mikudagur 11. august 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
Sosialurin
Ja, áttati ár tykist so veru
leikafjart,
tá
vit
kenna
mannin aftan fyri talið. Tey
hóska sum so ikki saman, tí
maðurin er als ikki gamal,
tvørturímóti. Í tonkum, sinni
og verumáta, júst tann sami
sum altíð.
Tú
hevur
altíð
verið
sera áhugaður í øllum sum
gongur fyri seg rundan um
teg í familjuni, í bygdini,
á arbeiðsplássinum, í landi
num, í umheiminum o.s.
framvegis. Øgiliga orienter
andi, spyrjandi, kannandi
og forvitin á ein positivan
hátt. Veit nógv um alt – um
skip, fiskiskap og prísir,
um ítrótt og politikk, uttan
landsviðurskifti, um fólk og
fæ, ætt og familju og slíkt,
sum hevur við lív og levna
at gera. Ja, tú nærum dyrkar
hetta at finna útav hvør er
hvør, og hvaðani fólk eru.
Tú hevur altíð verið sera
‘sosialur’, og havt lætt við
at koma í samband við fólk,
eisini tey tú ikki kennir.
Finnur eitt hóskandi høvi ella
evni, og so er ‘hol ígjøgnum’.
Dámar væl at kenna og práta
við fólk.
Sum persónur er tú sera
tilvitaður um og upptíkin
av, at ting gerast betur – og
at tað, vit hava við at gera,
verður gjørt á skilabesta hátt.
Tú hevur ofta viðmerkingar
til ymiskt sum fyriferst,
um tað eru arbeiðsstøður,
samferðsluviðurskifti,
livi
umstøður ella líknandi, og
haldi eg, at tú við tínum hug
ella uppskotum ofta rakar
seymin á høvdið. Í stuttum
kemur hetta nokk undir tað
at vera praktiskur, rationellur
og effektivur.
Sum arbeiðsmaður var
tú íðin, røkin, hjálpsamur og
trúfastur. Arbeiðslívið var
í høvuðsheitum umborð á
oljubátum – Esso Søldarfjørð,
Esso Føroyum og Stathav.
Mangan var baldrut millum
oyggjarnar, og eg minnist,
vit onkuntíð vóru bangin
um tykkum, tí veðrið var so
ófantaligt.
Um sumrarnar avloysti tú
onkuntíð við størri skipum,
sum førdu olju til Føroya.
Minnist
einaferð,
at
eg
eisini kom við oljuskipinum
Magn úr Danmark og aftur
staðfesti, hvussu arbeiðs
samur, hjálpsamur og alsidig
ur tú altíð er. Tú hevði starv
uppi á brúnni, men tú vaskaði
eisini ofta upp saman við
kokkinum ella bankaði rust
við teimum á dekkinum.
Ongantíð bangin fyri at gera
ov nógv.
Tú hevði altíð so gott og
kammeratsligt forhold til
arbeiðsfelagarnar, hóast ofta
stóran aldursmun.
Tú ert ‘lunur, rúmligur,
hevur eitt róligt og gott
gemyt’, og elskar gott skemt
og vittigheitir, og hevur
ofta undirhildið í smærri
veitslum.
Sum abbi hevur tú eisini
verið teimum smáu besti abbi,
og tikið tær nógv av teimum.
Kanska eru tað onkuntíð ‘for
nógvar kioskvitjanir’, men
tankin er sum altíð góður og
gávumildni sum hjá fáum.
Hesi seinnu árini hava
dagarnir snúð seg mest um
tað heimliga, vitja fólk,
seyðahald, passa abbabørn,
samfelagslív og zappa millum
kanalir fyri at fáa tíðindi,
vitan og undirhald..
Hjartaliga tillukku við
degnum góði pápi, verpápi og
abbi. Má Guð signa og geva
okkum nógv ár afturat.
Takk fyri tína umsorgan!
Vit øll
Bergun
Til Johan Kass
á áttati ára degnum 29. juli
Nøvn
Prógv
Beinta Óladóttir Hansen var 10. august útlærd innan
skrivstovu við grein fyrisiting. Lærupláss P/F Poul Hansen
heilsølu.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 13. august kunnu Ásla og Tórbjørn Poulsen í
Havn halda gullbrúðleyp. Veitsla verður sama kvøld fyri
innboðin. Tey sum annars hava hug at hitta brúðarparið eru
vælkomin heima í Bóndabrekku leygardagin eftir kl. 15.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 10. august hava vit, Paulina og Erik Eliasen,
Syðradali K, verið gift í 25 ár. Vit halda dagin á Syðradali.
Opið hús verður leygardagin 14. august frá kl. 14.30 til kl.
23. Sam siglir av Klaksvík kl. 14.15 17.15 22.15. Av Syðradali
kl. 17.35 22.35.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava Emly og John H. Petersen
Klaksvík verið gift í 25 ár. Veistlan verður hildin í
bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19 fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava Jónleyg og Fríðálvur Bláhamar,
Vestmanna, verði gift 25 ár. Dagurin verður hildin leygar
dagin 21. august frá kl. 12 til 18 í ítrottarhøllini í Vestmanna.
Tey, ið ynskja at gleðast saman við okkum, verða vinaliga
biðin um at siga frá innan 4. august á tlf. 424407.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 18. august verður Elsa av Reyni 90 ár.
Dagurin verður hildin í Starvsmannafelagshúsinum J.H.
Schrøtersgøtu 9. Tey, ið kundu hugsað sær at heilsa uppá
Elsu, eru vælkomin millum kl. 16 og 20.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 13. august fyllir Bodil Hansen ætta úr Rituvík,
búsitandi í Sønderborg, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá
dóttruni í Frederikshavn leygardagin 14. august kl. 11. Adr.:
Kastanievej 9, 9900 Frederikshavn.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 16. august verður Jóhan Lervig, fyrrverandi
smiðjumeistari á Skála, 80 ár. Dagurin verður hildin
sunnudagin 15. august kl. 16 í ítróttarhøllini á Skála, har
øll eru hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 16. august verður Erling Hansen Funnings
fjørður, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini, Tjarnar
lág 15, Tórshavn, sama dag millum kl. 17 og 21. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
21. august fyllir Elisabeth Joensen í Vági, fyrrverandi
fyrustøðukvinna hjá heimarøktini, 75 ár. Í hesum sambandi
bjóðar Elisabeth til brunch í Billiardhúsinum, leygardagin
14. august, frá kl. 1015. Øll eru hjartaliga vælkomin.
65 og 75 ára føðingardagur
Leygardagin 21. august halda Jensya Magnussen (Kastalag)
75 ára og Karin Kastalag 65 ára føðingardag. Dagurin
verður hildin í húsinum hjá Eldrafelagnum NÓN, Torvgøta
2 í Saltangará frá kl. 13 – 19.
60 og 70 ára føðingardagur
Fríggjadagin 13. august fyllur Sólbjørg Thomasen,
Tórshavn, 60 ár og fríggjadagin 27. august fyllur Hilda
Debes, Oyri, 70 ár, Systrarnar halda føðingardagin í
Eydnuni á Oyrabakka leygardagin 28. august kl. 17 og
úteftir. Tey, ið ynskja at heilsa uppá okkum verða vinarliga
biðin um at siga frá innan 23. august á tlf. 313448/503448
(Sólbjørg) ella 422234/266334 (Hilda)
Merkisdagar