Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 20 Sosialurin Oyggjablaðið Eydna Skaale Tær hava róð í alt ár og endaðu numm ar tvey í stríðnum um FM. Kvinnumanningin á fimm man na­ fari num Falki úr Hósvík hevur tó ikki fingið nóg mikið av árabløðrum enn, tí tær hava ætlanir um at rógva av Eiði til Hósvíkar. Hugnalig rógving ­ Vit eru næstan tann sama mann­ ing in, sum vit vóru til FM, men onk ur er burturstødd, og tí hava vit fingið nakrar nýggjar við í stað in, greiðir Sóley Samuelsen, báts for mað ur umborð á Falki frá. Falkadamurnar hava róð teinin tvær ferðir áður: einaferð á regatta og einaferð hava tær róð teinin øvugt an veg –út Hósvík og til Eiðis undir eini venjing. Men Sóley slær fast, at tað plagar at vera stak hugna ligt. ­ Hetta kann slett ikki saman­ berast við eina venjing, tí tað er so sera hugnaligt. Nógv róðrarfólk plaga at vera við á regattaini, og her fær man endiliga ein møguleika at práta við tey, man hevur róð ímóti gjøg num árið, vísir Sóley á. Hon sigur tó, at tað er undarligt, at so fáir kappróðrarbátar halda seg til at rógva á regattaini. ­ Eg veit ikki, hví fleiri ikki eru við. Um tey ikki hætta sær ella hvat. Men eg haldi, at tað avgjørt burdu ver ið fleiri kappróðrarbátar við, sig­ ur ein avgjørd Sóley og vísir í sama við fangi á, at tað saktans ber til at verða sleipaður, um man ikki orkar at rógva allan vegin. Ikki vera aftastar Sóley heldur, at kappróðrarbátar væl kunnu fylgjast við hinum bát unum, uttan at leggja alt ov nógv fyri. ­ Róðrarbátarnir plaga at fara av stað eitt sindur áðrenn allir hin­ ir bátarnir, so vit eru komin nak að áleiðis, áðrenn hini loysa. Summi halda tað vera fínt at damla allan vegin og at vera langt aftan fyri hinar bátarnar, og í so fall er tað einki problem, tí tað er altíð onkur maskinbátur, ið bíðar, so man kemur ikki at ligga púra einsa mall ur aftast, greiðir Sóley frá. Hon slær tó fast, at manningin um borð á Falki ikki dámar at liggja aft a st, men vil vera við har tað hend­ ir nakað. Tí eru tær noyddar at taka eitt sindur á. ­ Vit hava ein róðursmann, sum hev ur róð, so tað ber til hjá okkum at skiftast um at stýra, um vit mugu hvíla okkum eina løtu. Sóley sigur, at seinast, tær vóru á re gatta, blivu tær sleipaðar eitt lítið pet ti –millum Hvalvík og Streym­ nes, meðan tær fingu sær ein bita. Men so róðu tær restina sjálvar. ­ Tað tekur bara nakrar tímar, og tað er ikki sum ein hørð venjing, so tað orkar man væl. Vit eru jú eisini fram vegis í góðum formi, tí tað er so stutt liðið síðani ólavsøkuna, vísir Sóley á. Hon heldur, at fólk, sum ikki eru í venjing tó saktans kunnu rógva nakað sjálvi, og síðani verða sleipað rest. ­ Tað einasta eg vil viðmæla er, at man hevur ein royndan róðurs­ mann, um man velur at rógva um Streymin, sigur Sóley. Fáir róðrarbátar Kvinnurnar umborð á Falki hava ikki vant nakað til Regattaina, tí tær eru sannførdar um, at hendan teinin orkar man væl at rógva. Spurd, um tær orka at vera við í veitslu ni í Hósvík, tá tær hava róð hesar 20 kilometrarnar av Eiði til Hósvík, svarar Sóley, at tað er eing­ in trupulleiki. ­ Tað er regatta, og tað er nakað heilt serligt, so tað orka vit væl, sig­ ur hon flennandi. Umborð á Falki hava tær ikki frætt um serliga nógvar manningar, sum ætla at rógva teinin. Men treyð ugt so, onkur annar er eisini. ­ Sum vit hava skilt á lagnum, so verður Blikur av Argjum eisini við, men annars hava vit ikki frætt um nakran. Men vónandi verða tað fleiri, tá leygardagurin kemur, sigur Só ley Samuelsen at enda. eydna@hotmail.com Rógva av Eiði til Hósvíkar Hóast alt fleiri stórir og flottir luksusbátar eru at síggja til bátatiltøkini, og fólk taka sær av løttum á bátadekkinum, so eru framvegis eisini nøkur fólk, sum heldur vilja taka ár í hond og sjálvi rógva teinin