Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119 Sosialurin Ítróttarblaðið Jóan Símun við í Newcastle sigri Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni, tá eykaliðið hjá Newcastle spældi venjingardyst ímóti Gateshead, sum spælir í Blue Square Premier League, ið er fimt besta deildin í Onglandi. Newcastle vann dystin 3-0 og Jóan Símun spældi sambært Newcastle heimasíðuni í góðar 75 minuttir av dystinum. Heimasíðan letur væl at fyrstu løtuni hjá Jóan Símuni, har heimasíðan skrivar, at Jóan Símun spælir við stórum sjálvsáliti fyri tíðina. Tað kemur millum annað av, at Jóan Símun herfyri fekk møguleikan á besta liðnum hjá Newcastle. Uni Holm Johannesen Pál Joensen segði, sambært svenska Nyhetskanalen, at hann dugir ikki at siga, um hann fer at búgva í Føroyum í framtíðini. Orsøkin er greitt og einfalt, at tað er eingin 50 metrar svimjihylur í landinum. - Eg veit ikki, um eg kann búgva har í framtíðini. Eg kann bara venja í stuttum hyli í Føroyum, hevur Pál Joensen sagt. Men flytir Pál Joensen úr Føroyum, so verður tað helst ikki við Jón Bjarnasyni, sum hevur verið venjari hjá honum. - Eg eri farin undir eina stóra verkætlan við ungu svimjarunum í Suðuroynni, sum eg ikki kann renna frá uttan víðari. So tað verður helst uttan meg, um Pál Joensen noyðist av landinum, sigur Jón Bjarnason við Rás2 í dag. Pál Joensen svam seg í gjár til silvurheiðursmerki í evropameistarakappingini í 1500 metrar frísvimjing. Hann kom á mál við tíðini 14.56.90, sum var 1,73 sekund aftan fyri Sebastian Roualt, sum var fyrstur á málið. uni@sosialurin.fo Pál og Jón í tvíningar? Makkaraparið Jón Bjarnason og Pál Joensen kann verða søga, um ein 50 metrar kappingarhylur ikki verður bygdur í Føroyum Tróndur Arge Pál Joensen framdi eitt satt bragd, tá hann mikudagin svam seg til eitt sivur heiðursmerki í 1500 metrar frí í EM kappingini í Ungarn. Pál var frems t ur næstan allan vegin, men í seinastu longdinum varð hann yvir hál að ur. Tað var við stórum áhuga, at før oyska fólkið mikudagin sein- na partin fylgdu EM svimju kapp- ing ini í Ungarn. Serliga var áhugin vend ur ímóti manninum á geil 5, við navninum Pal Joensen, sum tað stóð skrivað á Eurosport. Klokkan 16.02 føroyska tíð varð skotið fyri teimum átta svimj ar i- num í finaluni í 1500 metrar frí. Tað gin gu bara nakrar fáar longir, so lá Pál á einum fyrsta plássi. Pál er krút sterkur - Svimjiheimurin veit, at Pál er krút sterkur sálarliga. Tað verður ein dystur um yvirliving. Um Pál Joensen vinnur, so kann ikki mát- ast, hvussu stóran týdning, tað hev- ur fyri føroyska svimjing, segði Rók- ur í Jákupsstovu, næstformaður í Svimji sambandinum, undan finalu- ni. Taktikkurin hja Páli var at leggja hart út. Tað gjørdi hann eisini og hevði í løtunum upp í tvey og eitt hálvt sekund framman fyri italiu- mann in Samuel Pizzetti, sum lá á ein um øðrum plássi. Pál missur oddasessin Sum tíðin gekk, sá tað út sum, at Pál møgu liga kundi gera tað ótrúliga og vinna eitt EM gullheiðursmerki. Men tá einir 250 metrar manglaðu í, kom røring í mannin í triðja plás- si. Fraklendingurin, Sebastian Rou- ault, byrjaði í hvørjum at taka seg inn á Pál og tá góðir 150 metrar vóru eftir, yvirhálaði Sebastian Pál. Sein as tu 50 metrarnar royndi Pál at hála inn á Sebastia aftur, men tað eydn aðist tíverri ikki. Norðurlendskt met til Pál! Pál kom á mál á einum ótrúliga flott um øðrum plássi við tíðini 14:56.90. Tað er norðurlendskt met, um framt at vera persónligt met hjá Páli. Tíðin hjá vinnarinum, Sebastian Rou ault, var 14:55.17, so lítið mang l- aði í, at Pál kundi kalla seg evropa- meist ara. - Vit skulu vera ernir av hesum úrs liti num! Tað er greiða niðurstøðan hjá Aksel Haraldsen, fyrrverandi lands- liðs venjara í svimjing. Hann sigur, at føroyingar hava onga orsøk at harmast, at tað ikki eydnaðist Pál Joensen at svimja seg til eitt gullmerkið í evropa meistara- kapp ingini í 1500 metrar frí. - Pál Joensen er framvegis ungur, og hann hevur longu vunnið silvur í evropameistarakapping. Hetta er eitt stórsligið úrslit, sigur Aksel Harald sen. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge So var Pál Joensen aftur í eini finalu í EM kappingini í Ungarn. Hann skal í morgin klokkan 16 svimja í finaluni í 800 metrar frí. Pál Joensen vann í gjár silvurheiðursmerki í 1500 metrar frí. Í morgun var hann aftur í hylinum og tað gekk væl. Hann svam seg í finaluna í 800m frí við tíðini 7:56.55. Tað er fjórð skjótasta tíðin av teimum, sum eru í finaluni. Millum teir, ið eru í finaluni í 800m frí, eru Sebastian Rouault, sum vann gull frammanfyri Pál í 1500m frí. Samuel Pizzetti, ið var næstur Pál næstan allan vegin í 1500m finaluni og danin, Mads Glæsner. Tíðirnar hjá teimum í finaluni í 800m frí eru: Christian Kubusch, Týskland 7:53.93 Sebastien Rouault, Frakland 7:54.30 Gergo Kis, Ungarn 7:55.87 Pál Joensen, Føroyar 7:56.55 Frederico Colbertaldo, Italia 7:58.32 Mads Glæsner, Danmark 7:58.50 Gergely Gyurta, Ungarn 7:59.13 Samuel Pizzetti, Italia 8:00.10 Rás2 fer at fylgja finaluni beinleiðis í tíðindasendingini kl 16.00 í morgin. Viðmerkjari verður Aksel Haraldsen trondur@sosialurin.fo Finalu Pál Bragd av Páli!