Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 16 Sosialurin Oyggjablaðið Fríggjadagin 13. august 13:30 Heimavirkið letur upp (opið er til kl. 16.30) 17:00 Barnarenning byrjar á træbrúnni. 17:15 Renning niðan á Oyggjarmúla byrjar á træbrúnni. 19:00 Matsøla í tjaldinum á keiini (tjaldið er opið til kl. 04). 19:00 Ølsøla í tjaldinum á keiini (ølsølan letur aftur kl. 04). 19:00 Kabaret í Royndarhúsinum (barnasýning). (Atgongumerki á 50 kr. fyri børn 14 ár og yngri). 21:00 Kabaret í Royndarhúsinum. (atgongumerki á 100 kr.). Leygardagin 14. august 08:30 Svimjararnir leypa á bláman yviri við Strond. 10:00 Kunningarstovan letur upp (opið er til kl. 02) 11:00 Heimavirkið letur upp (opið er til kl. 13). 14:00 Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, setur stevnuna undir Mikkjalsveggi. 14:00 Matsøla í tjaldinum á keiini (tjaldið er opið til kl. 04). 14:00 Ølsøla í tjaldinum á keiini (ølsølan letur aftur kl. 04). 14:30 Marinn Katrina Frýdal, býráðslimur, handar svimjarunum steyp undir Mikkjalsveggi. 15:00 Breyðsøla á Kaffistovuni. 15:00 (Uml. kl. 15) koma regattasiglararnir til Nólsoyar. 15:00 Rulliboltur. 15:00 Klatring við fótbóltsvøllin. 15:00 Sølubásar og tivoli lata upp úti á Veg. 15:00 Diana Victoria verður sýnd fram á Kunningarstovuni. 15:00 Pylsuvognurin letur upp úti á Veg. 15:00 Pannikakuvognurin letur upp úti á veg. 15:00 Gomlu húsini við Brunn verða sýnd fram til kl. 17, (30,- kr). 15:00 Kvinnufótbóltsdystur fyri oldgirls millum B36 og AB. 16:00 Fótbóltsdystur millum tónleikarar “undir 30 ár” og “yvir 30 ár”. Dansigentir dansa í hálvleikinum. 16:00 Smábatar í hyli úti á Veg (opið er til kl. 21). 16:00 Loppumarknaður í Avhaldshúsinum (opið er til kl. 19). 17:00 Gongutúrur fyri børn út í prinsessutoftirnar, har søgan um prinsessuna verður søgd (fari verður frá Kunningarstovuni). 17:30 Rennistrongur. 19:00 Kabaret í Royndarhúsinum (atgongumerki á 100 kr.). 19:00 Útimøti við Frelsunarherinum verður undir Mikkjalsveggi 20:00 Heimavirkið letur upp. 23:00 Felagssangur undir Mikkjalsveggi. Fýrverk eftir sangin! 24:00 Jens Marni spælir til dans úti á Klivum. Atgongumerki 150 kr. Ølsøla er í hølinum. 24:00 Rozac spæla til dans í Royndarhúsinum (18 ára aldurmark). Atgongumerki 150 kr. Ølsøla er í Royndarhúsinum. sunnudagin 15. august 12:00 Guðstænasta – v/Sverra Steinhólm. 13:00 Kunningarstovan letur upp (opið er til kl. 17) 15:00 Sølubásar og tivoli lata upp úti á Veg. 15:00 Pylsuvognurin letur upp úti á Veg. 15:00 Matsøla í tjaldinum á keiini (tjaldið er opið til kl. 00). 15:00 Ølsøla í tjaldinum á keiini (ølsølan letur aftur kl. 00). 15:00 Pannikakuvognurin letur upp úti á veg. 15:00 Rennistrongur. 15:00 Rulliboltur. 15:00 Klatring við fótbóltsvøllin. 15:00 Diana Victoria verður sýnd fram á Kunningarstovuni. 15:00 Heimavirkið letur upp 15:00 Breyðsøla á Kaffistovuni. 16:00 Loppumarknaður í Avhaldshúsinum. 20:00 Kabarettin í Royndarhúsinum (atgongumerki á 100 kr.). Mánadagin 16. august 20:00 Kabaret í Royndarhúsinum (atgongumerki á 100 kr). GLASFLØSKUR ERU BANNAÐAR Á DANSISTØĐUNUM! Skráin fyri OvaStevnuna 2010 Ein heilsa undan ovastevnuni Tað ber als ikki til at tosa um ova­ stevnuna, uttan at nevna tað meg­ nar avrik, sum Ovi Joensen gjørdi. Hansara ágrýtni er samstundis eitt gott dømi um, hvussu ágrýtnir og eldhugaðir nólsoyingar eru, tá teir veruliga seta sær nakað fyri. Tí ova­ stevnan er vorðin eitt av størstu stevnutiltøkunum í Føroyum yvir­ høvur. Ovastevnan er samstundis eins og festivalarnir og stóru summar­ stevnurnar vorðið nakað, sum hópur av fólki bara halda vera eina sjálvfylgju at luttaka í. Tað virkis­ fýsni, sum liggur til grund undir ovastevnuni, er á mangan hátt vorðið ein fyrimynd fyri onnur, tí nólsoyingar prógva veruliga, at bara mann stendur saman, so ber alt til. Tórshavnar kommuna ásannar eisini, at tað finst eitt virkisfýsni í oynni, sum krevur ávísar karmar og ávísar umstøður. Tí eru vit í holt við at gera atløgubryggju til Ternuna og tí prioritera vit útstykkingar í oynni. Onnur atlit verða tikin sum úrslit av regluligum arbeiði í nevnd­ um og borgarafundum. Ovastevnan hesaferð er størri og meira umfatandi enn nakrantíð við tiltøkum fyri øll. Nógv familjuvinar­ lig tiltøk eru og ikki minst gleða vit okkum til stóru tiltøkini sum svimj­ ingina um Nólsoyarfjørð og regatt­ aina. Hugaligt at síggja, at eisini á hesum økinum er hugsað um trygd og um pláss til vitjandi, annaðhvørt tey eru í báti ella fara á kamping. Vegna Tórshavnar kommunu fari eg at ynskja øllum eina góða ova­ stevnu og teimum avbera mongu fyrireikarunum góða eydnu við til­ takinum í vón um, at tá vit næsta ár halda 25 ára dagin fyri bragdi Ova Joensens, eisini kunnu endaliga staðfesta, at dreymur hansara, sum gjørdist upprunaliga grundar­ lagið undir ovastevnuni, skjótt gerst veruleiki. Góða stevnu! Bogi Andreasen virkandi borgarstjóri