Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. august 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Jógvan Martin Olsen og Víkingur hava longt sáttmála. Tað skrivar Vík ingur á sínari heimasíðu. Nevndin í felagnum og venjarin eru komin ásamt um, at hann skal eisini stjórna besta liðnum hjá Vík­ ingi í 2011. Jógvan Martin Olsen tók við venjarastarvinum und an kapp­ ing ar byrjan í fjør. Vík ing ur vann kappingina um løg mans steyp ið í fjør, og felagið tók tí lut í evro peis­ kari kapping fyri fyrstu ferð í ár. AB fingið nýggjan venjara FC Argir, ið rekur besta liðið hjá Argja Bóltfelag, boðaði í vikuni frá, at teir hava sett Sámal Erik Hentze sum venjara fyri restina av hesum kap pingarárinum. Sámal Erik vann í fjør gull í landskappingini við HB. Hann skal nú saman við Allani Mørkøre royna at venda skútuni hjá AB, sum í løtuni liggur niðast í Vodafonedeildini saman við FC Suðuroy. Seks stig eru upp til B71, ið liggur røttu megin niður flyt­ ingarstrikuna . Komandi sunnudag bresta FC Suðuroy og AB saman í Vági. Taparin av tí dystinum far ógvuliga torført við at yvirliva í bestu deildini. Tróndur Arge Fyri 12 árum síðani fóru vit til Estland við vón um, at vit skulu vinna. Dysturin endaði við einum lemjandi 5­0 taptið, eftir at eitt nú Jens Martin Kundsen fekk reytt kort. Tí skulu vit í dag prógva, at vit eru komin langt, síðani 1998. Tað verður tó torført bara at meta út frá úrsltinum í kvøld, tí Estland hevur tikið seg nógv fram sum fótbóltstjóð. Millum góðu úrslitini hjá Estlandi seinastu tíðina kunnu nevnast 0­0 javnleikur móti Koratia og 2­0 sigur á Belgia. Hinvegin, so taptu teir 2­0 móti Litava í juni mánað í ár. Seinast vit spældu ímóti Litava, vunnið vit 2­1 á Svangaskarði. Fleiri føroyskir leikarar hava givið avboð til landsliðið hesaferð. Millum teir eru Súni Olsen, Vagnur M. Mortensen, Atli Danielsen og Høgni Zachariasen. Brian Kerr hevur tí úttikið Karl Løkin(ÍF), Justinus R. Hansen(NSÍ) og Hendrik Rubeksen. Felags fyri teir allar er, at ongin av teimum hevur verið á landsliðnum fyrr. U-21 landsliðið uttan profilar Brian Kerr hevur úttikið heilar sjey leikarar, ið hava aldur til at spæla við U­21 landsliðnum. Bogi Løkin, Karl Løkin, Einar T. Hansen, Jóan Símun Edmundsson, Rógvi Poulsen, Christian R. Mouritsen og Jóhan T. Davidsen hava allir aldur at spæla við U­21 landsliðnum. Tað sigur ikki so lítið um árgangirnar, sum eru á U­21 í løtuni, at heili sjey av teimum eru at finna á A­landsliðnum. U­21 landsliðið spældi javnt í fyrra dystinum ímóti Andorra á útivølli. Tá mettu fleiri av leikarunum, at teir skulu havt fingið meira burtur úr dystinum. Føroyska málið skoraði Jóan Símun Edmundsson. Heðin Askham segði við Rás2 mánadagin, at hann metir, at føroyska liðið, mann fyri mann, er sterkari enn U­21 landsliðið hjá Andorra. A­landsliðsdysturin í Talinn millum Føroyar og Estland byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð. U­21 landsliðsdysturin millum Føroyar og Andorra byrjar kl 19.00 og verður leiktur á ovara vølli í Gundadali. trondur@sosialurin.fo Landsliðini í eldin í dag Tvey feløg í Vodafonedeildini hava í vikuni boða frá venjara tíðindum. Fyrst var tað Víkingur, sum kunngjørdi, at fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, heldur fram sum venjari komandi ár. Síðani boðaði AB frá, at teir hava sett Sámal Erik Hentze sum venjara Tíðindaskrivi hjá AB ljóðar soleiðis: FC Argir hevur gjørt avtalu við Sámal Erik Hentze um, at hann restina av kappingarárinum verður venjari hjá Vodafoneliðnum hjá AB saman við Allani Mørkøre. Sámal Erik Hentze er hollur venjari og vælkendur í AB. Úrslitini higartil í ár hava ikki verið so góð sum ætlað, men lítið vantar í. FC Argir vónar tí, at liðið við styrkta venjaratoyminum fær eyka íblást ur til at endurvinna sætið í Voda fone deil d ini. Allan og Sámal Erik eru longu farnir undir arbeiðið og hava í felag lagt ætlan fyri venjingarnar og uppleggið til komandi dystirnar. Venjarar skriva undir Bæði føroyska A-landsliðið og føroyska U-21 landsliðið skulu spæla í dag. A-landsliðið er í Estlandi og skal vaska 12-ára gamla 5-0 tapið av sær, meðan U-21 landsliðið fær Andorra á vitjan Sámal Erik HEntzE Jógvan martin OlSEn