mikudagur 11. august 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Mikudagur 11. august 2010 · Nr. 118
Sosialurin
Meira frá Summarfestivalinum
verður í blaðnum fríggjadagin
Fólkið sang
við Una
Plaseraður millum rockutu The
Dreams og hart rockutu
Synarchy hevði Uni Arge eina
hugnaliga og róliga framførslu
í Føroya tele teltinum.
Óli Jákup Jacobsen
Veðrið var sera gott, tá Uni við síni mildu rødd sang
sínar kendu sangir á summarfestivalinum. Heilt fitt av
fólki var eisini samankomið, helst komin beinleiðis yvir
frá konsertini hjá The Dreams.
Uni spældi sangir frá báðum sínum útgávum. Um
framt tey vanligu ljóðførini hevði Uni ein trompetblásara
við sær. Tað riggaði serstakliga væl, tá tað gav ein liv
andi og hugnaligan caféstemning.
Tá Uni sang síðsta sangin hjá sær ”Býarmynd”, sang
fjøldin við – ella partur av henni, ið hvussu so er. Eftir
tann sangin var tíverri ikki pláss til nakað eykalag, tá
Synerchi, sum vóru næstir á skránni, vóru longu
byrjaðir.
Í stuttum var talan um eina hugnaliga framførslu.
TAÐ ER LÍÍÍV OG FEST –
ROCK’N ROLL ER BEST!
Tað var ein ordans rockkonsert, sum trøllini úr Klaksvík borðreiddi við á Vágsbøi
Óli Jákup Jacobsen
Vágsbøur var hálvfullur, og
veðrið var avberað gott. Lýtt,
turt og ikki eitt lot í luftini, so
fyritreytirnar fyri eini góðari
framførslu vóru til staðar. Og
tað varð tað eisini.
Trøllapætur, Trøllaomman
og ikki minst tann garvilla
Ommudidd hoppaðu, dans
aðu, sungu og rockaðu frá
byrjan til enda. Hetta merkt
ist á børnunum, sum vóru
fult upptikin av at syngja
við, koyra hendur upp og
svara aftur, tá trøllini vendu
sær til børnini.
Ikki bara børnini lótu seg
undirhalda. Tey vaksnu vóru
næstan líka nógv undirhildin.
Fá mundu tey vera, sum ikki
ruggaðu eitt sindur, tá trøllini
sungu sínar lívligu sangir.
Tað einasta kritikpunktið
er, at framførslan var alt ov
stutt, einans hálvan tíma.
Nógv av børnunum vóru ikki
meira enn komin, so var
liðugt. Ein tími hevði ikki
verið ov lítið.
Garvill gudstænasta
Heini Lützen hevur um nakar annar myndað føroyska kristna tónleikin tey
síðstu mongu árini. Á ársins Summarfestivali framførdi hann á stóra palli
Óli Jákup Jacobsen
”Hetta skal ikki vera nøkur
konsert,” legði Heini út við at
siga, ”hetta skal meira síggjast
sum ein gudstænasta.”
Og tað var tað. Heini fram
førdi nógvar av sálmunum,
sum hann nýliga hevur givið
út á fløgu. Ikki man tann
vanligi kirkjugangarin tó
hava kent sálmarnir serliga
væl aftur, sum teir vórðu
framførdir av kristna rock
konginum í Føroyum.
Heini sang sublimt. Hann
rakti hvønn einasta tóna
klokkureint, hóast teir vórðu
so høgir, at man fór at skelva
í knøunum. Tónleikararnir
spældu eisini heilt ótrúliga
væl, har teir allir samlir
kunnu teljast millum Føroya
bestu.
Antin dámar man hesar
nýggju sálmarnar, ella ger
man ikki. Sjálvur saknaði
undirritaði eitt sindur av stíl
variatión, tá allir sálmarnir
vórðu framførdir nokk so
eins. Burtursæð frá tí hevði
Heini eina ótrúliga flotta og
musikalskt geniala konsert. Ja, teir liva
enn í 80unum
Men tað er eftir øllum at døma
har, fólkið vil hava Eyðun og Terja
Óli Jákup Jacobsen
Flags Tjaldið var kjokkfult av glaðum festivalgestum,
tá Eyðun og Terji skuldu á pall. Tað er ikki heimsins
lættasta uppgáva at halda fram, har Westlife slepti,
men tað løgdu Eyðun og Terji einki í.
Terji dugdi sjálvur at síggja, at teir ikki vóru nakrir
Westlife, men segði so: ”Vit skriva um ikki annað okkara
egnu sangir.” Undirritaði ivast í, um tann ungi
áhoyraraskarin fremst við pallin skilti Terjasa við
merking, men satt var tað. Eyðun og Terji syngja í mun
til Westlife sínar egnu sangir. Og fólkið elskar teir.
Tað er torført at skriva nakað, sum ikki longu er
skrivað um føroysku poplegendurnar. Teir leveraðu
precis tað, sum man væntaði, og tað var tað. Duoin sang
væl, og megnaðu teir sum einki at fortseta kann góða
stemningin frá Westlife.