Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 30 Sosialurin Nøvn Minningarorð um pápa mín Martin E. Hansen, Fuglafirði, 86 ár 08.01.1924 – 01.08.2010 Sum 17 ára gamal kom pápi í sálar­ neyð. Hann lýsti sjálvur støðuna sum eitt ræðuligt myrkur, við orðunum hjá ommu síni, Billu ”Å dett myrkur vit sótu í.” Men hann sá ljósið frá krossi Kristusar, og myrkrið svann burtur og hann kundi siga við ápostlinum: ”Hann reiv okkum frá valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða Sonar Síns.” Honum dámdi so væl sangin: ”Øll verðin í deyða og myrkrinum lá, men ljósið á jørð var Jesus. Og myrkrið veik burtur, tað misti sín mátt, tí ljósið á jørð var Jesus.” Hann vísti í lívi sínum, at hann hevði valt ein nýggjan Harra, og sum nýfrelstur kom hann at læra nógv av Victori Danielsen. Vit vóru jú grannar og teir vóru sera væl. Pápi gleddist yvir, tann framíhjárætt, at hansara bestu 20 manndómsár, frá 17­37, kundi hann verða saman við Victori, og sleppa at verða við til at byggja eina samkomuna upp í heimbygd síni. Hann kom at hava stóra ábyrgd í samkomuni, bæði til útimøtir, og so mangar møtitúrar við bátinum, Stórafjall, og so ikki minst í samkomuni við bøn, talu, dópi oø. Pápi hevði sera greiðar hugs­ anir. Hann talaði ofta um frelsu­ vissuna. Hetta var hansara hjarta­ mál, at tú her og nú, í hesum lívið, kundi vita, at tú vart frelstur, honum dámdi so væl orðini: ”tí eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag.” Pápi kendi av sonnum til orðini: Harrin er hirði mín, Harrin er klettur mín, borg mín, skjól mítt, Harrin er ljós mítt og Harrin er frelsa mín. Hendan frelsuvissan, hetta klettafasta álit á Gud og offurdeyða Kristusar var hansara trygga akker. Hann gleddist eisini yvir orð Kristusar á krossinum: Tað er Fullgjørt. Ein slík vissa, ein slík trygd, eitt slíkt álit, at hann kundi við fullari vissu vita og siga, at hann var frelstur frá straff syndarinnar til eitt ævigt lív í Kristi Jesusi, tað broytti lív hansara og fylti hann við einum djúpum friði. Onkur vildi hugsa at slík sannføring mátti føra til hugmóð og stoltleika. Ja, sjálvt hansara gongulag vísti ein rankan, háborn­ an mann, ein sannførdan mann við beinari tryggari kós. Onkur kundi hugsa um slík orð sum sjálvsikkur, arigantur. Nej, tvørturímóti helt hann seg til hitt lága, lív hansara prógvaði, at hann als ikki ynskti at nýta alboðarnir at troðka seg fram við. Hann var ikki bangin fyri at siga sína hugsan um nútíðar kristindóm. Men hinvegin gledd­ ist hann at tosa siðiliga um hetta. Eg helt at pápi var ein sjarmer­ andi maður við sterkum meining­ um. Onkur annar vildi lýst hann sum ein litríkan orginal. Pápi argumenteraði fyri sínum meiningum. Hann las nóg. Onkur helt, at hann var í so avgjørdur. Men tað helt eg ikki, tí hann var væl førur fyri at grundgeva fyri sínum sjónarmiðjum. Pápi var ein sannur stríðsmaður, sum stríddi hitt góða stríð trúarinnar. Lív hansara prógvaði, at hann var trúgvur móti Harra sínum. Fyri honum var bert ein myndugleiki á tí andaliga økinum, og tað var tað innblásta orð Guds, Bíblian. Vit, sum kendu hann, vistu at høgar heimshugsanir vóru langt frá honum. Lív hansara vísti eisini, at hann søkti til har nøkur fá trúgvandi komu saman á einum Nýtestamentligum grundarlagi, til at hava samfelag við Frelsaran og minnast elskaða Harran teirra. Pápi elskaði hin lítla og vanvirda flokk. Lív hansara vísti, at hann var fremmandur og gestur her, og at borgarskapur hansara var í Himlunum. Hann hevði hægri mál enn hetta tóma forgeingiliga, deyðiliga, jørðiska. Hann tráaði eftir tí himmalska. Fyri trimum vikum síðan, segði eg við hann: ”pápi, nú er tú veikur,” lágmæltur svaraði hann, ”nú er tjaldið dottið niður.” Leygarkvøldið, um 9 tíðina, kvøldið fyri hann flutti heim til Harran, lyfti eg høvdalagnum upp, so pápi fekk anda betur og helt so høvdinum við høgru hond og við hinari hondini tók eg fast í høgru hond hansara. Tá hugsaði eg, at mangan hava hesar hendur leitt, men nú er øll styrkin burtur. Nú orkaði hann hvørki at halda hondini ella høvdinum. Lívið var fjarðar burtur. Hvat nú við vissuni, tryggleikanum, álitinum og trúnni. Hvat nú við ljósinum, tí bjarta ljósi, sum tendraðist í myrku sál hansara fyri umleið sjeyti árum síðan? Sum eg stóð har, upplivdi eg ein serliga stillan, djúpan frið yvir honum. Sannførandi hevði hann lættliga kunna endurgivið ápostulin, um hann orkaði: ”Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar so endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi.” Hann kundi eisini lættliga havt endurtikið vísdóm Sálomons: ”Men gøtan, ið hini rætt­ vísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.” Hann kundi eisini endurgivið Job, sum sigur: ”Men eg veit, at loysnari mín livir, og sum hin síðsti skal Hann stíga fram á dustinum. Og táið henda húð mín er burturtærd, skal eg út úr holdi mínum skoða Gud, Hann, sum eg skal skoða, mær til góða; fyri eygum mínum skal eg síggja Hann, ikki sum fremmandan – eftir tí trái eg innast inni!” Pápi bað og tráaði eftir hesum, og hevur nú fingið bøn sína uppfylta. Nú er pápi komin til Hansara, til tann Vin, tann Frelsara hann kendi so sera væl. Til tann Frels­ ara, hann so inniliga ynskti, at øll hansara skuldu koma til. Vit hava mist ein dýrgrip, ein forbiðjari er tagnaður, ein vitið er sløknaður. Ein rødd er tagnað her, men tað er sum eg hoyri eina aðra himmalska rødd frá Harra hansara: Gott tú góði og trúgvi tænari. Hjartans ynski hjá pápa var, at eingin skuldi saknast hin eina dag, heima í dýrdin, men, nú, koma at kenna kæra Frelsara hansara, sum doyði fyri synd alra. Harrin signi minni um pápa okkara. Pætur Minningarorð um Levi Splidt Johansen Hendan slavna dagin tann 2. august, bert fáar dagar áðrenn mamma tín fylti ár, segði tú farvæl bert 35 ára gamaldur. Nú skrædnaði forhangið, og tú stundar mót himnastrondum. Ei riva í lívi ei skar í títt sinn. Hetta var væntandi, men neyvan er deyðin kærkomin, tá hann kemur á gátt. Eg hevði tó varhugan av, at júst hetta var hansara ynski. Hann helt lagnu sína verða so sera tunga fyri mammu og pápa at bera, men hann vitsti eisini, at tá tey mistu hann, ja so gjørdist ilt verri. Soleiðis reikaði hesin hugaheimur hans­ ara og nam við teir møguleikar, hann hevði eftir. Vit vóru vinmenn báðir, og ikki vardi tað meg, at tað var hann sum lærdi meg um lívið, tað lívið vit flestøll taka fyri givið. Vit tosaðu um trúgv og ivaðust um ikki alt bara var fáfongd og eftirsókn eftir vindi. Eitt vóru vit tó samdir um, at har sum prógvini enda, tekur trúgvin við. Mær untist at vera saman við honum teir seinastu mánaðirnar, og til tíðir sást bardagin við sjúkuna so sera væl, her vóru fáir góðir dagar. Sjúkralega tærdi hetta likam hansara. Hetta likam sum roynt var at hava koyrandi, eitt nú við at pápin gav eitt av sínum nýrum fyri at hava sonin hjá sær eina tíð enn. Eisini var klárt til enn eitt nýra frá næstringum, men søgdu læknar, at hansara strongda hjarta ikki fór at tola enn eina skurðviðgerð. Enn eitt bakkast av mongum. Hvar lá so styrkin, henda ófatiliga styrki sum fevndi um hesi trý sum vóru hesari lagnu fyri? Samanhald og trúgvin á, at við endan á vegi lívsins liggja himnaborgir, og tað at alt hevur eitt endamál vóru við til at lívga um og onkursvegna glaðast hóast hesa tungu lagnu. Styrkin var eisini at megna at halda áfram við støðuga bardaganum fyri at náa tað bestu viðgerð til unga barn teirra, sum var teirra einasta. Kenni meg so sera lítlan og eyðmjúkan, nú mær unnist at verða ein partur av, at títt navn verður ført víðari. Várharra sigur EG eri, hetta eru megnar orð til tykkum sum eftir sita, og ivist eg ikki í, at ómetalig styrki liggur í hesum fáu orðum. Trongdir eru nú skuggadalar, fyri ljósinum teir dvína, Bankar ei títt hjartakamar, í likami ei pína. Tveir abbar tær bíða, teir dagar hava talt, Har blóma tit skulu, har einki verður fjalt. Hvíl í friði frændi mín Mammubeiggi