Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. august 2010 · Nr. 119 6 Sosialurin Eydna Skaale Tær hava arbeitt við fleiri stutt filmum, men tann sein as ti, “Memotekið”, gekk eina sanna sigursgongd kring heimin. Hann var við á óteljandi festivalum í nógv um londum, og Mari­ anna og Rannvá vun nu hópatals prísir fyri hann. Við Memotekinum slógu tær nøvn síni, sum eksperi­ men ter andi films lista fólk, føst. Og tað merkist, nú tær eru farnar undir enn ein stuttfilm. Áhugin er nevni­ liga stórur, hóast eingin enn hev ur sæð upptøkurnar. Magma Í summar hava Marianna og Rannvá verið í Føroyum og tikið upp til ein nýggjan film, sum hevur fingið fyri­ bils heit ið “Magma”. Eins og við Memotekinum, so høvdu tær føroyingar við sum statistar og leikarar í nýgg ja filminum Magma. Tær høvdu casting í juli, og út frá øllum teimum, sum meld aðu seg til, valdu tær nøk ur fólk út, sum riggaðu væl saman grafiskt. Áhugin at vera við í filmi­ num var sera stórur, og tað vóru fleiri enn 60 fólk til­ sam ans til castingina. All ir aldurs bólkar vóru um boð að­ ir, tí bæði børn og fólk heilt upp í 60 ára aldur royndu seg. ­ Av øllum hesum fólk­ unum valdu vit 26 fólk burt­ ur úr til statistar og fýra til høvuðsleikarar, greiðir Mari­ anna frá, og vísir sam stund is á, at hetta ikki er ein spæli­ filmur. ­ Hetta er ikki ein vanligur film ur við leikgongd og re­ plikk um. Hetta er eks peri­ men ter andi, og tað snýr seg um, at tað er ein heild av fólki, sum skapar eitt ávíst mini mal istiskt útrykk við at gera tær somu rørslurnar í senn, greiðir Marianna frá. ­ Tað er Rannvá, sum hev­ ur koreograferað rørslurnar, og statistarnir eru so latnir í eins klæði, sum skapa eitt á víst úttrykk. Og so hava vit filmað úti í føroysku nát túr­ uni fyri at fáa mót setn ing ar­ nar, greiðir Marianna frá. Tey vóru fyrst á Oyggjar­ veg num við øllum sta t ist­ unum, og síðani fóru tær til Oynda fjarðar og Saksunar við høvuðsleikarunum. ­ Tað eru so ymisk sløg av náttúru í Føroyum, og tað hava vit útnyttað. Tá vit til dømis filmaðu okkara nógvu statistar, so vildu vit ikki hava ógvusliga náttúru, tí tað hevði clashað við tað stóru mongdina av fólki. ­ Tá vit hava allar statist­ ar nar við, hava vit tí bara slætt an bø. Tann bergtakandi nát túr an kemur meiri fram, tá vit hava filmað teir fýra høvuðs leikararnar, greiðir Mari anna frá. Umbiðin Filmurin er ein stuttfilmur, sum bert verður einar tríggj­ ar minuttir til longdar. Men hóast longdin kanska ikki tykist vera nakað at reypa um, so er stóri áhugin fyri ar beiðnum hjá Mariannu og Rann vá sannilga verdur at nevna. ­ Filmurin verður fyrst og fremst gjørdur til eina stóra listastevnu í Liverpool, sum byrjar 16. september, og filmurin verður har vístur í tveir mánaðir. Men hann er eisini umbiðin av eini stórari filmsstevnu í Berlin, og ein filmsfestivalur í Norðuronglandi hevur eisi­ ni biðið um at sleppa at sýna hann, greiðir Marianna frá. Men hvussu ber tað til, at út lend sk ir filmsfestivalar biðja um ein film, har leik­ stjór in framvegis ikki ein­ gong hevur sæð tað, sum er film að? ­ Tey, sum skipað fyri he s um tiltøkunum, hava sæð tann fyrra filmin hjá okkum, Memotekið. Og tey hava spurt, um hesin film­ ur in fer at vera í sama stíli. Tí tey hava opinbart for­ nemm að ein sermerktan stíl í Memotekinum. Vit hava sagt, at hann verður ikki heilt eins, men okkara serligi stíl ur verður tó nýttur aftur hesu ferð, greiðir Marianna frá, og sigur, at tær hava sent festivalfyrireikarunum foto myndir av filmingini, og út frá myndunum og við Memo tekinum í huga, hava tey biðið um filmin Magma, sum enn ikki er so mikið sum klipt ur. Frísk, føroysk luft Marianna heldur, at hon og Rannvá hava ein heilt serligan stíl sum films fram­ leið arar, og tað, tær gera, brýtur frá í mongdini av øðrum filmum. Tí vilja festi­ val ar so fegnir hava teirra film við, hóast eingin hevur sæð upptøkurnar enn. Men er tað ikki í so djarvt at selja ein film til festivalar, áðr enn man veit um upp­ tøkur nar nytta nakað? ­ Sum sagt, so havi eg fakt iskt ikki sjálv sæð upp­ tøkur nar aftur enn, men eg havi hoyrt frá fyritøkuni, sum skannar myndirnar av smalfilminum yvir á digi tal­ an film, at tey hava merkt ta frísku, føroysku luftina, meðan tey hava sitið og arbeitt við tí, so eg vænti, at okkurt gott er komið burt ur­ úr, sigur Marianna smílandi. Filmsfestivalarnir vita eisini, at hetta eru treytirnar, og at tey ikki fáa filmin fyrr enn í allarseinastu løtu. Hó­ ast hetta, er áhugin fyri at vísa filmin, stórur. Stórar ætlanir Marianna greiðir frá, at film­ urin Magma er tann fyrsti í eini filmsrøð, sum tær ætla at fara undir. ­ Ætlanin er at gera 7 film ar afturat. Teir vera sjálv an di ikki heilt eins, tí vit fara millum annað at spæla okkum við náttúruni, árs­ tíð un um og hvussu nógvar leikar ar, vit hava við. Men okk um dámar væl at brúka ta føroysku náttúruna, so vit hava ætlanir um at koma aftur higar at filma hin ar film ar nar eisini, slær Mar i­ anna fast. Hon leggur afturat, at øll tey, sum vóru til castingina hesu ferð, men ikki sloppu við, kunnu fáa møguleikan aftur, tí tær skulu gera so nógv ar filmar afturat. ­ Vit hava goymt allar in­ for ma tiónrnar av teimum, sum vóru til castingina, tí vit fara heilt víst at fáa brúk fyri fólki næstuferð, vit fara at gera ein film. Spurd um hon verður skuff að, um Magma ikki fer at vinna eins nógvar prísir sum Memotekið, svarar Mari anna, at tað verður hon ikki. ­ Tað, sum vit miðja ímóti er, at Magma skal verða víst ur á teimum góðu festi­ val u n um. Tí um vit megna tað, so kemur restin nokk av sær sjálvum, heldur hon. Eisini føroyingar fara at fáa høvið at síggja Magma sein ni í heyst. Enn er tó ikki heilt greitt nær. ­ Vit skulu hava eina ordi­ liga premieru í Føroyum, eftir s um vit hava so nógvar føroyskar leikarar, og tí vit hava fingið stuðul úr Før­ oy um. So tað er heilt víst, at hann verður vístur her heima í heyst. eydna@sosialurin Føroyskur stuttfilmur á útlendskar filmsfestivalar Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, sum gera stuttfilmir við smalfilmsupptøkutólum, hava av sonnum gjørt vart við seg uttanlands. Upptøkur eru júst gjørdar til enn ein film, og hóast tær ikki hava hugt eftir tilfarinum enn, so er filmurin longu umbiðin til fleiri filmsfestivalar Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir filmaðu stuttfilmin ”Magma” á Oyggjarvegnum, í Oyndarfirði og í Saksun. Statistar og høvuðsleikarar vóru øll føroysk, og hóast smalfilmarnir enn ikki eru framkallaðir, so er filmurin longu umbiðin av fleiri útlendskum filmsfestivalum sTuTTfilmur