Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. august 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 119 · 13. august 2010 6 Hó ast nøkur vóru sjúk, vóru øll fegin um at vera komin so langt. Tað kvøldið vóru um 300 fólk í leguni, sum var eins og ein lítil bygd. − Tað einasta, vit høvdu at finnast at, vóru vesini. Har var einki vatn. Vesið var verri enn eitt illa røkt fjós. Einki meira um tað. Litríkidømi Morgunin eftir fóru tær inn í regn skóg­ in við øgiligum hita. Har var himmals kt at koma í skugga. Har var bratt, nógv ar trappur, og í fleiri støðum var gøtan høgd inn í bergið. Tær vóru ikki bang­ nar, tí gøtan var breið, og nógvu trø ini gjørdu, at tær ikki sóu niður í av grund­ ina. Onkrastaðni, har ikki hevur borið til at gjørt gøtu, gingu tær gjøgnum kluft ir. − Tað var so vakurt í frumskóginum. Fjøll aftan á fjøll, og alt tað geologiska. Nógvir ymiskir litir, men vit sóu eingi djór onnur enn lamur. Har vuksu kak­ tus ar, orkidéir, trøllakampar og nógv, nógv onnur platusløg í alskyns litum. Tað var heilt ótrúligt. Tann seinasta dagin gleddu tær seg til at koma á mál og fáa eitt heitt bað. − Vit báðar komu fyrst til staðið, har vit vórðu møttar av 80­ara disko tón­ leiki, sum var for frá. Vit bóðu tey um at skrúva niður, men tað vildu tey ikki. Heitt bað fingu tær ikki, tí har var bara kalt vatn, men tað var gott at sleppa í bað og at kunna vaska sær í høvdinum eftir langa túrin. Og so omaná at fáa góðan mat. Av tí at tey tá vóru komin longri oman, var heitari um kvøldið og um náttina. Tað kvøldið savnaðu lut takar­ ar nir allar berararnar og góvu teimum eina samsýning. Tað er vanligt at ferða­ løg gera sum takk fyri hjálpina. Bergtiknar Morgunin eftir fóru tær á føtur klokkan hálv gum fýra fyri at síggja sólina koma upp í sonevnda sólportrinum. Tað var bít andi kalt at bíða. − Tað næsta var aftur at ganga upp gjøgnum eina trappu, og tá sóu vit niður yvir Machu Picchu. Tá var fullkomin tøgn, og vit grótu næst an, tá ið toftirnar lótu seg upp fyri okkum. Síðani varð gingið niður til Machu Pic chu, og inn í gamla inkabýin. Onkunstaðni sluppu tey ferðandi bara til toftirnar, men ikki at nerta við, men flest allastaðni var frítt at fara. Tey sluppu so tætt at, so tey kundu síggja, hvussu væl laðað húsini vóru, og hvus­ su snórabeint alt var. Inkarnir hava velt í trappum líka sum í Haldórsvík. − Myndugleikarnir leggja so stóran dent á at varðveita býin, at vit ikki máttu hava stavarnar við, og har var held ur ikki loyvt at roykja. Tær longdu ferðina Tá ið ferðalagið kom oman aftur, søgdu Hjørdis og Oluffa farvæl við ferða­ felagarnar. Tær vórðu verandi í Aguas Calientes, sum eisini verður rópt ur ”Machu Picchu Town” í tríggjar dag ar og fóru niðanaftur til Machu Picchu, fyri sjálvar at ganga runt har uttan at skula fylgjast við nøkrum. Aguas Calientes er ein friðarlig bygd við ongum bilum. Har var alt líka reint, og heitar keldur vóru eisini. Tað var ein langur túrur aftur til Cuzco, fyrst við toki og bussi, men stutt ligur var túrurin. Í tríggjar dagar steðgaðu tær á í Cuzco, haða ni fleiri útferðamøguleikar vóru. − Men vit vóru so mettar av upp­ liv ing um, og bara at vera har var stórt í sær sjálvum. Túrurin, tær gingu, var ikki so lang­ ur. Í fýra dagar gingu tær 43 kilometrar, men tað var ein tungur túrur kortini, upp og niður alla tíðina, og nógvur hiti um dagin. Tær høvdu trolað eftir upplýsingum á netinum, áðrenn tær fóru heimanifrá. Ein fyrireiking skuldi tó til, og tað var koppseting móti malaria, gulum fepuri og øðrum sjúkum. − Annars er ikki neyðugt at fyrireika seg. Øll kunnu klára handan túrin, um tey annars klára hitan. Tað ræður mest um at hava góðar skógvar, sum vit høvdu keypt okkum. Vit vóru eisini í ull int um hosum, og tað gjørdi, at vit ongan tíð fingu bløðrur á føturnar. Hatta var ein túrur, sum kann viðmælast øll­ um, siga tær. Eftir hEsa fErðina í suðuramErika hava hjørdis og oluffa hug at siga frá sínum royndum við grønum passi. − nógv fólk siga, at tað Er so trupult at fErðast við grønum passi. okkara royndir vóru, at tað var øvugt. grøna passið bjargaði okkum túrin, tá ið vit skuldu úr madrid til suðuramErika. long bíðirøð var til tEy við rEyðum passi. vit sluppu bEinanvEgin í gjøgnum, og høvdu vit ikki havt grønt pass, vóru vit komnar ov sEint til flogfarið. Hetta staðið verður á enskum rópt fyri "Dead Woman's Pass" IkkI dýrt hjørdis og oluffa rindaðu 13.500 krón­ ur hvør fyri fErðina úr føroyum og aftur til føroya. nakrar 100 krónur komu aftrat, við tað at tær stEðgaðu longur.