Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Jógvan Thomsen, sum er stjóri á Fjar skifti seftir litinum, var seinasti borgar stjóri í gomlu Nólsoyar kommu nu, sum í 2005 legði saman og gjørdist partur av Tórshavnar kommu nu. - Eg haldi, at menningin síðan saman legg ing ina hevur verið rímiliga positiv, og tað eru íløg- ur gjørdar í Nólsoy, sum ikki høvdu verið kom nar, um eingin samanlegging hevði verið. Jógvan ásannar, at hann, síðan hann fór úr kommunalpolitikki, ikki hevur fylgt ser liga væl við gongdini, tí hann hevur onnur ting at brúka tíðina til. Størri íløgur - Vit høvdu eina íløguætlan í Nóls oy ar kommunu upp á eina góða miljón krónur um árið, men eg rokni við, at tær íløgur, sum gjørd ar eru í bygdini síðan saman- leggingina, svara til einar 2-3 ferðir hetta tal. Tað merkir, at við ongari saman legging høvdu íløgurnar í bygd ini ikki verið nær til tær somu, sum vit hava sæð árini eftir. Fyrrverandi borgarstjórin vísir á, at barnagarðurin, sum bygdur varð í Nóls oy fyri fáum árum síðan, var við í saman legg ing ar æt lan ini. Hes in kostaði einar 7-8 miljónir krón ur. - Útbyggingin av havnarlagnum var kom in rættiliga langt í 2005, men varð gjørd liðug eftir saman- legg ing ina, sigur hann. Jógvan Thomsen sigur, at ein stór íløga, sum eisini er framd eftir saman legg ingina, er umleggingin av kloakkskipanini í bygdini. - Eg havi skilt, at henda íløga ligg ur um einar 6-8 miljónir krónur, og eina slíka íløgu hevði Nólsoyar kommu na als ikki megnað oman- yvir barnagarð og havnalag. Hann vísir á, at við saman legg- ing ini varð um sit ing in av gomlu komm un uni, sum kostaði einar 600.000 krónur um árið, eisini spard burtur. - Samanlagt eru kanska út við 20 miljónir krónur lagdar niður í Nóls- oy síðan 2005, og hetta hevði gamla komm un an einsamøll ikki havt møgu leikar til, staðfestir hann. Taka kostprís Tað hevur víst seg, at kommunur, sum hava lagt saman við Tórs havn- ar kommunu, eru farnar at sel ja byggiøkini dýrari, enn møgu leiki var at keypa hesi fyri áður. Men hetta hevur eisini nakað við tað at gera, at útstykkingarætlanir verða gjørdar, har grund økir eru gjørd byggibúgvin, eins og allar íbind ing- ar eru til grundøkini. Jógvan Thomsen heldur tó ikki, at økti kostn að urin fyri byggi øk i r sum so hevur nakað við saman legg- ing at gera. - Kommunan eigur sambært ló- g gávu ni á økinum at taka tað, sum tað kostar at fáa fatur á grund økju- n um, og tá hesi verða gjørd byggi- búgv in við íbindingum, sum skulu til, kem ur hetta upp á kostnaðin. Hann vísir á, at hin møguleikin er, at grund økini verða seld, so leið is sum tey eru – og við ongari plan er- ing ella íbindingum. - Um kommunur ikki taka kost- prís fyri slík ar íløgur, tá grund øki verða seld útaftur til set húsa bygg- ing, er tað ein spurn ing ur, um eftir- lits myndug leik in virkar – ella um hann vend ir blinda eyga til, sigur Jógvan Thomsen. Longri avgreiðslutíð Fyrrverandi borgarstjórin í Nóls oy- ar kommu nu sigur, at við saman- legg in g ini er avgreiðslutíðin vorðin longri, og tað er kanska vorðið tyngri at koma ígjøgnum skipan ina, sum liggur longri burtur. - Jú, eg haldi tað vera skilagott við størri komm unal um eindum, tí hetta kann geva eind unum nógvar fyri mun ir. Vit kunnu siga, at av- greiðs lu tíðin av ymiskum málum gerst longri, men samstundis hava nógvar av avgerðunum eisini ein størri virknað, sum Jógvan Thom- sen tekur til. vilmund@sosialurin.fo Fyrimunir við samanlegging SAMANLEGGING Seinasti borgarstjórin í gomlu Nólsoyar kommunu, Jógvan Thomsen, heldur, at samanleggingin við Tórshavnar kommunu hevur verið rímiliga positiv. – Eg haldi, at íløgurnar í bygdini hava verið 2-3 ferðir so stórar, sum tær annars høvdu verið, um samanleggingin ikki varð framd, sigur hann - Samanlagt eru kanska út við 20 miljónir krónur lagdar niður í Nólsoy síðan 2005, og hetta hevði gamla kommunan einsamøll ikki havt møguleikar til, sigur Jógvan Thomsen Mynd: Vilmund Jacobsen SAMANLEGGING ... jú, eg haldi tað vera skilagott við størri kommunalum eindum... JÓGVAN THOMSEN Jógvan Thomsen var seinasti borgarstjóri í gomlu Nólsoyar kommunu, sum varð løgd saman við Tórshavnar kommunu í 2005