Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 22 Sosialurin Oyggjablaðið Rólant Waag Dam Teinurin er ikki langur. Smáir 20 kilo metrar. Túrurin tekur heldur ikki langa tíð. Millum tríggjar og fýra tímar. Ikki tí, tað ber væl til at ferð ast av Eiði til Hósvíkar skjótari enn so, men tað er ikki endamálið. Faktiskt er tað í stríð við enda­ mál ið við regatta’ini! Hugnin Á regatta’ini er høvuðsendamálið at hava tað hugnaligt. Øll, ung sum eldri, taka tað róligt – eingin hev­ ur skund, eingin skal á fund og øll hava tað gott. Og tað er pláss fyri øll um. Øllum fólkum og øllum bát­ um. Stjórar í stórum yachtum, ítróttar fólk í kappróðrarbátum, onk ur kajakk og onkur vatnskutari plaga eisini at taka lut. Lítlar jollur við páhengsmotori og útróðr ar bát­ ar. ­ Flýtur tað og hevur framdrift, er tað kvalifiserað til regatta, siga fyri reik ar arnir. Eins ymiskir bátarnir eru, eins ymisk eru fólkini. Politikkarar, vinnulívsmenn, timburmenn, fólk við timburmonnum og fólk, sum ongantíð hava havt timburmenn. Har eru frisørar, pedogogar, sjúkra­ røkt ar frøðingar, lærarar og fólk uttan lærdóm. Øll so ymisk og tó so lík, tí hugn­ in er í hásæti og øll slappa av á sín hátt. Bátarnir Eisini á teimum flottastu førunum er tað soleiðis, at tú sjálvandi ert vælkomin umborð – so leingi tú letur teg úr skónum og vaskar hend ur n ar. Tað er jú eingin grund til at dálka gólvið (jú, tað er nemliga eitt gólv og ikki eitt dúrk) og hvítu leður møblarnar. Hetta eru bátar, sum hava baði veril si, køk og sovikømur við dupultsong. Tað er eisini í bát um sum hesum, at tú brúkar knív og gaffil meðan tú etur hvít leyks mari­ ner að an búff, drekkur reyðvín og fær cognac omaná. Í øðrum bátum eru fólk í gummi­ stivl um, drakt og vøttum. Alt annað hevði verið vitleyst. Umstøðurnar eru ikki til at seta seg niður, tí tað skal oysast meðan siglt verður. Av tí sama má matpakkin smyrjast heimani frá, breyð við livurpostej pakkað inn í silvurpappír. Sjálvur báturin, sum varð keypt­ ur brúktur í síni tíð, hevur sæð betri dagar. Tað sama er galdandi fyri pá­ hengs motorin, ið kostaði meira enn tví falt so nógv sum sjálvur báturin! Men tað er tað eingin, sum hugs­ ar um, tí hvat er tað ikki deiligt at báturin framvegis verður brúktur, og matur smakkar altíð best, tá tú etur undir opnum himni. Tónleikurin Tónleikurin á regatta’ini er nakað fyri seg. Sjálvt ikki G!, sum í ár megn aði at diska upp við bæði jodli tón leiki í Kleine Heine og deyðs málmi í Arch Enemy, spenna so víða tónlistarliga, sum tey gera á regatta’ini. Í bátunum verður sungið og spælt. Harmonikur, munnharpur, gittar ar og mangt annað verður brúkt. Eisini risastór anlegg og smá­ ir ghettoblastarar, sum spæla alt frá Ramm stein, Tiesto, 200, Páll Finnur Páll og MC Restorff, seta sín serliga dám á. Soleiðis fara summir bátar – tón­ list ar liga – buldrandi suður gjøgn­ um Sundalagið, meðan aðrir bátar damla avstað við jammandi mann­ ing umborð. Soleiðis verður eisini, tá lagt verð ur at í Hósvík. Onkur bátur ljóð ar sum eitt heilt diskotek, úr øðrum ljóðar tað sum Dans på Brygga. Kanska er tað eisini ógvu­ liga hóskiligt, at tað er soleiðis, tí regatta’in er onkursvegna endin á summari num. Tað er endin á øllum stevn unum og festivalunum. Júst tí ger tað einki, at alt verður savn að saman í einum. Allir teir ymsu festival­ og stevnugestirnir, ið umboða allan ymiskleikan, sum før oy ingar fevna um, seta eitt felags punktum fyri summarinum og summarveitslunum. Alt umboðað í umleið 100 bátum og 1000 fólkum. rolant@sosialurin.fo Flottastu yachtirnar og minstu dangurnar. Royndir rokskiparar og óvandir óvitar. Stórhvalatvøst og breyð við livurpostej. Hugnaligir harmonikutónar og pumpandi technorútmur. Árliga regatta’in av Eiði til Hósvíkar, savnar saman tað, eingin annar festivalur ella nøkur onnur stevna megnar Mótsetninga