mikudagur 11. august 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
36
Sosialurin
Ítróttur
Heri Simonsen
KÍ-kvinnurnar kunnu ferðast
heim til Føroya við røttum
ryggi, aftaná at hava framt
at megnaravrik við sigri á
makedonska meistaraliðnum.
KÍ vann 2-0 á ZFK Borec
úr
Makedonia.
Støðan
í
hálvleikinum var 1-0 til KÍ.
Kvinnurnar úr Klaksvík hava
í kvøld vunnið 2-0 á ZFK Borec.
Rannvá Andreassen legði KÍ
á odda, tá eitt stórt korter var
farið av fyrra hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
økti Olga Kristina Hansen til
2-0. Norðlýsið veit at siga frá, at
málið hjá Rannvá Andreassen
var eitt sera vakurt skot.
Fleiri málmøguleikar vóru
til KÍ, og tað er harmiligt, at KÍ
ikki fekk fleiri mál, tí aftaná 7-0
sigurin hjá Everton yvir Gintra
Universitetas, so var tað bert
betri málmunurin hjá Gintra,
sum gjørdi, at KÍ-kvinnurnar
ikki fingu eitt søguligt annað
pláss í bólkaspælinum í UEFA
Womens Champions League.
heri@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Í hesum døgum er EM í svimjing í
Budapest í Ungarn. Tveir føroyskir
luttakarir eru við í kappingini. Teir
eru Pál Joensen og Pauli Ø. Mohr.
Pál Joensen skal í dag klokkan
16.00 svimja finaluna í 1500 frí.
Jón Bjarnason, sum er venjari hjá
Pál Joensen, vónar, at Føroyar eiga
ein evropameistara seinnapartin í
morgin.
Týsdagin svam Pál Joensen
seg í finaluna í 1500 frí. Tíðin hjá
honum var 15:04.05 og tað var næst
skjótasta tíðin av øllum, ið komu
í finaluna. Pál Joensen svam ikki
við fullari megi og tí verður mett,
at hann kann klára eina betri tíð í
dag, tá hann skal svimja finaluna.
Jón Bjarnason veit, hvussu
hann ætlar at fáa ein føroyskan
evropameistara í morgin.
- Pál Joensen fer at svimja við
fullari megi beinanvegin, og so
verður tað ein grovur dystur um
at hóra undan. Tað verður sera
strævið, men Pál er fyrireikaður,
og hann er rætt og slætt til reiðar
at geva alt, hann er mentur, fyri at
vinna gull fyri Føroyar, sigur Jón
Bjarnason.
Jón Bjarnason sigur, at tað
er stórur møguleiki fyri, at Pál
Joensen vinnur gull í morgin.
- Tað verður væntandi sera tætt
millum fimm svimjarar, men Pál
hevur eins góðan møguleika at
vinna sum hinir. Vinnarin verður
hann, sum hevur víst størst ágrýtni,
tol og treysti, sigur Jón Bjarnason.
Pál Joensen fer í hylin í
Budapust klokkan 16.00 í dag,
føroyska tíð.
Teir, sum skulu kappast
um evropameistaraheitið
í morgin eru:
Samuel Pizetti, Italia – 15:03.32
Pál Joensen, Føroyar – 15:04.05
Sebastian Rouault, Frakland – 15:06.70
Prezemyslaw Stanczyk, Pólland – 15:08.54
Federico Colbertaldo, Italia – 15:08.83
Mateusz Sawrymowich, Pólland – 15:09.50
Gergely Gyurta, Ungarn – 15:12,46
Anthony Pannier, Frakland – 15:14.38
Til ber at síggja evropa meistara-
stevnuna beinleiðis á Eurosport,
bæði frá innleiðandi kl 08:30 og
finalum kl 16:00, føroyska tíð. Hartil
ber til at fylgja við úrslitunum
beinleiðis á www.omegatiming.
com, og á www.svimjing.com/live
uni@sosialurin.fo
Jón Bjarnason:
Pál fer at
geva alt
KÍ vann á
ZFK Borec
Endaliga støðan í bólkinum gjørdist hendan :
1 Everton 3 3 0 0 23 -0 +23
9 stig
2 Gintra
3 1
1
1
4
-7 -3
4 stig
3 KÍ
3 1
1
1
2
-6 -4
4 stig
4 Borec
3 0 0 3 0
-16 -16
0 stig
Hagtøl frá dystinum í dag:
Borec – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Rannvá Andreasen, 16.
0-2: Olga Kristina Hansen, 69.
Dómari: Leen Martens, Belgia
KÍ: Randi Wardum – Sofía Purkhús, Ragna Patawary, Malena
Josephsen, Rannvá Andreasen, Olga Kristina Hansen, Paula
Mikkelsen, Fríðrún Danielsen, Sigrid Jacobsen, Oddrún Danielsen
og Annika Ragna Petersen (Gunnrid Joensen, 90.)
Venjari: Erik Ernesto Nielsen