Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119 22 Sosialurin Kirkjugarður á Svínaryggi Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo J ohannes Nicolajsen byrjaði 1. august 1905 í starvinum sum fyrsti og einsamallur umsjónarmaður við havnina í Havn. Hann var tá 47 ára gamal. Áðrenn Jóannes í Pæt­ ursastovu, sum hann varð nevndur, kom í hetta starv, mundi hann liva sum havnarmenn flestir. Grund­ arlagið var báturin, trøðin, kúgvin og torvheiðarnir. Tá ið hann var komin til mans, byrjaði slupptíðin so smátt í Havn, og av tí, at skipatalið vaks so skjótt, er Jóannes uttan iva farin á skips­ fiskiveiði, so skjótt kjansur hevur verið. Hann sigldi eisini við hetlendingum. Men sum tann framfúsi og dugandi maðurin hann var, byrjaði hann at føra skip við fútaloyvi. Men so skjótt møguleiki gavst, fór hann á skiparaskúla í Havn og tók prógv í 1894 hjá Jensi í Dali. Hann var soleiðis ein av teimum sjey fyrstu, sum tóku setiskiparaprógv fyrsta árið, hetta gjørdist møguligt í Føroyum. Frá hesum árinum til hann gjørdist umsjónarmaður, mundi hann føra skip hjá Sørini Müller og Oyggjafelagnum. Hann var soleiðis skipari, tá ið hann úti móti ólavsøku 1905 fór í land at taka við starvinum hjá Tórshavnar havn. Eitt bræv er frá tíðini, áðrenn Jóannes fór í starv hjá Tórshavnar Havn. Tað er dagfest í Havn tann 1. apríl 1905, og sendari var Jens Olsen, stjóri í Handils­ foreiningini. Tað ljóðar soleiðis: Hr. Kaptajn Johs. Nicolajsen, Jeg undlader ikke herved at opgive Dem en fiskebanke, som Beskytteren har fundet norden for Langanes. Dybde 50­60 Favne, 66 gr. 45’ Bredde, 14 gr. 57’ Længde. Samtidig vil jeg bede dem om ved Behandling af Lever at lade Vand tappe fra Fadene hver 8de Dag, saalænge der ikke kommer mere Vand frem. Det har nemlig en skadelig Indflydelse paa Leveren eller Tranen, naar Vandet faar lov til at staa i Fadet.” Handilsforeiningin hevur so avtalað at keypa livr­ ina. Teir keyptu øll sløg av føroyskum úrdráttum, sum kundu flytast út, og lýsi­ smeltarí høvdu teir eisini. Helst hevur tað verið eitt av Müllerskipinum sum Jóannes tá førdi. Søren Müller og Jens Olsen vóru svágrar, so væl lá fyri at gera avtalu um, at Handilsforeiningin skuldi hava livrina. Jóannes fór úr starvin­ um 31. desember 1929, 73 ára gamal. Mikkjal Helmsdal gevur Jóhannes tað ummæli, at hann var ein rættur havnar­ maður, sum fekk eitt álitis­ starv, hann røkti til lítar. Húskið hjá Jóannes Jóannes var giftur við Maren Malena Michelsen f. 1857 ættað úr Ólavstovu í Øravík. Hon kom í 1879 til Havnar at arbeiða hjá Restorff. Her hava tey bæði hitst, og tey giftust 8. desember 1881 í Havnar kirkju. Tey fingu tilsamans sjey børn, og tey vóru; 1. Hans Petur Nicolajsen (1883-1959). Kona hansara var Johanna Petrina Sofia Petersen úr Oyndarfirði (1884­ 1966.) Tey fingu børnini a. Lena f. 1916, sum giftist við Jóhannes Nielsen (1916­ 1998) av Sandi. b. Arne Petur f. 1918. Endaði í týskari fangalegu undir krígnum og fekk deyðamein av tí. c. Johannes Nicolajsen f. 1923, sum giftist við Ingibjørg f. Zachariassen (1922­2008.) 2. Olaf Einar f. 1885. Hann var prentari og búsettist í Danmark. Hann var ein av teimum, sum vitjaði tann unga deyðsjúka Egil Djurhuus, sum greitt varð frá í seinasta parti. 3. Anna Sofía f. 1889. Var læraravikur á Borðuni og í Akrabyrgi. Flutti til Danmark og gjørdist sjúkrasystir. 4. Nickels f.1889. Lærdi til bakara. Fór til Danmarkar og gjørdist diakonur. Hann og Fía vóru tvíburar. 5. Johannes f. 1894. Fór út at sigla og flutti seinni til USA. Sigldi undir krígnum sum skipari fyri amerikanska herin og doyði umborð móti endanum av krígnum. Fyrst varð hann jarðaður í Guam og síðani í hernaðar­ kirkjugarðinum Honolulu Memorial á Hawaii. 6. Ellen f. 1894, giftist og búsettist í Fredericia 7. Johanna Maria f. 1897. Flutti til Danmarkar, har hon var massøsa. Tað var bert eitt av systkj­ unum, sum ikki flutti av landinum, og tað var Petur. Johannes, yngri og Arne Petur hava eina dramatiska søgu, sum vit fara at koma aftur til í Miðvikuni í heyst. Peter loysti pápan av Jóannes varð avloystur av soninum, sum tá var um 47 ár. Hann var eins og pápin dugnaligur sjómaður. Petur fór longu 13 ára gamal til skips árið fyri, sum hann varð konfirmeraður. Tveir triðingar av hansara tíð til skips var hann við fiskiskipum og annars við farmaskipum. Gott 20 ára gamal tók hann skiparaprógv hjá Jens í Dali. Síðan sigldi hann eini tvey ár við hetlendingum. Hann førdi tá millum ann­ að William Martin, og tá ið føroyingar keypti hesa slupp, førdi Petur hana til Føroyar í 1909. Keypararnir vóru Dánjal Petur Højgaard í Ritu­ vík og Sofus Evensen í Havn, fyrr umrøddur í hesi røð. Petur fekk eftir heim­ komuna Harmony at føra frá Sørini Müller. Men teir fiskaðu grúiliga lítið, segði Petur sjálvur. Sjálvt um Müller bjóðaði honum annað skip at føra, gjørdi hann av ongantíð aftur at føra skip til fiskiskap. Tá ið hann hereftir var til fiskiskap, var hann vanliga bestimaður. Hann sigldi sum slíkur eini seks ár við Kristian (Joensen) í Árnafirði sum skipara. Eisini var hann bestimaður við brøðrunum Jógvani og Jákup Paula (Christiansen) hjá Mikkjali í Dali. Men vanligt var, at hann førdi skip, sum um heystarnar skuldu niður við lastini til Bretlands og hava vørur heim við sær. Í 1920 fór Petur yvir til farmasigling burturav. Hetta árið var hann við eini skonnart úr Marstal. Síðan fór hann at sigla við skonnart hjá Valdemar Lützen. Hann førdi ikki hesi skip, tí pappírini hann hevði, rukku ikki til tílíka sigling. Fyrra skipið, hann sigldi við hjá Valdemari, var Forældres Minde. Tað lastaði 120 tons, men hevði ongan motor. Við hesum skipi var hann við í tvey ár. Skipari var Jógvan hjá Mikkjali. Í 1916 hevði hann verið við hesum sama skipi við Jógvan við Stein (Joensen) sum skipara. Seinasta árið hjá Valdemar Lützen var Petur við Syv Søstre við Andriasi á Høvdanum Andreassen sum skipara. Frá tí Mýlingur kom, til Petur Nicolajsen gjørdist havnarumsjónarmaður í Havn, var hann í starvi hjá Skipafelagnum Føroyar. Hann sigldi sum bátsmaður, fyrst við Mýlingi, síðani við Tjaldrinum. Petur (1883­1959) var havn­ arumsjónarmaður frá 1. nov. 1929 og havnarmeistari frá 1. januar 1942 til 31. mars 1954. Keldur: Mikkjal Helmsdal: ...verjir fyri Havnarvág Viggo Christiansen Johan Nielsen Feðgar gjørdust havnameistarar í Havn Í 1905 var arbeiðið við Tórshavnar Havn blivið so umfatandi, at tørvur varð á einum føstum manni sum umsjónarmaður. Vit fara her at greiða frá tveimum teirra, feðgunum Jóhannes og Peter Nicolajsen JOHANNES NICOLAISEN F. 5.DECMB 1857 D. 12. MARTS 1933 MALENE NICOLAISEN F. 10. SEPT 1856 D. 9. JUNI 1951 HVIL I FRED Malena og Johannes Nicolaisen. Jóannes fekk heiðursmerki frá sovæl norska sum danska konginum Húsini hjá Malenu og Johannes. Hesi eru í dag á Landavegnum 8, í dag miðbýurin í Havn. Tá henda myndin er tikin, er hetta langt uttanfyri býin. Drongurin við portrið er abbasonurin Johannes. Tað serliga við hesum húsum er, at hildið verður fyri vist, at stórviðurin er frá sluppini Fox. Húsini vórðu smíðað av Jørgen á Sandi Petur Nicolajsen var tað einasta av børnunum hjá Malenu og Johannes, sum ikki flutti av landinum. Hann tók við starvinum eftir pápan Í komandi parti verður greitt frá gravunum hjá Katrinu og Ísak Næs