Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 26 Sosialurin Oyggjablaðið Vilmund Jacobsen Vinnunevnd løgtingsins hev ur seinastu dagarnar við gjørt uppskotið hjá lands­ stýri s manninum í fiski vin­ nu málum, Jacobi Vester­ gaard, um fiskidagar fyri komandi fiskiár. Ætlandi verð ur álit lagt fyri løgtingið, tá tingfundur verður seinna­ part in í dag. Væntandi er tó ikki, at tað verður ein samd vinnu nevnd, sum kemur við áliti í dag. Sum skilst, eru limirnir í vinnunevndini ikki á einum máli um øll viður­ skifti, og tí er hugsandi, at talan eisini verður um minni­ luta álit. ­ Vinnunevndin er komiðn væl áleiðis, men tað er inni við land, at skerini eru, segði Kári P. Højgaard, limur í vinnu nevnd løgtingsins, tá vit høvdu hann í telefonini í morg un. Sama søga... Sosialurin hevur skift orð við Kára P. Højgaard, nú vinnu­ nevndin á hesum sinni nærk­ ast endanum av við gerð ini av fiskidøgum. Hann sigur, at orðaskifti um áseting av fiskidøgunum hevur verið ein fastur tátt ur á hvørjum ári, síðan hann kom uppí politik. So l eið­ is eigur tað eisini at vera sambært lógini um vinnu­ ligan fiskiskap. ­ Men gongdin og boðskapurin hjá pørt­ unum, sum skula lata lands stýris manninum í fiskivinnumálum til mæli, er eisini at kalla hin sami á hvørjum ári. Hav stov an og ICES mæla til mun andi niðurskurð í veið ini, meðan meirilutin í fiski daga nevnd­ ini mælir til sama dagatal, tó at tann eini limurin í nevndini í hennara seinasta til mæli mælir til at skerja bólk 5 við 5000 døgum. Kári P. Højgaard vísir á, at Havstovan í sínum tilfari til landsstýrismannin mælir til, at bert bátar og skip, sum reka vinnuliga fiskiskap, eiga at sleppa at avreiða. ­ Soleiðis, sum eg skilji til mælið hjá Havstovuni, skal bólkur B burtur og bert full riknir bátar avreiða. Her haldi eg, at Havstovan fer frá lív frøðisligu ásetingunum og tilmælum yvir í politisku av gerð irnar, og tað haldi eg vera sera óheppið, sigur hann. Løgtingsmaðurin vísir á, at sjálvsagt skal veiðitrýstið ikki verða ov stórt, men hann minnir samstundis á, at talið av fiskiførum er minkað mun andi eins og umleið 40% av fólkinum, sum áður starv­ að ust í fiskivinnuni á sjógv og landi, er burtur úr vinnu­ ni. ­ Høvdu hesi fólk kunn­ að farið í eitt vællønt fram leiðsl u s tarv, sum ska p ti ringvirkningar í samfelagnum, var hetta neyvan tann stóri trupu­ leik in. Hinvegin er talið av a r beiðs leysum ikki ólíkt tali­ num av fólki, sum farin eru úr fiskivinnuni. Líkt er tí til, at her er ein ávísur saman­ hangur í tølunum. Onnur atlit Kári P. Højgaard heldur, at ov lítið rúm verður givið fyri øðr um atlitum, sum kunnu hugsast at hava týdning, tá ræður um lívfrøðiligu um­ støður nar hjá fiski í havi­ num. Hann reisir tí spurningin, hvussu stórir aðrir stovnar eru, sum eitt nú liva av toski, hýsu og øðrum matfski – í kapping við fiski­og útróðrarmenn. ­ Eg hugsi eitt nú um kóp, hval, skarv, havtasku og onnur fiskasløg og djór í havi num, sum taka úr hesum stovn um, sum vit tosa um. Hvussu hevur pelagiski fiski­ skap u rin við ávísari hjá veiðu, sum í ávísan mun er føði­ grund arlagið, ávirka fugl og fisk á føroyaleiðini? Hann reisir tí eisini spurn ing in, um ikki roynd­ ar veiða eftir eitt nú hav tasku á grunnum vatni ikki er ein gongd leið til betri stovns­ røkt. ­ Kendur politikari og fiski maður vísti fyri skjótt nógv um árum síðani á, at hetta fiskaslag saman við kópi og fugli tekur almikið úr fiskastovnunum. Kári P. Højgaard sigur, at Rituvíkin hevur kókað við makreli í vikur, og sama hev­ u r hann hoyrt ymsa aðra­ stað ni úr landinum.. ­ Men hava roynt at dyrgja, men bert hendinga makrel ur er fingin á henda hátt. Einir tríggir smærri nóta bát a r, sum taka eini 20– 30 tons tilsamans, hava loyvi at royna á fjarðunum eftir bris lingi og sild. Eg haldi, at tað skuldi verið so sjálvsagt at heitt á hesar um at finna út av, hvørt tað ber til at veiða makrel við teimum nót um, teir brúka. Løgtingsmaðurin vísir á, at makrelur er rovfiskur, og um hesin etur tann góða ár­ gangin av yngli, er hetta ein nógv størri hóttan enn nakr­ ir fáir B­fiskarar, sum hann tekur til. Útróðrarmenn Løgtingsmaður Sjálvs stýris­ floksins heldur, nú av gerð aftur skal takast um fiski­ dagar, at ein týðandi spurn­ ing u r eigur at vera, um Før­ oyar skulu varðveita teir fáu út róðrarmenn, sum eftir eru ella ikki. ­ Vilja vit varðveita bólk 5A og 5B, spyr hann. Kári P. Højgaard vísir á, at fyri at hava rætt til A­fiskiloyvi krevst í fyrsta lagi, at maður hevur avreitt í minsta lagi 12 tons ella fyri 84.000 krónur í eitt fiskiár. Í øðr um lagi skal inntøka, sum stav ar frá øðrum enn útróðri, ikki vera hægri enn 50.000 krón ur. Hann sigur, at henda upphædd er ikki dagførd, og skal slík treyt framhaldandi verða grundarlag undir slík­ ari áseting, má ein dag før ing til. ­ Eftir upplýsingum, sum eg havi fingið, eru bert 67 fiski loyvir útskrivaði í bólki 5A seinasta fiskiár. Hesi loyvi hava 10.355 fiskidagar ­ ella 104 dagar í part. Tað sigur seg sjálvt, at við verandi gongd er tí bert talan um heilt stutta tíð, til eingin út róðr ar maður er eftir í bólki 5A. Løg tings­ mað ur Sjálvs stýris floksins vísir á, at miðalaldurin á út­ róðr a r mon n um hækkar, sum ár ini gan ga, tí sera fáir ungir menn taka eftir. ­ Pensjónin er omanfyri 50.000 krónur um árið, og sjálvt um ein útróðrarmaður hev ur røkt sjógvin alt sítt lív, verður hann soleiðis B­fisk­ ari, tá hann fer um tey 67 ár ini. Kári vísir til útróðr ar­ mann, sum hann herfyri tos­ aði við. Útróður – ein doygg FISKIVINNA Útróður hevur føtt manga familjuna í Føroyum upp ígjøgnum tíðirnar, og útróður hevur verið í flestu bygdum og økjum kring landið. Men alt broytist og soleiðis eisini við hesi vinnu, sum er doyggjandi. - Miðalaldurin á útróðrarmonnum hækkar, sum árini ganga, tí sera fáir ungir menn taka eftir, sigur Kári P. Højgaard, limur í vinnunevnd løgtingsins Kom á Ovastevnu við egnum báti Til Ovastevnuna hava vit, sum nakað nýtt, sett báta- brúgvar upp, til tey sum ynskja at koma til Nólsoyar við egnum báti. Prísurin er 350 kr fyri bátin og enn betur umstøður. Til ber at bíleggja pláss frammanundan á tlf: 21 63 13 Kampingpláss á Ovastevnu Tey, sum ynskja pláss til kampingvogn í Nólsoy í vikuskiftinum, kunnu bíleggja pláss á tlf: 21 63 13 ella 32 70 60. Avmarkað pláss er. OVASTEVNAN 2010 Stevnan verður sett kl. 14.00 av Marin Katrinu Frýdal, býráðslimi. Dansur við Jens Marna Hansen á Klivum Tivoli og familjuvinarligt umhvørvið Nógvur góður matur Renning fyri vaksin og børn fríggjakvøldið Svimmjing yvir um Nólsoyarfjørð Zorbingbóltur Sí annars skránna inni í blaðnum Vælkomin á OVASTEVNu