mikudagur 11. august 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
Sosialurin
Oyggjablaðið
Vilmund Jacobsen
Í vikuskiftinum bjóða nólsoyingar
til enn eina ovastevnu, sum stuðuls
nevnd in fyri svimjihyli í Nólsoy
stend ur aftanfyri.
Tá veðrið er til vildar, plagar ova
stevna at savna nøkur túsund fólk
úti í Nólsoya sum soleiðis halda
stev nu saman við bygdarfólkinum.
Skolaði burtur...
Veðrið hevur sjálvsagt ein av ger
andi týdning fyri, hvussu slíkar
stevn ur eydnast. Fleiri av árunum,
síðan nólsoyingar fóru í holt við at
skipa fyri ovastevnu, hevur veðrið
hepn ast væl. Onnur ár minni væl.
Í fjør miseydnaðist veðrið púr
as ta á sjálvum stevnudegnum við
nógv um regni og væl av vindi, og
starvs felagi og heimildarmaður
okkara í bygdini, nólsoyingurin
Leo Poulsen, tók stutt saman um
og segði, at ”Ovastevnan skolaði
burt ur...”
Nú skulu vit bara vóna, at veður
gud ar nir verða blíðari hesa ferð, so
allar tær fyrireikingar, sum gjørdar
verða til eina slíka bygdastevnu,
koma til sín rætt.
Marin setir
Ovastevna verður í ár sett av
Marini Kathrinu Frýdal, býráðslimi
í Tórshavnar kommunu, sum Nóls
oy gjørdist partur av hin 1. januar
í 2005.
Stevnan
verður
sett
Undir
Mikkjals veggi leygardagin klokkan
14. Tað verður eisini bý ráðs lim
ur in, sum fer at handa steyp til
vin nar ar nar av svimjikappingini,
bæði kappingini, sum verður um
at svimja úr Havn og um Nóls oy ar
fjørð – og tí minni kappingini, sum
í ár verður á einum 1000 metra teini
á Nolsoyarvík.
Svimjarar, sum luttaka í stóru
og afturvendandi svimjikappingini
um Nólsoyarfjørð, leypa á bláman í
Havn klokkan 8.30 leygarmorgunin
– og eitt sindur seinni leypa tey á
blám an, sum ætla sær at svimja teir
1000 metrarnar á Nólsoyarvík.
Á ovastevnu verður eisini skipað
fyri rennikappingum fyri vaksin
og børn. Hesar kappingar, sum
eru lutfalsliga nýggjar í skránni
fyri ovastevnu, verða fríggjadagin.
Vaks in fara at renna av Træbrúnni,
nið an á Oyggjarmúla og omanaftur
– og børn fara at renna av Træ brún
ni, runt um flakavirkið og heim aft
ur á Træbrúnna.
Jens Marni spælir
Dansurin á ovastevnu leygar
kvøldið plagar at savna rættiliga
nógv fólk, og okkurt árið man talið
av vitjandi í dansinum hava táttað
upp ímóti teimum 1000.
Í ár verður tað føroyski contry
kongur in, Jens Marni Hansen, sum
fer at spæla til dansin, sum verður
í stóra tjaldinum úti Undir Klivum.
Um skránna, sum er prentað
í blaðnum í dag, kann í stuttum
sigast, at bæði leygardagurin og
sunnudagurin verða familju vinar
ligir dagar við nógvum ymiskum
til tøk um, har børn og vaksin kunnu
lut taka, eitt nú við tivoli, matsølu
og øðrum, har høvi er hjá bæði
børn um og vaksnum at hugna sær
saman.
vilmund@sosialurin.fo
Bjóða til ovastevnu
OVASTEVNA Tað verður Marin Kathrina Frýdal, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta
ovastevnuna í ár. Aftaná fer hon at handa steyp til vinnararnar í svimjikappingini um Nólsoyarfjørð
Betri umstøður til bátar og kamping
Vilmund Jacobsen
Nógvir bátar plaga at leita sær
út til Nólsoyar á ovastevnu, og
soleiðis verður ivaleyst aftur í ár.
Stuðulsnevndin hevur hesa
ferð leigað bátabrúgvar úr Vest
man na, soleiðis at bátarnir fara at
liggja betri enn áður.
Unn S. Perdomu, forkvinna
í stuðulsnevndini, sigur, at við
leigu máli num hava tey eisini sæð
seg noydd at taka gjald fyri atløgu,
land streym og vatn á stevnuni
hesa ferð.
Vit hava soleiðis gjørt av, at
bátar, sum koma á ovastevnu,
rinda 350 krónur fyri bátapláss
fyri allar stevnudagarnar. Uppi í
hes um prísi er atløgupláss, land
streym ur og vatn, sigur hon.
Nú Ternan fyrr í summar fór at
røkja siglingina um Nólsoyarfjørð,
er møguleikarnir at taka bilar og
kampingvognar út til Nólsoyar
eisini vorðnir nógv betri.
Vit hava soleiðis skipað eitt
kamp ing økið uppi í skúla garði
num, og her taka vit 300 krónur
fyri leigu av plássi, sigur hon.
Unn S. Perdomo sigur, at plássið
til kamping er avmarkað, og tí
heitir hon á fólk, sum ætla sær til
Nóls oy ar við kampingvogni, um at
lata hoyra frá sær.
Fólk, sum ætla sær til bygdar í
báti ella við kampingvogni, kunnu
so leið is ringja til mín á telefon
216313 og biðja um pláss, sigur
forkvinnan í stuðulsnevndini.
Ovastevna í Nólsoy er ein hugnalig stevna, har hópur av fólki plaga at savnast í bygdarligum og forkunnugum umvørvi. Leygardagin
plagar fólkatalið í Nólsoy, sum liggur um eini 270, at fleirifaldast upp í nøkur túsund, um veðurgudarnir eru til vildar
Mynd: Vilmund Jacobsen
...Jens Marni Hansen, fer at
spæla til dansin...