Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 Sosialurin Oyggjablaðið ling og ósvík Jens Marni Hansen spælir Undanfarin ár hevur dansurin verið í bygdarhúsinum, men í ár verður hann í einum stórum telti, sum verður sett upp á bryggjuni, soleiðis, at alt verður savnað á einum stað. - Vit hava fingið Jens Marna Hansen at spæla, og tað eru vit ótrúliga fegin um, tí tað plagar altíð at vera gott. Jens Marni og hansara orkestur kunnu spæla næstan hvat tað skal vera, og hann kann fanga bæði tað yngra og tað eldra ættarliðið, sigur Rógvi Nybo, fyrireikari. - Jens Marni hevur tann eginleika, at hann kann eygleiða fólkið og spæla tað, tey vilja hava. Um tað eru tilkomin fólk, sum vilja hava ein hugnaligan dans, so kann hann spæla tað, og um tað eru yngri fólk, sum vilja hava lív í, so er hann eisini førur fyri tí. Nógv ungfólk Hóast man kann ímynda sær, at eitt bátatiltak, sum regattain, í høvuðsheitum dregur eldri fólk, so eru tað yvirraskandi nógv ung, sum eisini leita sær til Hósvíkar. - Regattain er altíð seinasta vikuskiftið áðrenn skúlarnir byrja aftur, og tað tykist sum um, at tey ungu vilja seta eitt veruligt punktum fyri summarinum. Vit hava jú regatta fríggjadag, og síðani er Ovastevna í Nólsoy leygardag, og hetta vikuskiftið er tað allarseinasta sprellið av summarstevnunum. - Eftir hetta byrjar gerandisdagurin aftur, og tað er kanska tí, at tað eru so nógv ung. Í ár vænti eg eisini, at Jens Marni fer at draga fleiri ungfólk til. - Tað eru sjálvsagt fleiri sum koma við bátunum, men her eru eisini nógvir bilar, kampingvognar og tjøld, so tað eru ikki øll, sum taka siglingina við. Fakta Regatta 2010 • Hetta er tíggindu ferð at Regattain fer at stevna inn í Hósvík • Siglt verður av Eiði kl 19, og bátaflotin verður væntandi í Hósvík um 22.30 tíðina • Tá kyrrindi eru kl 21, skal farast um Streymin • Tað kostar 150 kr at vera við í regattaini, og fyri tað fæst ein blusa, døgverði í Hósvík og morgunmatur leygarmorgunin • Tað er ókeypis at leggja at í Hósvík • Á midnátt spælir Jens Marni Hansen til dans á bryggjuni • Fyrireikararnir vænta einar 100 bátar og eini 1000 fólk • Kampingøkið er størri í ár enn nakrantíð áður, tí stórur áhugi er eisini fyri at koma til Hósvíkar við kampingvogni • Eisini er eitt øki til teirra, ið ynskja at tjalda • Tey, ið hava orku og mót, fara víðari úr Hósvík til Nólsoyar leygardagin um 14 tíðina • Har regattain sleppur, tekur Ovastevnan við • Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri regattaini, og felagið fær eisini fíggjarliga ágóðan