Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 18 Sosialurin Oyggjablaðið Jubileums-sig bygdaball í H Eydna Skaale Regatta kann lýsast sum ein samanrenning ímillum eina bátastevnu og ein festival. Tað eru nógv bátafólk, men tað eru eisini nógv, sum koma við bili, tjaldi og kampingvogni. - Tað eru nógv, sum hava bát, men sum ikki brúka hann nakað serligt. Her er so ein upplagdur møguleiki at loysa bátin frá bryggju og fara ein hugnaligan túr, held ur Rógvi Nybo, sum er kassameistari í Hós vík- a r Róðrarfelag og ein av fyri skipar un um. Vaksandi áhugi Tá regattasiglingin var fyri á fyrsta sinni fyri tíggju árum síðani, vóru einir 50-60 bát ar við. Síðani tað er talið vaksið stútt, og í fjør vóru einir 100 bátar við. - Stutt eftir, at vit byrjaðu við regatta- ini, sóu bátafestivalurin á Toftum og í Vest man na eisini dagsins ljós. Her var veru liga ein tørvur, og tað sæst eisini aftur í áhuganum, vísir Rógvi á. - Samanhaldið á regattaini er framúr gott, og tú kemur í samband við nógv fólk, sum tú annars ikki hevði møtt. Vit hava bæði gomul, tilkomin, ung, børn –ja, heilt niður í pinkubørn. Her er einki aldurs mark, og tað er hugnaligt fyri øll at sigla ein túr saman. Men um náttina er tað frá 14 ára aldri og uppeftir. Tá hava vit vaksna manna dans og einki fyri børnini, ger Rógvi greitt. Alt á bryggjuni Sum vant er strekkið, ið siglast skal, frá Eiði og til Hósvíkar. Á Eiði verður luttakara- gjald á 150 kr rindað. Ætlanin er, at bátarnir skulu fara av Eiði kl 19, fyri at raka á kyrrindini, tá farast skal um Streymin. Væntandi verða seinastu bátar nir í fylginum á Hósvík um 22.30 tíð- ina, og tá verður ein døgverðarættur at fáa. Á midnátt verður dansur við Jens Marna Han sen, og morgunin eftir verður borðreitt við morgunmati. Undanfarin ár hevur bæði matur og dans ur verið uppi í bygdarhúsinum, men í ár verður alt flutt oman á bryggjuna, so báta fólkið ikki skal ganga so langt niðan í bygd ina. - Vit hava leigað okkum eitt stórt dansi- tjald, sum vit seta upp á bryggjuni. Á tann hátt verður økið meiri savnað, og alt fer at ganga fyri seg, har bátarnir liggja, greiðir Rógvi frá. Eisini kampingvognarnir fara í ár at standa tætt við bátarnar, so tey vera meiri við í veitsluni. Og hóast regattain í høvuðs- heitum snýr seg um sigling, so økist talið av kampingvognum eisini ár um ár. Tí er kamp ing økið munandi størri í ár, enn tað var í fjør. Tilmelding Fyri at hósvíkingar skulu hava eina hóm- ing av, hvussu nógv fólk kemur, og hvussu nógvur matur skal gerast, verða fólk í ár biðin um at melda til regattaina inni á heima síðu ni hjá Hósvík á www.hosvik.net. - Hetta er ikki ein bindandi tilmelding, og fólk eru eisini vælkomin, hóast tey ikki melda til hjá okkum, men bara møta upp á Eiði. Men tað er ein fyrimunur fyri okkum og alla fyrireikingina, um vit vita umleið hvussu nógv fólk, vit kunnu vænta, sigur Rógvi. Hann leggur afturat, at sum er, hava tey gjørt seg út til at taka ímóti 1000 fólkum. - Tað er fyri tað mesta nevndin í Hós vík- ar Róðrarfelag, sum hevur staðið fyri fyri- reik ing unum, men kommunan ger eisini ein stóran innsats, og nú tað líður so væl, er nær um alt bygdarfólkið eisini í sving, fyri at fáa tað seinasta upp á pláss. Tey flestu eru fegin um at hjálpa til, tí alt yvirskotið fer beint í róðrarfelagið, sum vit øll eru góð við, vísir Rógvi á. Hann sigur, at undanfarnar regattair hava goldið fyri rógvimaskinur og ein nýggj an bát, sum tað annars vildi tikið ein so lítlum róðrarfelagið langa tíð at savnað sam an til, um tey ikki høvdu regattaina. Geva nakað aftur Men í ár er tað nakað serligt við regattaini. - Vit hava havt hetta tiltakið í 10 ár. Undi r tøkan er bara vaksin fyri hvørt ár, og hóast tað kanska serliga eru fólk úr Sundalagnum, so hava vit eisini aftur vend- an di gestir úr bæði Suðuroynni, Vágunum, Sand oynni og Norðoyggjum. - Fólk hava tikið so ómetaliga væl ímóti regatta ini, og í ár vilja vit veruliga royna at geva øllum hesum fólkunum okkurt aftur. Vit royna allatíðina at gera tiltakið betri, men í ár hava vit veruliga spílað okkum út, og tað vóni eg, at fólk fara at merkja, sigur Róg vi at enda. eydna@sosialurin.fo í ár eru 10 ár liðin, síðani regattasiglingin varð hildin á fyrsta sinni, og tí verður meiri gjørt burturúr í Hósvík í ár. Yvir 1000 fólk verða væntandi savnað í Hósvík fríggjakvøldið til dans, stuttleika og hugna