Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 5 og komu upp í 4215 metra hædd. Hetta staðið verður rópt á enskum "Dead Woman's Pass". Har steðg aðu tær eina góða løtu, og ein meksi kan ari tók myndir av teimum. − Okkum varð mælt til at koma oman aftur beinanvegin, men vit høvdu ongar trupulleikar av tunnu luftini. Onn ur fingu hæddarsjúku. − Vit gingu so oman eftir aftur gjøg­ n um trappur, og tá møttu vit einum ísraela, sum visti um Føroyar frá fót­ bólti. Tað var nokkso stuttligt. Sum heild hava vit gjørt nógva reklamu fyri Før oy um sum ferðalandi. Allastaðni for taldu vit um Føroyar. Ótu sum menn Tær vóru gorhungraðar, tá ið tær komu fram, har tær skuldu gista. − Tað kvøldið fingu vit ein deiligan døgurða, men vit skiltu ikki, hví hini ikki ótu líka nógv sum vit. Kanska vóru tey meira kræsin. Eftir at hava fingið at eta um kvøldið, sótu luttakararnir bara og prátaðu um alt millum himmal og jørð. Hini hildu tað vera stuttligt, at norsku genturnar og tær báðar kundu tosa felags mál. Annars varð mest tosað enskt. Tær báð­ ar lærdu tó nakað av sponskum hesar dagar nar. Meðan tær gingu, tugdu tær nøtir og rosinur, sum teimum varð viðmælt, men at enda kvaldust tær av hesum. Vatn máttu tær drekka alla tíðina. Tað kundu tær fáa á vegnum. Tær gingu stórt sæð í somu klæðum alla tíðina, men tað løgna var, at klæðini ikki blivu skitin. Tað mundi vera tí, at tær ikki sveittaðu. Triðja kvøldið var lagið heilt serligt. FRAMHALD Á NÆSTU SÌÐU