Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tey 16 starvsfólkini í nýggja dagstovninum í Kvívík hava seinastu dagarnar verið á fleiri skeiðum. Tey hava valt at taka ymisk skeið, áðrenn stovnurin letur upp, so tey sleppa frá at steingja seinni fyri at fara á fyrstu hjálparskeið, brandskeið og onnur skeið. Samstundis hava tey tømt trý hús fyri innbúgv og annað. Okkurt er tveitt burtur, og annað er flutt í nýggja stóra húsið. Stovnurin Áarlon er ríkiliga stórur til tey børn, sum í dag búgva í kommun­ uni. Hann hevur 30 vøggu­ stovupláss, 48 barnagarðs­ pláss og 20 frítíðarpláss. Í hvussu er í fyrsta umfari fer ein vøggustova og ein barnagarðsstova at standa tóm, tí tað verða á stovninum 13 børn í vøggustovualdri, 32 í barnagarðsaldri og 19 í frítíðarskúlanum. Góður stovnur Siborg Arge, sum er leiðari á stovninum heldur Áarlon vera tann mest fullkomna stovnin, hon veit um. Bæði í fyrireikingartíðini og í byggitíðini hevur hon arbeitt saman við bygginevndini, og tey hava verið runt landið og vitjað aðrar stovnar fyri at fáa hugskot og hoyra, hvat tey vóru væl ella minni nøgd við. Lurtað hevur eisini verið eftir starvsfólkunum. Í Áarlon eru nógv smá rúm eisini, soleiðis at til ber at arbeiða í smáum bólkum. Har eru sansarúm til børn við serligum tørvi, og inn­ rættingin er laðað eftir, at eisini rørslubrekað kunnu ganga á stovninum. Leggjast kann aftrat, at Arbeiseftirlitið og Bruna­ umsjón Landsins hava góðkent stovnin, og Heilsu­ frøðiliga Starvsstova hevur góðkent køkarnar. Ein barnaverð – Tað mest spennandi er, at vit fara at arbeiða eftir einum fyri okkum nýggjum slagi av pedagogikki, og hetta hava starvsfólkini verið á skeiði í. Tað er lurtandi pedagogikkur, og tað merkir, at vit skulu laga okkum eftir, at stovnurin er ein barnaverð. Børini fáa vegleiðing frá teimum vaksnu, men tað verða børnini, sum skulu gera eitt nú krókarnar. Hetta er spennandi, men tað krevur hugburðsbroyting, sigur Siborg Arge. Eitt annað óvanligt við hesum stovninum er, at frí­ tíðarskúlin verður fyri børn úr fyrsta upp í fimta flokk. Á summujm øðrum frí­ tíðarskúlum verður sagt, at børn ikki tíma so væl at ganga har, tá ið tey eru komin upp í annan flokk. Siborg Arge heldur tað bera til at skipa frítíðarskúlan soleiðis, at hann eisini er fyri stór børn. – Vit fara at seta eitt tilboð saman, soleiðis at tað hóskar til teirra, sigur hon. Einki serligt verður gjørt burtur úr, tá ið børnini fyri fyrstu ferð møta mánadagin. Tá fara øll børnini í smáu rúmini, tí tey skulu læra starvsfólkini at kenna. Seinni er ætlanin, at øll møta í felagsrúminum og so fara til ymist virksemi inni ella úti. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Arbeiðið við at gera húsið, sum skúlin í Hoydølum fær aftrat í ár, gongur ómetaliga væl. Nú eru at kalla bara snøkltar eftir, og ætlanin um at handa skúlabygningin 25. august fer at halda, sigur Mikkjal Helmsdal, skúlastjóri í Hoydølum. Í hesum nýggja húsinum eru skúlastovurnar størri enn í hinum báðum skúla­ bygninginum, og tí verða tað teir størstu flokkarnir, sum fara at húsast í hesum nýggja húsinum. Eftir at húsið er handað skúlanum, skal skúlin brúka nakrar dagar til at flyta inn. Sumt av innbúgvinum, ið varð í húsinum, sum varð stongt, kann brúkast aftur, men nakað hevur verið neyðugt at keypa aftrat, sigur Mikkjal Helmsdal. Nýggja húsið er snøgt, og við tað at stovurnar eru stórar og luftskipan er, skuldu ikki verið nakrir tr upulleikar við inniluftini. Starvsfólk og næmingar eru annars ikki serliga forvand við umstøður. Fyribilsloysn Hóast hetta er eitt veruligt hús, er bygningurin bara ein fyribilsloysn. Húsið er leigað frá Borg í fýra ár, og tað er krav frá friðingarmyndug­ leikunum, at tað skal takast niðuraftur. Fyri at skaða sum minst, er fundamentið sett oman á dúk. Sambært sáttmálanum skal Borg taka húsið niður aftur um fýra ár, Mentamála­ ráðið hevur tó forkeypsrætt. Fýra ár eru sett, tí tá verður hildið, at skúladepilin í Markna­ gili er komin væl áleiðis. – Eg haldi hetta vera eina góða fyribilsloysn, tí hin loysnin hevði verið at leigað fleiri høli. Tað hevði bæði verið dýrari og minni praktiskt, sigur Mikkjal Helmsdal. Bæði hetta húsið og húsið, sum varð bygt oman á gomlu gentukostdeildina, ið brann fyri tveimum árum síðan, verða hitað við el. Orkurokningin verður dýr, men tað hevði verið nógv dýrari at gjørt íløgur í hitaskipanir. Møta seinni Skúlin byrjar aftur nú mánadagin. Tá møta allir flokkar uttan 1. flokkarnir. 1. flokkarnir møta eina viku seinni, og fyrstu vikuna nýtist teimum ikki flokshøli, tí tann vikan verður inn­ leiðsluvika við fakligum aktivitetum og fyrilestrum kring og uttan fyri skúlan. 30. august byrjar vanliga undirvísingin hjá teimum. Komandi skúlaár verða 00 næmingar í Hoydølum, og so nógvir næmingar hava ongantíð áður verið í skúlanum. Børnini skulu takast upp á ráð Nýggi dagstovnurin Áarlon í Kvívík letur upp mánadagin. Starvsfólkini eru væl fyrireikað, hava verið á skeið og hava eisini lært, at tey skulu lurta eftir, hvat børnini vilja siga, tí tey eru forvitin eftir at læra Fáa tíggju nýggjar skúlastovur 30. august byrjar undirvísingin í húsinum, sum er reist sunnan fyri verandi skúlabygning í Hoydølum. Tíðarætlanin heldur væl og virðiliga Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum heldur nýggja bygningin vera eina góða fyribilsloysn Myndir: Jens Kristian Vang Siborg Arge ivast ikki í, at Áarlon verður ein tann besti dagstovnurin í landinum Mynd: Jens Kristian Vang