mikudagur 11. august 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
28
Miðvikan
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
10. partur
K
inna og eg giftust í Havnini í
1950. Hon var dóttur Elisabeth
og Niels Mørk í Sandvík. Tað lá væl
fyri at vit komu at hittast, tí tað var
so nógv samband millum Dímun
og Sandvík. Tey úr Sandvík komu
nógv til Dímunar. Tað var eisini
onkur úr Sandvík, sum var fastur
ræningarmaður í Dímun. Vit komu
eisini nógv til Sandvíkar.
Niels Mørk hevði ein leiklut
í flaggmálinum, sum greitt frá í
bókini hjá Niels J. Arge um Merkið.
Tað var í oktober 1922, at Niels
Mørk hevði Merkið á stong, tá ið
hann við motorbátinum Tórgrimi
fór suður á Tvøroyri eftir brúður
síni, sum var ættað frá Gjógv.
Niels helt, at hetta mundi vera
fyrstu ferð, at eitt deksfar hevði
føroyskt flagg.
Men leikluturin hjá Nielsi í flagg
málinum var ikki úti við hesum.
Hann slapp ikki til Grønlands í
1931 við sluppini »Vestmanna« hjá
N.J. Mortensen. Orsøkin var, at hann
hevði flaggað við Merkinum. Niels
greiddi frá: »Nógvir skiparar høvdu
hug at flagga við Merkinum, men tú
mátti gera tær greitt, at øvrigheitin
var eftir tær beinanvegin. Tað var
ikki so lætt, tá tú ikki átti skipið
sjálvur.
Hetta árið førdi Óla Johan Viberg,
Viberg
á
Sevmýri,
skonnartina
»Honnu« hjá J. Mortensen. Kvøldið
fyri, sum »Hanna« skuldi fara á Suður
landið, komu vit ásamt um, at Viberg
skuldi heysa føroyskt flagg, tá ið
hann fór avstað, og vit skuldu heilsa
honum við føroyskum flaggi, sum
siður var tá í tíðini, tá ið skip fóru.«
Niels bað reiðaran um loyvi til at
flagga, men fekk einki greitt svar.
Hann spurdi tí hina gomlu, Josefinu
Mortensen, einkjuna eftir Niels
Juel. Hon bað hann bara flagga.
Men tá ið »Hanna« fór út eftir
fjørðinum heysaði Óla Johan danskt
flagg. Tað vildi Niels ikki, men knýtti
tað føroyska flaggið í flagglínuna.
Johan, pápi Steinbjørn B Jacobsen,
motorpassarin, sum eisini var úr
Sandvík, styðjaði Niels í hesum.
Sýslumaðurin, Christian Djur
huus, frætti um flaggið, og boð
fóru straks til reiðaran Gudmund
Mortensen um at taka flaggið niður.
Gudmund sendi boð oman á »Vest
manna« til Niels, men hann helt, at
tá hann ikki kom sjálvur, so mundi
hann ikki meina so nógv við tað.
Sýslumaðurin sendi politistin
Stóra Martin oman við boðum um
at strúka flaggið. »Strúka flaggið,«
sigur Niels, »tað kann eg ikki gera, tí
eg havi einki strúkijarn umborð. So
má tað fara heim til seymikonuna
Mariu í Skorti at strúka!«
Flaggið bleiv tó hangandi uppi
allan dagin.
Tá ið teir komu aftur úr Grøn
landi fekk Niels at vita, at nú sluppu
teir ikki aftur til Grønlands. Hetta
mundi vera tøkkin. Hetta gjørdi ikki
so nógv, tí teir gjørdu tað eins gott
undir Íslandi. Vestmanna flaggaði
tískil alt árið við føroyskum flaggi.
Hetta dámdi ikki yvirvøldini, og
pápa Johan, Óla Jákupi, varð álagt
ein bót. Men hann svaraði, at teir
kundu seta seg í skansan, men bót
rindaði hann ikki.
Annars førdi Niels skip heilt
fram til seinna heimsbardaga. Tað
lá væl fyri hjá honum. Kinna og tey
vóru fimm systkin. Tað vóru fýra
sum komu til. Tríggjar systrar liva
eftir.
Ein ættargrein hjá Kinnu gongur
aftur til Barbaru Simonsdatter f.
1799, sum giftist inn í Barbustovu
í Syðrugøtu. Barbara var ættað av
Blankskála, dóttur Simon Poulsen,
sum doyði ungur.
Blankskálamenn vóru farnir
í torranum á Skallarnar við seks
mannafari í 1803. Tað kom illveður,
og teir fingu harðan andróður
til lands. Teir høvdu 27 tímar til
Viðareiðis.
Tveir av teimum doyðu av over
ving, eftir at teir vóru komnir til
lands. Hetta vóru brøðurnir Poul,
30 ár og Símun Poulsen (45 ár.) Sagt
varð, at hesir vóru teir raskastu av
monnunum.
Símun doyði frá seks børnum,
og tey fóru í ymiskar ættir. Tríggjar
døtur komu til Gøtu, Barbara var so
ein av teimum. Tvær døtur hennara
giftust til Gjáar.
Poul og Símun eru tískil við á
minnisvarðanum í Syðradali K.
Ein
fastur
Símun,
Barbara
Simonsdatter, Cathrina giftist við
Ole Jacobsen í Tjørnustovu í Norðra
gøtu, sum eg sjálvur eri ættaður frá.
Pápi Cathrinu, Simon Poulsen f.
1695 av Blankaskála er tískil felags
ættarfaðir hjá mær og Kinnu
Ættarfólkini hjá Kinnu var nógv
og ferðaðist í Dímun. Esther, systir
hennara, greiðir frá, at hon hevur
hildið jól í Dímun. Døtur hennara
Elisabeth og Torgerð greiða eisini
frá, hvussu stuttligt tað var at koma
út hagar.
Ravmagn
Viðvíkjandi ljósi høvdu vit petroli
umslampur sum øll onnur. Men vit
fingu ravmagn í 1949. Hetta var við
motori og javnstreym. Hetta var
í hvussu er fyrr enn nógv staðni í
landinum. Tað kom av teirri grund,
at vit høvdu radio og telefon,
sum varð drivið av akkumulatori.
Hesir máttu sendast av oynni at
løðast upp. Hetta var eisini eitt
stríð. Jógvan Skýlindal, kendur
telefonmaður av Eiði, var tann,
sum ferðaðist mest til Dímunar at
hyggja at telefonini. Hann bjóðaði
sær til at skaffa okkum motor og
battaríir, um vit vildu. So skuldi
telefonverkið orðna restina.
Soleiðis fingu vit ravmagn. Tá
slapp mann eisini undan at senda
akkumulatorar av oynni. At fáa
ravmagn var eitt framúr framstig
hjá okkum sum hjá øðrum.
Ikki var motorurin stórur. Hann
var sum ein kaffimylla. Vit keyptu
hann frá Radio Karl. Motorurin
koyrdi uppá bensin. Vit brúktu
kanska einar tvær tunnur av
bensini um árið.
Nú hava vit ein størri motor,
sum verður rikin av SEV.
Fremmandafólk
Tað komu nokk so nógv fremm
andafólk til Dímunar. Tað mesta
eg minnist var ein dag seinast í
40unum, tá komu umleið 170 fólk.
Tað komu fimm bátar ymsastaðni
frá, líka frá Tvøroyri, Havnini og
Vágum.
Janus Djurhuus plagdi at koma
til Dímunar. Helst ta seinastu ferð,
hann var haruppi, hugleiddi hann
soleiðis um Dímun:
Á Føroya prúðu bringu søgutímin
teg festi sum eitt prýði, Stóra Dímun,
í tínum brekkum jótra
júgurtungar kýr,
í tínum skorum bjargaseyður býr,
teg prísar Atlantshav við villum
urgutónum
í samljóði við fuglamilliónum-
- men nornan stranga høgt frá
Øssursdrangi
- sum áður – boðar enn frá feigdar-
feingi
Janus í Dímun:
Kinna kemur til Dímunar
Nú fer at nærkast nútíðini í hesi frásøgn úr Dímun. Janus er so heppin at
finna eina konu, sum vil vera saman við honum í Dímun
Janus og Kinna sum ung saman við børnunum Óla Jákupi og Óluvu
Niðri á helluni í Stóru Dímun
Tyrlan er
komin, og
Jógvan Jón
koyrir farmin
til hús