin, telduspøl, fartelefonir og sjónvarp mynda í stóran mun spælið, samskiftið og ta sosialu samveruna millum børn og ung. Tí verða hesir spurningar settir: •Hvussu ávirkast tann likamliga, sálarliga og sosiala menningin hjá børnum og ungum av kunningartøkni? •Hvørjir fyrimunir og vansar eru hjá børnum í kunningarsamfelagnum? •Hvørji eru tilmælini á økinum? Endamálið við temadeg­ num er, at fakfólk fáa meira vitan og soleiðis gerast betur før fyri at stuðla barninum og tí unga í avbjóðingum og trupulleikum, sum standast av kunningartøkni. Fyrilestrarhaldararnir starvast sum serfrøðingar innan film og telduspøl. Anne Mette Thorhauge hevur eina ph.d. innan telduspøl og samskifti og arbeiðir á deildini fyri miðlar og samskifti á uni­ versitetinum í Keypmannahavn. Tine Jensen, er lektari á deildini fyri sálarfrøði og gransking innan útbúgving á universitetinum í Roskilde. Tekningarfreistin er 1. september og nærri upplýsingar eru á www.gigni.fo. 5 góð ráð um e-handil Temadagur um børn, ung og kunningartøkni 14. september verður temadagur um børn og miðlar fyri øllum, sum starvast við børnum og ungum Keyp sunnari mat við »Lyklarholinum« Brúkarin Lagt til rættis: Rigmor Dam