Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroyski skiparin, Elnar Niclasen av Tvøroyri, var týsdagin oddamað­ur í einari bjarging í Persaraflógvanum, sum bjargað­i seks iranskum monnum í svárari havsneyð­. Elnar Niclasen er skipari á Mærsk Ras Laffen, sum týsdagin var júst rætta stað­ til røttu tíð­. Og tá stóð­ hann á odda fyri stórari bjarging í Persaraflógvanum, har seks iranar vóru farnir í bjarging­ arbátarnar, tá ið­ støð­an á ir­ anska farmaskipinum gjørd­ ist hættislig. ­ Stýrimað­urin segð­i mær, at okkurt løgið­ var á sjónum. Tað­ tóktist mest sum, at skip­ ið­ lá og fleyt, greið­ir Elnar Niclasen frá. Með­an Mærsk Ras Laffen sigldi móti iranska farma­ skipinum, sendu menninir eina neyð­rakket upp, og Eln­ ar Niclasen var skjótur at broyta kós. ­ Við­ vendu skipinum bein­ anvegin, og løgdu okkum so tætt at iranska farmaskipi­ num sum gjørligt, greið­ur Elnar Niclasen frá. Tað­ var trupult, at koma heilt nær at skipinum, tí lutir frá farmaskipinum vóru spjaddar kring økið­. ­ Yvirstýrimað­urin og að­rir fóru út til bjargingar­ bátin, og fingu hjálpt monn­ unum umborð­ á okkara skip, og tað­ gekk umleið­ hálvur tími, so kom eitt skip eftir monnunum, sum tá vóru um­ borð­ hjá okkum, greið­ir Elnar Niclasen frá. Stjórin í Mærsk LNG, Claus Thomsen sigur í dag, at tey fegnast um, at føroyski skiparin var so mikið­ kvikur og dugnaligur, at hann megn­ að­i at bjarga øllum seks monnunum. Eisini iranska felagið­, sum eigur farmaskipið­, hevur sent eitt takkarbræv til Eln­ ar Niclasen og hansara mann­ ing, og takka teimum fyri at hava bjargað­ monnunum. Løgtingið­ skal taka støð­u til, hvussu stórt veið­itrýst vit skulu hava á til­ feingi í okkara sjóøki. Trupult er at fáa semju, tí hugsanirnar eru so ymsar millum serfrøð­ina innan fiskifrøð­ina og serfrøð­ina millum fiskimenn. Politikarin má velja sær síni fyrilit. Skal hann velja leið­ina hjá fiskimonnum, har talan er um løtu­ vinning, ella skal hann velja leið­ina hjá fiskifrøð­ingunum, sum í øllum førum verð­ur eitt »løtutap«. Verð­ur trýstið­ skert so nógv, sum fiskifrøð­­ ingarnir mæla til, ja so fer at svíð­a fyrstu tíð­ina, men sambært hesi serfrøð­i, so fer tað­ at løna seg aftur í ríkiligt mát, tá stovnarnir koma fyri seg aftur, og vit við­ einum minni flota kunnu fiska meira og betri fisk. Tað­ tykist heldur løgið­, at so ym­ isk sjónarmið­ skulu vera um hetta tilfeingi okkara. Bera vit saman við­ alivinnuna ella oljuvinnuna, so hava vit dugað­ so avbera væl at skipa hesi við­urskifti. Orsøkin til at fiskivinnan ikki kann skipast eftir sama leisti er helst, at her er talan um eina næstan hálvtannað­hundr­ að­ ára gamla vinnu. Um fiskivinnan var íkomin í okk­ ara tíð­, so hevð­i hon uttan iva verið­ skipað­ øð­rvísi. Men tað­ er ikki gott nokk bara at stað­festa hetta, og so lata alt koyra víð­ari. Men tað­ tykist, sum um hetta er leið­in, sum politikarar vilja ganga. Summir tykjast hella til fiskifrøð­ingarnar, men tá til stykk­ is kemur, so er tað­ leið­in hjá fiski­ manninum, sum vinnur. Tað­ er væl skilligt, at fiskimað­­ urin ikki vil skerjast, tí einhvør er sær sjálvum næstur. Men tað­ sigur seg sjálvt, at tá vit troyta stovnar­ nar so hart, sum vit hava gjørt við­ toskastovnin, so merkist tað­. Tað­ idé­ella er sjálvandi, at vit skulu liva av tí, sum stovnurin gevur ­ av rentuni og rentu av rentu, ella av tí avkasti, sum stovnsfæið­ gevur. Um vit troyta alla rentuna og part av stovnsfænum við­, so verð­ur galin endi, tað­ kann ein og hvør rokna út. Tað­ ber ikki til, at vit sláa øll tilmæli frá fiskifrøð­ingum upp í glens, bæð­i okkara heimligu og tey frá ICES og øð­rum. Tað­ er altso ov tápuligt. Troyta vit stovnsfæið­ rætt, so fáa vit meira burtur úr stovnunum. Og ja, flotin minkar, verð­ur bíligari at reka, fiskar meira upp á seg, fær meira fyri fiskin, tí hann verð­ur størri og betri fyri, hýrurnar verð­a hægri, ja, samfelagsinntøkan í heila tikið­ verð­ur hægri. Í øllum førum er tað­ vist, at okk­ ara felags tilfeingi ­ fólksins ogn ­ má umsitast av tí almenna. Her má sýnast fyrilit, her gongur tað­ ikki, at hvør er sær sjálvum næstur. Tað gongur ikki, at hvør er sær sjálvum næstur í fiskivinnuni Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta­ málum hevur gjørt av, at øll á bíð­ilista til lærara og ped­ agogútbúgvingarnar verð­a tikin inn á skúlan kortini. Hesum boð­ar hon í kvøld frá. Hon hevur í dag gjørt av, at rektarin á Læraraskúl­ anum kann taka øll inn, sum standa á bíð­ilista til lærara­ og pedagogútbúgv­ ingarnar. Helena Dam á Neystabø fegnast um vaksandi áhug­ an mill­ um ung at nema sær hægri út­ búgving í Føroyum. Yvir 200 lesandi verð­a nú tikin inn á tær útbúgvingar, sum Fróð­­ skaparsetrið­ bjóð­ar út. ­ Hildið­ verð­ur fram at fjøltátta útboð­ið­ av hægri út­ búgvingum, og mið­að­ verð­­ ur ímóti at økja samstarvið­ við­ onnur universitet í okk­ ara grannalondum, sigur Helena Dam á Neystabø. Landsstýriskvinnan vísir á, at samgongan leggur stóra orku í at skapa fyritreytir fyri eini góð­ari útbúgving­ arskipan her á landi, sum er ein fyritreyt fyri samfelags­ ligari menning, vøkstri og trivnað­i. Men avbjóð­ingin er stór, tí fíggjarliga tilfeing­ ið­ er avmarkað­ – eisini á útbúgvingar­ og mentanar­ økinum. ­ Tí ræð­ur um, at vit øll læra okkum at tola ávísar skerjingar og broytingar á summum økjum, so vit kunnu rað­festa meira á­ trokandi virksemi á øð­rum økjum. Vit mega duga at húsast, so vit fáa meira fyri teir somu pengarnar, sigur hon. Øll sleppa kortini á læraraskúlan gongur ikki í sjáLvdrátti Føroyingur bjargað­i seks iranum úr havsneyð­ Tað var ein sokallað »Dhow«, sum er eitt typ­iskt arab­iskt farmaskip­, sum var í havsneyð, og manningin, seks mans, vóru farnir í b­jargingarb­átarnar, tá Maersk Ras Laffan kom fram á skip­ið. Seljið útvarpið! Guttormur í Skála kjak á Síðu 14 Guds orð sum valdsam­ boð HanS andriaS Sølvará Summar Síða 8-9