mikudagur 11. august 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
38
Sosialurin
Sissal Kampmann
Teir fýra í bólkinum, Sigmund
Jørgensen, guitar og sang,
Magnus Ovason, trummur,
Jan Mýrá, bass og Fríði
Øster, guitar, hava m.a. spælt
á” Staðnum” í Vestmanna, í
“Húsinum” í Klaksvík, men
teir hava eisini spælt á kenda
rokkspælistaðnum “The Rock”
í Keypmannahavn, har teir
hitaðu upp fyri kenda bólkin
“Yashin” í feruar í ár.
Nógv talentir
Oniontree spældu í Flags
Tjaldinum á Summarfesti
valinum fríggjanáttina kl.
01.30, og har fingu áhoyrarar
nir eina tónleikauppliving, ið
hóast hon var borin av tyngri
rokktónleiki eisini bjóðaði
uppá ein akustiskan sang og
guitarspæl, framførdan av
sangaranum Sigmundi einsa
mallum á pallinum. Við hes
um sangi, sum Sigmundur
kallar “Memories”, fingu vit
høvi til veruliga at hoyra
fantastisku røddina hjá Sig
mundi. – Eg geri meir og meri
við singer/songwriter genru
na, greiður Sigmundur frá. –
Eg haldi hetta er spennandi
og avbjóðandi, og tað er fínt
at hava avtrat tí meir punk,
rokkuta stílinum vit í høvuðs
heitum spæla, umframt tí
blandingini av rokki og atmos
feriska rokkinum, vit eisini
fegnir vilja leggja okkum eftir.
Besta tónleika
uppliving nakrantíð
Teir vóru allir á einum máli
um, at konsertin á Sf var ein
fantastisk uppliving, sum var
tað besta teir hava uppliva
sum
tónleikarar
higartil.
Fríði segði eftir konsertina,
at hetta samstundis var tað
besta publikum, teir hava
haft og at upplivingin fyri
hann sum tónleikara ikki
var minni enn genial. Og
áhoyrararnir
fingu
eisini
eina uppliving, har tætta og
dynamiska ljóðmyndin fylti
alt teltið.
Ungi rokkbólkurin Oniontree, sum vann heitið “Besti nýggji bólkur á
Planet Awards í fjør, er kendur fyri sínar liveframførslur, og er ein av
stóru rokkvónunum í Føroyum.
Rokkbrak frá
OniOntRee
– Har Hittini Hittast
SyndaRaR á
Summarfestival
Tað snýr seg ikki einans um at
syngja. Tað snýr seg um at
undirhalda. Og tað dugdi Bárður
á Lakjuni, oddamaður í T.O.S, ið
stendur fyri tollarar og syndarar.
Óli Jákup Jacobsen
Spennandi bólkurin úr Eysturoynni T.O.S. spældi í
Flags tjaldinum á Summarfestivalinum í dag. Hetta var
somuleiðis talan um teirra fyrstu útgávukonsert.
Rættiliga nógv av fólki var møtt upp at lurta eftir
tollarunum og syndarunum, har tjaldið var umleið
trýkvart fult.
Tónleikurin hjá T.O.S. er sermerktur ella originalur á
fleiri hættir. Fyrst og fremst spæla teir rytmiskan polka
og tango tónleik, sum fær áhoyrararnar hug til at trippa
eitt sindur. Haraftrat hava teir nógv ymisk ljóðføri,
sum ikki eru so vanlig á rockutum tónleikapallum.
Millum annað varð harmonika brúkt umframt ein
stór blikktrumma og eitt blásiklaver, sum líktist mest
eini vatnpípu. Alt hetta ger T.O.S. til ein stuttligan,
originalan og forvitnisligan bólk.
Konsertin hjá T.O.S eydnaðist avberað væl, har
Bárður dugdi at fáa áhoyrararnar at flenna millum
sangirnar. Sangirnir vórðu eisini framførdir sera
hegnisliga, har tónleikararnir dugdu sítt kramm.
T.O.S. er uttan iva ein tann mest spennandi bólkurin í
Føroyum í løtuni.
Vísir hvør hon er
Unga songkvinnan, Lív Næs framførdi á SF saman við
Tróndi Enni og Una Reinert Debess.
Sissal Kampmann
Tíverri leið framførslan hjá
Lív undir ljóðroyndini hjá
Carlsen, ið skuldi á pallin á
Vágsbøi eftir Lív. Hetta órógv
aði bæði Lív, tónleikararnar
og ikki minst áksoðararnar
ótrúliga nógv, og sjálvsagt
var hetta heilt óacceptabult.
Í fjør framførdi Lív saman
við Niels Midjord, sum hon
seinastu árini hevur spælt
nógv saman við, og sum hon
eisini hevur givið fløgu út
saman við. Tá var sami tru
pulleiki galdandi, og vónandi
vera slíkar umstøður ikki
aftur.
Stóra gjøgnum
slagsmegi
– Tó skuldi nógv meira til fyri
at oyðileggja nakað fyri fram
førsluna og gjøgnumslags
megina hjá Lív, sum við
sterkari manning, ið taldi
Trónd Enni og Una Reinert
Debess, spældi eina ótrúliga
vakra og vælspælda, og ikki
minst, vælsungna, konsert.
Út yvir eitt lag hjá Bubbi
Mortens, spældu tey bert
egin løg, og tað var ein fragd
at síggja og hoyra bólkin
framføra fjølbroyttu og melo
diøsu løgini. Lív megnar at
halda seg til sín stíl gjøgnum
alla framførsluna, og tað, ið
tiltalaði mest var tað óskap
uta og ókrukkuta yvir kon
sertinu, umframt at ein
merkti, at hon ikki var bangin
fyri at vísa hvør hon veruliga
er og kann sum sangari.