mikudagur 11. august 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
Sosialurin
Oyggjablaðið
lokal, men kortini eisini universal
og meiri fantasifull enn bert at
um røða ”reyp undir trænum”, sum
hann tekur til.
Snæbjørn hevur ikki hug at
avdúka, hvørjar hendingar tey fara
at taka fram í kabarettini hesaferð.
- Hetta plagar at vera ein góð ur
blandingur av ymiskum hending-
um, og tað vil so vera, at nakrir per-
són ar, sum vit plaga at skemta við,
eisini fara at ganga aftur í ár. Vit
vilja helst, at kabarettin er borðbar
og ikki gongur nøkrum alt ov nær.
Ein kabarett skal í fyrsta lagi verða
stutt lig. Roynt verður at yvirdríva
ymisk ar hendingar so mikið nógv,
at fólk skulu noyðast at flenna,
sigur hann.
Hann ásannar, at tað viðhvørt
kann vera torført at skilja ímillum,
hvat er rímiligt at gera gjøldur burt-
ur úr, og hvat er órímiligt.
- Sum heild haldi eg, at fólk hava
verið fegin um okkara framførslur
og soleiðis, sum árini eru gingin,
eru eisini tey, sum gjøldur verður
gjørd ur burtur úr, von við, at tey
meiri ella minni afturvendandi eru
ein partur av kabarettini.
Tað eru eisini dømir um, sigur
Snæ bjørn, at onkur, sum ikki hev-
ur verið nevndur okkurt árið,
hálva vegna er farin vónsvikin heim
aftur, samstundis sum fólk hava
spurt, hví hann ella hon ikki vórðu
nevnd hesaferð.
- Eg vil siga tað soleiðis, at tað
fyri fleiri er tað vorðið líka sum ein
heið ur at verða nevnd í kabarettini,
sigur hann.
Snæbjørn Hansen ásannar, at
tey onkuntíð hava gingið fólki ov
nær, og tað er eisini komið fyri, at
av varðandi at fólki, sum hava verið
nevnd í kabarettini, hava funnist at
onkrum, ið sagt hevur verið.
- Jú, onkuntíð hava vit tikið ov
rívan til og hava traðkað fólk nóg so
hart á tærnar, sigur stuttligi nóls-
oy ingurin, sum enn einaferð er til
dystin fús, nú nýggj kabarett verð-
ur stáplað upp á beinini í sambandi
við ovastevnu í Nólsoy komandi
viku skift ið.
vilmund@sosialurin.fo
kabarettini
– Ein kabarett skal í fyrsta lagi verða stuttlig. Roynt verður
at yvirdríva ymiskar hendingar so mikið nógv, at fólk skulu
noyðast at flenna, sigur Snæbjørn Hansen, sum hevur
luttikið í kabarettini á ovastevnu í meiri enn 10 ár
Mynd: Álvur Haraldsen
... kabarettin verður
meiri fantasifull enn
bert at umrøða ”reyp
undir trænum”...
SNÆBJØRN HANSEN
Vilmund Jacobsen
Tó at ovastevna fyrstu ferð varð
hild in í 1994 og soleiðis hevur 17
ár á baki, hava nólsoyingar ongan
svimji hyl fingið enn – og líkt er
til, at enn er langt á mál.
Tað var Ove Joensen, sáli, sum
í eini truplari løtu á havinum
lovaði, at kom hann livandi aft ur
til lands, skuldi hann geva børn-
unum í Nólsoy ein svimjihyl.
Á sumri í 1986 framdi hann
nevni liga bragdið einsamallur at
rógva heilt úr Nólsoy til Longu-
linju í Keypmannahavn í lítla
báti num, Dianu Victoriu.
Hetta tók honum 41 dagar og
næt ur!
Kemur einaferð
Tá Ove Joensen druknaði á Skála-
fjørðinum árið eftir, at hann
hevði framt hetta bragd, eydn-
að ist honum heldur ikki at halda
sítt lyfti til børnini í Nólsoy.
Seinni varð ein stuðulsnevnd
sett, sum fór at skipa fyri ova-
stevnu í Nólsoy við tí endamáli
at savna inn pening til svimjihyl.
Men ein svimjihylur er ikki
nøk ur lítil verkætlan, og tó at
fyrstu formarnir vórðu stoyptir
sunnan fyri verandi skúla fyri
nú fleiri árum síðan, er eingin
svimji hylur bygdur í Nólsoy enn.
Unn S. Perdomo, sum hevur
ver ið við í stuðulsnevndini í trý
ár, harav seinastu tvey árini sum
for kvinna, ásannar, at ein svimji-
hyl ur er ikki nakað, tú bara slettir
úr ermuni.
- Jú, eg trúgvi framvegis upp
á, at nólsoyingar einaferð fáa ein
svimji hyl í bygdini, men um hetta
verður í mínari tíð, tori eg ikki at
siga.
Unn heldur, at skulu nóls oy-
ing ar framhaldandi droyma um
ein svimjihyl, noyðast teir eisini
at sláa seg til tols við, at hetta
verð ur ein verkætlan, sum verður
snikk að saman og bygd eftir tørvi
– og ikki nøkur veldug verkætlan,
sum eingin møguleiki er at fíggja
og reka.
Síggja Dianu
Á ovastevnu, sum verður nú um
vikuskiftið, fáa fólk, sum koma
til Nólsoyar, eisini høvi at síggja
Dianu Victoriu, sum stend ur í
kjallaranum, har kunn ing ar stov-
a n í Nólsoy húsast. Hetta er dygst
niðri við bryggjuna og er lætt hjá
fólki at finna.
- Tað er omman mín og mam-
ma Ova, Olevina Joensen, sum
eigur bátin í dag. Vit kunnu tí
siga, at hon er reiðari, tó at hon
stund ar móti teimum níti, sigur
Unn brosandi.
Olevina er eftir aldrinum
væl fyri og er púra klár.
Hon hevur altíð verið ein
megnarkvinna,
sum
so
sanniliga hevur borið sítt
stríð – og sína sorg í lívinum.
- Vit taka 30 krónur
fyri at síggja bátin og
framsýningin
av
báti-
num, sum Ove Joensen
róði í til Danmarkar, er
ein partur av skrán ni hjá
stuðulsnevndini.
Unn S. Perdomo sigur,
at Diana Victoria er í
hampiligum stan di, men
ynskiligt hevði verið, at
báturin einaferð verður
ordi liga sjeinaður.
- Diana Victoria hevur
sína søgu, og tí er hon partur av
tí, sum vit vilja vísa teimum, sum
koma til bygdar, sigur forkvinnan
í stuðulsnevndini, Unn S. Per-
domo.
vilmund@sosialurin.fo
Svimjihylur
eftir tørvi
SVIMJIHYLUR - Jú, eg trúgvi upp á, at nólsoyingar
einaferð fáa ein svimjihyl, men um tað verður í mínari tíð,
veit eg ikki at siga, sigur forkvinnan í stuðulsnevndini
fyri svimjihyli í Nólsoy, Unn S. Perdomo
Tað var mamma Ova Joensen, Olevina Joensen, sum í
sínari tíð setti fyrsta spakan í til svimjihyl í Nólsoy