fríggjadagur 13. august 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119
Sosialurin
Undirritaði
spurdi
undir
løgmansrøðuviðgerðini
fyri viku síðani, Helenu
Dam á Neystabø, henda
spurning: Um hon helt seg
vera á lógligari grund, tá
Mentamálaráðið hevur givið
Fróðskaparsetrinum
boð
um ikki at taka skikkaðar
umsøkjarar inn. Hetta hóast
útbúgvingarnar hava bæði
pláss og undirvísingartímar,
men
landsstýriskvinnan
sigur seg ikki hava nóg mikið
av peningi til lestrarstuðul
á fíggjarlógini. Tá svaraði
landsstýriskvinnan,
at
hendan rætt hevði hon.
Nú er so komið í ljós
í Útvarpi Føroya, at hesi
boð landsstýriskvinnurnar
hava persónliga rakt 20
umsøkjarar til lærara- og
pedagogútbúgvingina
á
Fróðskaparsetrinum.
Men eg meti, at landsstýris-
kvinnan fer greitt út um sínar
heimildir og skyldur - bæði
mótvegis einstøku umsøkj-
arunum, og mótvegis fakliga
rættinum og óheftninum hjá
Fróðskaparsetrinum.
Í fyrsta lagi hevur Lands-
stýriskvinnan ongan rætt at
leggja seg út í upptøkuna av
lesandi á Fróðskaparsetrinum.
Tað eru útbúgvingarnar sjálv-
ar, ið gera av upptøkuna av
skikkaðum næmingum í mun
til játtan og lærarakreftir.
Og her er ongin farin út um
játtan.
At
landsstýriskvinnan
ikki hevur mett rætt um
játtanina til lestrarstuðul, er
hennara egni kleyvarskapur.
Tí tað hevur verið kent
síðani seinastu fíggjarlóg,
hvussu
nógv
pláss
og
næmingatal kann rúmast
á Fróðskaparsetrinum við
tillutaðu játtanini.
Tað kunnu ongantíð vera
útbúgvingarstovnarnir
og umsøkjararnir, ið skulu
fáa ábyrgdina av, hvussu
stuðulssjáttanin er umsitin
og rikin.
Útbúgvingarpláss
og
lestrarstudningur eru hvør
sín skipan, ið als ikki kunnu
blandast saman.
Grovur mismunur
móti fólki
Í
øðrum
lagi
er
hetta
grovt brot á rættindini hjá
skikkaðu
umsøkjarunum,
ið nú hava fingið krakk, og
eyðsýndur
mismunur,
ið
verður framdur:
- Hvussu ber tað til, at júst
hesi, ið hava søkt á pedagog-
og læraraútbúgvingina ikki
hava møguleikan, tí studn-
ingur skal vanta?
- Hví eru tey vald út og
frá millum øll onnur, ið eisini
hava søkt á Fróðskaparsetrið
ella til at lesa uttan fyri
Norðurlond?
- Er talan um, at lands-
stýriskvinnan nú situr og
pilkar ávís fólk frá, ið ikki
skulu sleppa at lesa, hóast
pláss er og tey eru skikkað?
- Hevur landsstýriskvinn-
an givið øðrum av útbúgv-
ingunum somu boð, men
tey hava mett boðini verið
ólóglig?
Til tess at lýsa, hvussu
álvarslig og skeiv atferðin
hjá landsstýriskvinnuni er,
kunnu vit taka eitt dømi:
Stuðulsstovnurin
letur
studning til hægri lestur
uttan fyri Norðurlond. Um
nú knappliga 200 føroyingar
fleiri
søkja
í
Skotlandi,
Fraklandi,
Týsklandi
ella
Japan - og tey sleppa inn, tí
tey eru væl skikkað. Kundi
landsstýriskvinnan tá bara
ringt til Universitetini uttan-
lands og biðið tey latið vera
at
tikið
hesar
føroysku
næmingar inn, tí hon hevur
ikki nóg stóra játtan til
lestrarstudning?
- Ella kundi hon bara givið
Fróðskaparsetrinum
ella
Sjómansskúlunum boð um at
venda skikkaðum umsøkjar-
unum í hurðini, tí nøkur
onnur vóru farin avstað við
studninginum?
Tjóðveldi fer at tryggja, at
hetta mál verður fylgt upp í
løgtinginum og lýst til fulnar.
Her skal vera lóg, landaskil,
rættartrygd og verja móti
mismunarviðferð. Hóast vit
hava eitt landsstýri, ið ikki
sær út til at skilja, hvat tey
virðini merkja.
Landsstýriskvinnan fremur brot á rættindi og
heimildir hjá lesandi og útbúgvingarstovnum
Høgni Hoydal
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 13. august kunnu
Ásla og Tórbjørn Poulsen í
Havn halda gullbrúðleyp.
Veitsla verður sama kvøld fyri
innboðin. Tey sum annars hava
hug at hitta brúðarparið eru
vælkomin heima í Bóndabrekku
leygardagin eftir kl. 15.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 10. august hava
vit, Paulina og Erik Eliasen,
Syðradali K, verið gift í 25 ár.
Vit halda dagin á Syðradali.
Opið hús verður leygardagin 14.
august frá kl. 14.30 til kl. 23. Sam
siglir av Klaksvík kl. 14.15 - 17.15 -
22.15. Av Syðradali kl. 17.35 - 22.35.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava Jónleyg
og Fríðálvur Bláhamar, Vest-
manna, verði gift 25 ár. Dagurin
verður hildin leygardagin 21.
august frá kl. 12 til 18 í ítrottar-
høllini í Vestmanna. Tey, ið ynskja
at gleðast saman við okkum,
verða vinaliga biðin um at siga
frá innan 4. august á tlf. 424407.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava Emly
og John H. Petersen Klaksvík
verið gift í 25 ár. Veistlan verður
hildin í bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 19 fyri innbodnum.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 8. september hava
Alith og Hilmar Djurhus
Strendur silvurbrúdleyp.
Dagurin verður hildin
fríggjadagin 10. september kl. 18
í bygdarhúsinum á Strondum.
Tey ið ynskja at gleðast saman
við okkum verða vinarliga biðin
um, at siga frá innan 24. august á
tlf. 448534/224635.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 18. august verður
Elsa av Reyni 90 ár. Dagurin
verður hildin í Starvsmanna-
felagshúsinum J.H. Schrøters-
gøtu 9. Tey, ið kundu hugsað
sær at heilsa uppá Elsu, eru
vælkomin millum kl. 16 og 20.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 17. august verður Jóhan
Norðfoss, Tórshavn, 90 ár. Tey,
ið ynskja heilsa uppá Jóhan, eru
hjartaliga vælkomin í húsið hjá
Starvsmannafelagnum 21. aug.
frá kl. 12 til 16.
85 ára føðingardagur
Leygardagin 14. august verður
Petur Jacobsen, Nes Eysturoy, 85
ár. Dagurin verður hildin saman
við familjuni.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 13. august fyllir
Bodil Hansen ætta úr Rituvík,
búsitandi í Sønderborg, 80 ár. Dag-
urin verður hildin hjá dóttruni
í Frederikshavn leygardagin 14.
august kl. 11. Adr.: Kastanievej 9,
9900 Frederikshavn.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 16. august verður
Jóhan Lervig, fyrrverandi smiðju-
meistari á Skála, 80 ár. Dagurin
verður hildin sunnudagin 15.
august kl. 16 í ítróttarhøllini á
Skála, har øll eru vælkomin.
80 ára føðingardagur
Mánadagin 16. august verður
Erling Hansen Funningsfjørður,
80 ár. Dagurin verður hildin hjá
dóttrini, Tjarnarlág 15, Tórshavn,
sama dag millum kl. 17 og 21. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Leygardagin 21. august fyllir
Elisabeth Joensen í Vági,
fyrrverandi fyrustøðukvinna
hjá heimarøktini, 75 ár. Í hesum
sambandi bjóðar Elisabeth
til brunch í Billiardhúsinum,
leygardagin 14. august, frá kl. 10-
15. Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 22. august verður
Páll Jóanesarson Saltangará
70 ár. Dagurin verður hildin
í hølinum hjá Kongshavnar
Kvinnufelag frá kl. 17. Øll eru
vælkomin.
65 og 75 ára føðingardagur
Leygardagin 21. august halda
Jensya Magnussen (Kastalag)
75 ára og Karin Kastalag 65
ára føðingardag. Dagurin
verður hildin í húsinum hjá
Eldrafelagnum NÓN, Torvgøta 2
í Saltangará frá kl. 13 – 19.
60 og 70 ára føðingardagur
Í dag 13. august fyllur Sólbjørg
Thomasen, Tórshavn, 60 ár
og fríggjadagin 27. august
fyllur Hilda Debes, Oyri, 70 ár,
Systrarnar halda føðingardagin
í Eydnuni á Oyrabakka
leygardagin 28. august kl. 17 og
úteftir. Tey, ið ynskja at heilsa
uppá okkum verða vinarliga
biðin um at siga frá innan 23.
august á tlf. 313448/503448
(Sólbjørg) ella 422234/266334
(Hilda)
Merkisdagar