Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 Ein fastur gestur, sum kom á hvørjum ári var Carl Johan Bech, djóralækni. Tað var kanska eins nógv av hugi enn sum djóralækni, hann kom. Men vóru tá nakrir »sjúklingar«, so tók hann sær sjálvandi av teimum. Tað koma framvegis nokk so nógv fremmandafólk til Dímun, og hetta er partvíst fíggjarliga grundarlagið undir Dímun. Nú eru eisini skipaðar útferðir, og fólk kunnu støðga nakrar tímar. Allar atkvøðurnar til javnaðarflokkin Inntil fyri nøkrum árum síðani var Dímun eitt valstað. Mong val fóru allar tær 5 atkvøðurnar til javnaðarflokkin, so tað kundi ikki sigast at vera nakað serliga loyniligt val, tí hetta vóru almenn tøl, sum komu í bløðini. Seinni er Dímun sum valstað lagt saman við Skúvoy, og tað er samlaða talið fyri sóknina, sum kemur alment fram. Tað var annars ikki fyrr enn mitt í 40-unum, at vit sluppu at velja í Dímun. Áðrenn tað máttu vit fara til Skúvoyar at velja, men eg minnist einki til, at tað varð gjørt. Tað kundi sikkurt havt verið valt við brævatkvøðu, men tað varð heldur ikki gjørt. Fingu eplir fyri hvølpar Vit royndu at velta epli, men tað fruktaði illa. Vindur gjørdi altíð meira ella minni fortreð. Slokkarnir toldu ongan vind. Vit keypti eisini nógv eplir av Sandi. Vit høvdu hundar, og vit lótu nógvar hvølpar til seyðahundar, serliga til Sandoynna. Prísurin var ein sekk av eplum fyri hvølpin. Tað var bíligt. Hvølpar verða framvegis seldir, men nú er tað kontant. Vit høvdu eisini altíð hønur og gæs. Gæsnar vórðu turkaðar, og so fingu vit turra gás. Hetta var fastur morgunmatur, tá ið gásin var tornað í februar og mars og úteftir. Turr gás við heitum drýli, tað var gott. Um summarið fingu vit rómastamp til morgunmatar saman við nýbakaðum drýli. Um veturin kundi vera til morgunmatar saltaðir havhesta- ungar, turr gás, gásarístur, garnatálg ella fløt, altíð drýl afturvið. Til døgurða var oftast saltaður lundi ella annar fuglur við eplum. Tað vóru eisini serligir kjøtdagar. Høgtíðsdagar var altíð kjøt, fyri tað mesta neytakjøt. Tað, sum ikki kundi etast feskt, varð saltað. Vit fingu eisini seyðakjøt, men tað mesta av seyðakjøtinum varð selt. Nátturðin var ofta súpan, bótin var seyðaføtur og kjøtbein út á mjøl og grýn. Um heystið fingu vit eisini seyðarhøvd. Allir tarvskálvar vórðu settir við, og teir vórðu dripnir trý ára gamlir. Teir vórðu seldir feskir av oynni sum fjórðingar. Teir vóru dripnir sama dag, sum mann slapp av við hann, feskari kundi tað ikki vera. Goymdu jólatræið Høgtíðir royndu vit altíð at halda. Vit høvdu jólatræ og fingu tað vanliga úr Skúvoy. Tá so jólini vóru farin, var jólatræið vanliga goymt, sjálvt um nálirnar duttu av. Fekst so einki jólatræ tey komandi jólini, so var tað gamla tøkt. Gjarna átti mann gips. Tað varð so smurt uppá træið, so tað gjørdist hvítt. Tað var fast, at vit ótu skinsakjøt um jólini. Vit høvdu altíð einar 4-5 seyðir, sum vit lótu ganga til jólaseyð. Teir blivu dripnir ikki seinni enn 14 dagar undan jólum. So varð kjøtið kókað og hongt í hjallin. Tá fekk kjøtið ein serligan smakk. Man keddi seg ikki at eta tað sama dag um dag. Jólaaftan var tað fast at eta høvdini av jólaseyðinum. Tjógvini vórðu steikt. Ofta fingu fólk jólagestir aðra staðni, men tað var ikki vanligt hjá okkum. Tað hevði vist eisini verið ov óhøgligt. Mann kundi hugsa sær til, at lívið í Dímun var einsligt, men tað kom okkum als ikki til hugs. Sjálvt ta ferðina, vit einki samband høvdu við útheimin í 13 vikur, hugsaðu vit ikki um tað. Jarðarferðir Sum ískoyti til frásøgnina um kirkjuna kann eg greiða frá, at tað vóru tríggjar jarðarferðir í Dímun innan tvey ár um ta tíðina, eg var føddur í 1924. Pápi var tann síðsti. Ein mánað, áðrenn eg var føddur, doyði ein skúoyingur Johan í Jógvanstovu, sum var gamal drongur, og so ein tey kallaðu Lisa Magnussen. Hon doyði í 1922, 81 ára gomul. Hon var úr Suðuri og var ein av teimum, sum hevði verið send til Dímunar og bleiv verandi alt lívið. Gott kornpláss Dímun var eitt gott kornpláss, tí tað var góður sólargangur. Tað var eisini velt nógv korn í Dímun. Roynt var at hava eina tunnu av korni til hvørt vaksið fólk, men tað eydnaðist ikki altíð. Kom vindur um heystið, slaktaði hann akurin niður, og so fekst lítið burtur úr. Tað síðsta vit veltu korn, var í 1943. Tað, sum annars er kent um kornvelting aðra staðni í Føroyum, var undir fyrra veraldarbardaga, tá ið korntrot var. Men eg minnist kortini, tá ið eg var óviti í Skúgvi, at korn varð velt har. Vit høvdu sornhús, og kornið varð malið til mjøl. Abbi hevði fingið sær maskinur bæði til at rafsa kornið við, tá ið tað var turkað, og so eina hondmyllu til at mala tað til mjøl. Hetta hevði hann fingið frá Thomsen, tí upprunaliga einahandlinum á Tvøroyri. Filmsbrúdleyp í Dímun Eg minnist eisini svenska films- mannin Steen Nordenskiøld, sum gjørdi filmar úr Føroyum. Hann var sera nógv í Skúvoy, har hann hevði nógv samband við Johan Hentze. Nordenskiøld var eisini í Dímun í 1929-30 og tók film upp. Hann gjørdi eisini film um eitt par úr Dímun, sum giftist. Brúdgómur var Johan Hentze. Tá ið parið kom til Dímunar eftir víglsuna stóð pápi brúðgómin, spældur av Óla Jákup, pápa Johan, á helluni og tók ímóti. Nordenskiøld var eisini í Dímun og ferðaðist eftir, at eg var tilkomin. Honum dámdi so væl í Føroyum. Hann var tvær ferðir giftur við somu konu. Men hann skiltist eisini tvær ferðir frá henni. Nordenskiøld hevði ynskt, at øskan av honum skuldi stroyðast í hagan í Skúgvi, men hesum loyvdi prestur ikki. Tá gjørdist tað til, at øskan fór til sjós. Tá fór kanska okkurt av henni at reka á land í Skúvoy og kanska eisini í Dímun! Sum fyrr greitt frá, var nógv samband millum brøðurnar Kjartan og Johan Hentze og okkum í Dímun. Nú mánadagin fór Thomas Krogh til gravar. Hann var tann seinasti í teirra ættarlið. Thomas var giftur við systir teirra Jensiu. Myndin er tikin í Dímun í 1929 í samband við Føroyafilmin hjá Steen Nordenskiøld. Á myndini eru: Aftasta rað f.v. Steen Nordenskiøld, Johan Hentze, ókendur, Sofus í Byrgi, Tvøroyri, Johannes i Malthúsi, Dalur, Martin á Toft, Dalur, Gunnar á Toft, Dalur, Óla Jákup, stjúkpápi Janus, við tvey ára gomlu dóttrini Olgu í føvninginum. Fremst: Anna Mortensen, Tvøroyri, Sam Hansen, Dalur, Beda Johannesen, Dalur og ókendur. Í hvussu er tvey av hesum spældu við i umrødda filminum. Johan Hentze var brúðgómur og Anna Mortensen, dóttir Petur Mortensen, spældi brúður Búfólkini í Dímun umleið 1990. Aftara rað f.v. Joan Joensen úr Lorvík, lærari, Kinna, Janus, Óli Jákup og Sunneva, kona hansara. Børnini eru Kinna, Janus, Ása og Eva. Vit takka Atlantic Airways fyri loyvi til at nýta hesa mynd úr Atlantic Review Í komandi og seinasta parti um Stóru Dímun broytist lívið full- komiliga. Nú kemur tyrlan! Síðan verður ein partur um, tá ið ein skipsmanning lá skipbrotin Lítlu Dímun í 17 dagar