Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 4 Samrøða Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sum ungar gentur fingu Hjørdis Heind­ riks dóttir og Oluffa undir Kletti hvør í sín um lagi at vita um inkabýin Machu Picchu, og síðan hava báðar droymt um at fara hagar. Í summar gjkørdu tær dreymin til veru leika. Fyrst til tað søguliga í heilt stuttum. Inkaríkið Inkaríkið bleiv til í 12. øld. Tað byrjaði í Peru, vaks og breiddi seg víða, men ikki við hertøku. Inkaríkið var eitt av heimsins størstu og fremstu ríkjum, og leiðararnir dugdu at sameina fólka­ sløg ini og gera brúk av dygdunum hjá hvørj um bólki. Í 1530­árunum komu spaniólar og gjørdu innrás í Inkaríkið, sum fall í 1533. Tað er ikki minst arkitektur og byggi list, at inkaríkið verður minst fyri. Tey dugdu so væl at laða grót, at knívur fekst ikki inn millum steinarnar. Spaniólar komu ongantíð til býin Machu Picchu, sum hvít fólk ikki visti um fyrr enn í 1911. Toftirnar hava staðið væl vard ar handan fjøllini, og hildið verður, at inkararnir sjálvir kvettu gøtuna til bý in, so landnámsmenninir ikki skuldu finna hann. Kent ferðamál Machu Picchu er eitt spennandi ferða­ mál, og fleiri ferðir verða gjørdar hagar. Tað ber til at koma til Machu Picchu við toki og so ganga ein styttri tein til av toft aða býin. Men tað ber eisini til at ganga í nakr ar dagar gjøgnum vøkru náttúruna høgt, høgt uppi í fjøllunum. Hetta valdu Oluffa og Hjørdis at gera. Í fýra dag ar gingu tær upp um dalar og fjøll saman við ferðalagi teirra. Altjóða ferðalag Tær løgdu ikki í at fara við einum donskum ferðalagi, tí tær vildu fegnar møta øðrum fólkasløgum eisini. Tí fingu tær Fonnflog at leggja teim­ um flogferðinga til rættis og bíløgdu ferð ina í Peru á alnótini gjøgnum eina perui anska ferðskrivstovu. Tær flugu umvegis Keypmannahavn, Madrid, og Lima í Peru til býin Cuzco, sum var høvuðsstaður í Inkaríkinum. Har steðgaðu tær í tríggjar dagar fyri at venja seg við tunnu luftina, tí tær skuldu longur upp enn. Býurin ligg­ ur í 3300­3500 metra hædd. Tunn luft − Vit merktu væl, at luftin var tunn. Hjørd is hevði tungt við at anda, og Oluf fa kendi tað, sum tá tú hevur hug at geispa. Í Cuzco búðu tær á einum vallara­ heimi og høvdu tríggjar frálíkar dagar. Fólk ini á staðnum vóru blíð og heit, og tær komu eisini á tal við fólk úr øllum heimi num, tí nógv, sum vitja Peru, velja at fara til Cuzco og Machu Picchu. Áðrenn farið varð víðari, fingu tær frá greið ing um túrin. Tær skuldu gera seg út til fýra dagar og hava sum minst at bera á rygginum. Fyrst koyrdu tær við bussi til lítla ink a býin Ollantaytambo. Har var ein mark nað ur, og seljarnir áleypandi. Har kun du tær keypa tað seinasta, áðrenn gongu túr urin byrjaði. Tær fingu sær fjall stav, keyptu vatn, og tær fingu sum ráð alla tíðina at tyggja kokabløð, tí tað fyri byrgdi hæddarsjúku. Bløðini eru ikki rúsandi, men tey styrkja og sum nevnt fyribyrgja tey hædd ar sjúku. Eitt lítið petti koyrdu tær afturat við bussi, til tær komu til eitt stað, har tær skuldu vísa pass og ferðabræv. Av­ mark að er, hvussu nógv kunnu sleppa fram við har hvønn dag. Byrjaðu lætt Í fyrstuni var túrurin lættur eftir gomlu inkagøtuni. Tær nutu vøkru náttúr u na og komu fram við fleiri væl varð veitt­ um toftum frá inkatíðini. Ferðalag teirra var tveir meksikanar, tveir spaniólar, tvey úr Brasilia, tvey úr Kanada, tvær norskar kvinnur, ein hol lend ingur við síni peruansku konu og so tær báðar. Berarar Men umframt sjálvt ferðalagið vóru tveir ferðaleiðarar og 16 menn, sum bóru alt uttan tað, sum hvør einstakur hevði við sær. − Í sandalum fóru teir avstað við øll­ um: borðum, tjøldum, gassi, knívum, gafl um, mati, dúki og øðrum. Enntá høvdu teir serviettar við og borðreiddu á túrinum snøgt fyri okkum. Tann fyrsta dagin gingu tey 11­12 kilometrar. Tá settu berararnir mat ar­ telt ið og soviteltini upp. − Vit fingu sera góðan mat frá teim­ um, eitt nú rís og stokt epli, høsnakjøt, spag hetti, omelett og annað gott. Stjørnuklárt So skjótt sum sólin fór niður, var bøla­ myrkt. − Vit hava ongantíð áður sæð so kláran stjørnuhimmal, og ferða leið ar­ ar nir forkláraðu okkum, hvørjar mynd­ ir nar á himmalinum vóru. Kalt var um náttina, men tær báðar svóvu sum steinar, móðar eftir langa gongu túrin. Fót fyri fót Annan dagin fingu tær at vita, at ein stræv in túrur stóð fyri framman. Tær skuldu ganga upp eftir í fimm tímar og fóru at koma næstan 1000 metrar longur upp í hædd. − Vit settu okkum fyri bara at ganga fót fyri fót, men tungt var, tí næstan allan dagin gingu vit upp gjøgnum trapp ur. Oluffa var í góðari venjing, tí hon bæði rør og rennur. Hjørdis ger hvørki. Men venjing hevur lítið at siga, halda tær. Tað strævna er tunna luftin, bak­ andi sólin og hitin um dagin. Høvdu onga neyð Einastaðni fóru tær nakað upp afturat Fullkomin tøgn valdaði, tá ið Ferðalagið hjá HJøRdis HeindRiksdóttiR og Oluffu undiR kletti hevði stRítt seg Fram og kundi skoða yvir tOftiRnaR av einasta varðveitta inkabýi í Peru. MacHu PiccHu er eitt av teimum sjey undRunuM í heiminum ferðamál Hjørdis og oluffa í dreymalandi