Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 2 surr Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Neyvan nakar billar sær inn, at fíggjar­ lógin fer at halda í ár heldur. Stórar sparingar eru gjørdar á al­ man n a økinum, men summar av æt­ laðu sparingunum eru lagdar til viks, tí tær kunnu ikki gjøgnumførast, uttan at tað rakar sera meint. Almannaøkið og heilsuverkið kosta nógv, men vóru Føroyar eitt land fyri øll, kost aðu hesi øki nógv, nógv meira, enn sett er av til tey á fíggjarlógini. Land ið útflytur nevniliga nógvar av al man na út reiðslunum. Heilt nógvar stakir uppihaldarar eru fluttir av landinum ella flyta ikki heim aftur, tí umstøðurnar eru nógv betri aðrastaðni. Og hvussu nógvar familjur eru ikki flutt ar av landinum, tí tey hava børn við serligum tørvi? Nøkur eftirlønt fólk hava valt at bú­ seta seg í Danmark og liva síni ellis ár har. Landið sleppur frá at gjalda teim­ um fólkapensjón. Um almennu Føroyar ikki vilja gera tað liviligt hjá pensjonistum, støk um uppi hald ar um og familjum við børn­ um, sum hava serligan tørv, er ikki neyðu gt at spæla, at landið er fyri øll. Tað er eingin meining í bara at geva teim um veiku samfelagsbólkunum so frægt, at tey akkurát ikki doyggja í hungri. Hví ikki spæla við opnum kort um og bara reka allar teir veiku sam felgs­ bólk ar nar av landinum? Um nú eingin tænasta var til børn við se rlig um tørvi, fólk við serligum sjúk um ella veikleikum, og stakir uppi­ hald ar ar ong an stuðul fingu, fóru øll tey fólkini av landinum, og tað hevði verið ein stór sparing. Vit kundu eisini sloppið av við nakr ar pensjonistar aftrat, um fólka­ pen sjón in varð lækkað. Úrslitið hevði ver ið lægri útreiðslur til pensjón og í fram tí ðini minni trýst á eldraheimini og heima røktina. Sí, á henda hátt kundu Føroyar av sonnum mett seg at vera eitt vælferðarsamfelag. Útflytið útreiðslurnar Havi hoyrt um trivaligar sigrar, men..: Føroyingar fingu ein trivaligan javnleik í talvi um vikuskifti Rás2 Ovastevnan Seinasta summarstevnusprellið verður í Nòlsoy leygardagin 15. august, tá Ovastevna er á skránni. Ovastevnan tekur við, har regattain sleppur, og tað plaga hvørt ár at vera fleiri bátar, bæði motordrivnir og róðrarbátar, ið halda leiðina fram úr Hósvík til Nólsoyar á stevnu. Ovastevnan hevur eittans endamál, nevniliga at skaffa pening til ein svimjihyl í Nólsoy. Um tú ikki hevur hug ella møguleika at sigla úr Hósvík kl 14, so er ikki at stúra, tí bátar plaga at sigla pendulfart aftur og fram millum Havnina og Nólsoynna alt døgnið. Ovastevnan í nólsOy leygardagin 15. august Familjulega fyri børn við breki Á hvørjum ári skipar Zarepta fyri eini familjulegu fyri tær familjur, sum hava børn við breki. Í ár er einki undantak. Legan byrjar hósdagin 12. august og heldur áfram til sunnudagin 15. august. Á leguni ber til hjá foreldrum og systkjum at hitta onnur í somu støðu, eins og áhugaverdir fyrilestrar plaga at vera á skránni fyri tey vaksnu. Til børnini eru hópin av tilboðum og aktivitetum. Zarepta: Familjulega Fyri tey, ið hava børn við breki 12.-15. august www.Zarepta.FO Regatta 2010 So verða bátarnir aftur loystir fyri at sigla tað famøsa strekkið av Eiði til Hósvíkar. Bátarnir møta á Eiði fríggjadagin 14. august, og lagt verður frá landi kl 19.00. Spakuliga verður so siglt ígjøgnum Sundalagið til Hósvíkar, har blíðskapurin plagar at vera stórur. Dansur er um náttina, eins og okkurt fæst til matna. Tey, sum orka, fara síðani víðari til Nólsoyar leygardagin, har Ovastevnan er. Loyst verður í Hósvík um 14 tíðina. regatta 2010: byrjar á eiði 14. august kl 19 Og endar í hósvík 15. august kl 14. www.hOsvik.net Spurningar til samkynda Mark Feehily í Westlife: eru føroysku kvinnurnar ikki serstakliga vakrar? verður nøkur teirra við í flogfarinum, tá tit fara avstað aftur? www.nordlysid.fo Familjutjalding á Selatrað KFUM-skótarnir í Føroyum skipa fyri familjulegu fyri øll tey, sum tíma. Tað er eingin treyt at vera skóti, og legan er ókeypis. Í staðin verður gjald tikið fyri teir ymsu aktivitetirnar, ið tað verður møguligt at royna á Selatrað. Millum annað ber til at royna snorkling, paintball, rapelling, kano, skattajakt, útróður, jarnsmíð, bogaskjóting, tunnuflakar, vatnland, hugna við legubálið, og prísirnir eru úr 30 krónum upp í 100 krónur, alt eftir hvussu dýrt tað er at fyrireika. Harumframt verður søla av bæði morgunmati, døgverða og nátturða, umframt café. Um tú ikki hevur hug at tjalda, ber eisini til at koma við kampingvogni, men tá má pláss bíleggjast frammanundan á Eysturoyar Kunningarstovu. Leguplássið letur upp hósdagin kl 12 og legan endar sunnumorgunin kl 11. Ikki er neyðugt at bíleggja pláss til tjaldingina og øll eru vælkomin, børn, ung og vaksin. um Okkurt er at spyrja um, ring 311075 ella 597777 tjaldingarlega á selatrað 12.-15. august, Fyri øll tey, ið hava hug at vera við. www.skOti.FO Konsert við Sebastian Mikudagin 18. august kl 19.30 verður endiliga høvi at hoyra danska trubadurin Sebastian í Føroyum. Hann skuldi havt verið her fyrr í ár, men tá varð konsertin avlýst vegna øsku frá Eyðjafjallajøkli. Sebastian hevur havt óteljandi hitt í Danmark, millum annað ”Romeo”, ”Du er ikke alene” og ”Måske ku’ vi”. Umframt Sebastian, so verður eisini okkara egna Lena Andersen gestur á konsertini. Kostnaðurin er 250 kr, men um fýra ella fleiri fólk keypa saman, so er prísurin 200 kr pr høvd. kOnsert við sebastian, mikukvøldið 18. august kl 19.30 í nOrðurlandahúsinum www.nlh.FO Deydligt í tinginum lív í tingið í heyst Kvf.fo Mótsøgn… leikritini vóru øll omanfyri støðið, tí einki leikrit var nóg gott. Rás2 Sosialurin - Postsmoga 76 -110 Tórshavn - Tlf. 341800 Hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til: post@sosialurin.fo Redaktørur: Eydna Skaale