Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 14 Teir eru nøkur ár eldri nú, ungu menninir í SiC, sum geva fløgu úT í næsTum. sum tónleikarar eru Teir allir vorðnir væl betri, og útgávukonSertin verður í norðurlandahúsinum. Tað ljóðar penT og eTablerað, men Tað er Tað so avgjørT ikki! rólant Waag dam rolant@sosialurin.fo - Hetta er ein fløga við hár á nossunum! Soleiðis lýsa teir í SIC grundleggjandi munin millum nýggju og fyrstu fløguútgávuna hjá bólkinum. Skuldi nakar ivast, hvat ítøkiliga liggur í tí, er svarið hetta. - Tað er meira skil í øllum. Vit eru betri tónleikarar nú, Mikkjal er ein betri sangari, produktiónin er betri. Ja, alt er betri á hesi fløguni. Feitasta metalshowið nakrantíð Ikki tí, fyrsta fløgan hjá SIC, Pandemonium, fekk sera góð ummæli. Bæði her heima og uttanlands. Men hetta var í 2007, og nú trý ár seinni kemur bólkurin endiliga við nýggjum tilfari. - Ja, hetta hava verið trý ár av mótgangi og kaos. Fløgan hevur verið ein harður dystur og tað hoyrist eisini aftur, greiða tónleikararnir frá. Teir fimm tónleikararnir hava við fløguni Fighters They Bleed vunnið dystin. Úrslitið er 11 løg, men tá hava teir soldað nógv frá. - Tá tað eru trý ár síðani, at seinasta fløgan kom út, so sigur tað seg sjálvt, at vit hava nógv tilfar. Men vit hava so einans valt tað besta út til hesa fløguna, siga teir. Sjálv fløgan kemur á marknaðin í sambandi við útgávukonsertina, sum verður hildin í Føroya besta spælistaði, Norðurlandahúsinum. - Vit royna altíð at toppa alt annað hjá okkum, og mugu vera nýskapandi, sigur Eddie Jacobsen, tá teir verða spurdir, um heldur óvæntaða valið av spælistað í samband við útgávukonsertina. - Og so er Norðurlandahúsið eisini einasta staðið, sum kann húsa einum bólki sum okkum, skoytir Frans Galán flennandi uppí. Men hóast teir skemta nógv, prika hvønn annan og flenna, so er eingin ivi um, at teir í SIC meina tað, sum teir gera. Tí fara teir eisini at brúka allar teir møguleikarnar, Norðurlandahúsið gevur. - Saman við Hatespeech fara vit at hava tað feitasta metalshowið í Føroyum nakrantíð, sigur Mikkjal G. Hansen. Fara av landinum Fleiri orsøkir eru til tess, men fyrst og fremst sigur hann soleiðis, tí teir í SIC ikki hava havt nakra konsert síðani november í fjør. Harnæst verður útgávukonsertin hjá SIC helst einasta konsertin hjá teimum í Føroyum í ár. - Vit spæla neyvan aftur her fyrr enn næsta summar aftur. Partvíst tí, at vit flyta av landinum nakrir av okkum, og so eisini tí, at fólk ikki skulu verða troytt av okkum, siga teir í SIC. Men áðrenn útgávukonsertina 21. august, hevur SIC eitt lítið tiltak aftrat. Tað verður í handlinum hjá Tutl á gongugøtuni í Havn í dag klokkan seks, har nýggja fløgan verður spæld. Hetta er eisini einasti møguleikin at hoyra fløguna, áðrenn útgávukonsertina næsta vikuskifti. FramvegiS ikki Serliga penir Mikkjal G. Hansen - sangari Eddie Jacobsen - gittar Frans Galán – gittar og sang Gudmar Hansen - bass Dennis Buhl - trummur Mynd: Álvur Haraldsen